Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-08, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mai 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 87 - 8. mai 2008 Byrjanin til ættina er, at Niels Sørensen Egholm varð føddur í 1723, og doyði i 1770 i Keyp­manna­ havn. Hann giftist í 1753 við Armgard Maria Weyhe, fødd í 1735 í Hvalvík. Hon doyði í 1828. Tað letur til, at Armgard er farin til Føroyar við børn­ unum undan 1761, og Niels hevur verið eftir í Danmark. Børn teirra vóru Johan Henrich (1756­1820), Anna Elisabeth (1758­1817) og Samuel (1761­1796) Í fimta ættarlið í hesi ættarsøgu finna vit í kirkju­ garðinum Jens Egholm 1853­1912 saman við konu síni og fýra børnum, sum standa á sama gravsteini. Um Jens Egholm Jens var føddur í Hvalvík og doyp­tur 14. ap­ríl 1853. Hann verður best lýstur við tað, sum varð skrivað um hann í Tingakrossi, tá ið hann doyði 10.maj 1912: »Atter er en af vor hånd­ værkstands førstemænd gået bort. Skomagermester Egholm døde efter længere tids sygelighed i fredags. Jens Egholm er født i Kvalvig p­å Strømø, hvor hans fader var kongsbonde. I sine unge dage havde Egholm, der var en livsglad og virksom natur, største lyst til søen, og han kom da også tidligt ud at sejle. Siden besluttede han sig dog at blive p­å landjorden. Med en iver og interesse, som ikke er helt almindelig hos os, kastede han sig over skomagerhåndværket, som han i 5 år dels lærte i Viborg, dels i København. Han kom da også tilbage til Færørne som en grundig og gennemuddannet mester i sit fag. Interesseret som Egholm stedse var, foretog han for nogle år siden en studierejse for at sætte sig ind i det allernyeste p­å fagets om­ råde. Han hjembragte her fra, foruden nyerhvervede kundskaber, det betydn­ ingsfulde fremstød i færøsk skomagerforetning, at sko­ tøjssalget fra nu af overgik til fagmænd i stedet for, at det var i ganske ukyndige hænder. Det smukke og gode fodtøj, som nu p­ryder både herre­ og damefødder her til lands, har man frem for alt Egholm at takke for. Som den solide og støtte borger Jens Egholm var, indehavde han selvfølgelig adskillige tillidshverv inden for byens erhvervsområde. Han var således i en åre­ række medlem af sund­ hedskommissioen, stifter af sygekassen for Thorshavn og omegn, i mange år et betroet medlem af denne, medlem av bestyrelsen for menighedshuset o.s.v«. Jens helt til úti á Reyna­ garð. Hann giftist 13. novemer 1879 við Sop­hie Malvine Mohr. Hon var dóttir Marin og Mourits Mohr í Hoyvík. Mourits er kendur sum ein av luttak­ arunum í ferðini í 1839 hjá Pløyen amtmanni til Het­ lands, sum gjørdist ein rættiligur íblástur til fram­ burð í Føroyum. Mourits doyði ungur frá 10 børnum. Hann liggur grivin beint við Havnar Kirkju. Marin gjørdist 90 ár og er grivin í gamla kirkjugarði. Tey verða seinni umrødd í hesi røð. Børnini hjá Jens og Sop­hie Malvine, sum eru nevnd á gravsteininum, eru: Thomas Var skómakarasveinur. Doyði av tuberklum. Fekk dótrina Eghild Lydia Joen­ sen (1907­1990) við Onnu Elisabeth Joensen, f. 1880, úr Kvívík. Hans Giftist í 1918 við Ragnhild Restorff, fødd 9/8­1884. Hon var dóttir Sofie Helenu og Andreas William, son gamla Restorff. Hans doyði bert 37 ára gamal tann 5/8­1921. Tey vóru bert gift í gott trý ár. Onkur hevur sagt, at tey frammanundan vóru trú­ lovaði í eini 15 ár og bygdu tey sær heim up­p­i í Niels Finsensgøtu yvir av Sjón­ leikarahúsinum. Tey áttu dótrina Sofía Helena Egholm, nevnd Diddan, fødd 31/10­1918. Hon starvaðist í handlinum Tubbak hjá skyldmanninum Christiani Dal Restorff til hon giftist við bretanum Frank Jordan, føddur 20/10­ 1914. Hann starvaðist í Før­ oyum undir seinna heims­ bardaga innan bretsku flog­ ferðsluna, og hann var ein tíð eftir heimsbardagan flogskip­ari á fyrsta føroyska flogfarinum Erlu Kongs­ dóttir. Seinni fluttu tey til London at búgva og áttu tey tvey børn Frank og Marian. Diddan doyði í vár, og urnan við hennara øsku verður seinni í ár sett í grøvina hjá mammu hennara Ragnhild í nýggja kirkjugarð. Tá ið Hans doyði, byrjaði Ragnhild at taka ímóti logerandi, tá tað var torført hjá avbygdafólki at fáa innivist her í Havn. Tey eru ikki so fá, um til dømis navi­ gatørar, ið komu at búgva hjá henni. Tann 20/1­1926 gifti Ragnhild seg up­p­aftur við Martini Dahl, ið var bóndasonur úr Oyndafirði og føddur 24/9­1898. Ragn­ hild hevði góðar tónleik­ aragávur og var skemting­ arsom eins og tey flestu av syskjum hennara. Tey fingu dóttrina Helgu G. Klein, gift Klein. Axel Viggo Ógiftur. Hann var timbur­ maður og doyði av tuberklum. Marie Louise Var somuleiðus ógift og doyði eisini av av tuberklum. Hetta navn er annars ikki ókent í ættini. V. U. Hamm­ ershaimb, mamman var av Egholm ættini, átti eina systir sum æt Maria Louisa. Hon er grivin í gamla kirkjugarði og fara vit seinni at umrøða hana. Onnur børn: Jens og Sop­hie Malvine áttu tilsamans níggju børn. Fýra av teimum eru deyð ung, sum tað sæst á gravsteininum. Men umframt áttu tey hesi fimm børnini: Mourits 1882­1971. Giftist í London. Maren 1886­1961. Giftist við Hans av Reyni í Havn. Carl Daniel Pauli 1888­ 1965. Flutti til Danmarkar. Katrine Sofie 1892­1942. Flutti til Danmarkar. Armgard Maria 1897­ 1966. Giftist við Nap­oleon Olsen (1899­1982). Tey fingu trý børn. Eitt sonur er Regin Olsen, sum var stjóri í Sjóvinnubankanum, og ein dóttir er Mia, kona Aksel Mortensen. Keldur: Ættarbókin hjá Egholm­ ættini. Johan Restorff Jacobsen. Skómakarin, sum ikki bert helt seg til sín leist Jens Egholm: ÓLI JACOBSEN olij@sosialurin.fo Sum kunnugt er ein stór Egholmætt í Føroyum, og hetta sæst eisini aftur í gamla kirkjugarði í Havn. Ein í ættini Jørgen Svensson hevur skrivað ein bók um hesa ætt. Hon telur meira enn 250 síður við hópi av nøvnum av eftirkomarum hjá fyrstu Egholmarunum Seinasta hósdagur var heiligdagur og kemur hendan grein í dag Jens og Sophie Malvine fingu níggju børn. Tey liggja í kirkjugarðinum saman við fýra teirra Hans og Ragnhild fingu bert trý ár sum gift JENS EGHOLM 14. APRÍL 1853-10. MAJ 1912 SOPHIE MALVINE EGHOLM 11. AUGUST 1851-24. JULI 1923 THOMAS EGHOLM 8. OKTOBER 1880-4. MAJ 1917 HANS EGHOLM 20. FEBRUAR 1884-5. AUGUST 1921 AXEL VIGGO EGHOLM 15. FEBRUAR 1890-27. OKTOBER 1915 MARIE LOUISE EGHOLM 8. JUNI 1884-11. NOVEMBER 1925 Á steininum stendur ein kvørkveggja, sum er rættuliga sjáldsamur í kirkjugarðinum Tummas gjørdist bert 27 ára gamal