hósdagur 8. mai 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 87 - 8. mai 2008
15
Jákup á Lava og tøkkin
frá gandakellingini
Jacob Tauser Olsen á Lava
var føddur 3/8-1845, og er
hann sostatt yngstur av
børnunum hjá Óla Petersen
Lavesen og Onnu Mariu
Thomasdatter. Hann varð
doyptur í Havnar kirkju
tann 24/8-1845 og fermdur
í hesi somu kirkju 15/4-
1860. Hann giftist við
Elsebeth Hansen, ættað úr
Funningsstovu í Havn, fødd
28/8-1846.
Hon var elsta dóttir Hans
Paula Hansen í Funnings-
stovu, føddur/doyptur 6/4-
1815 og konuna Johannu
Catrinu
Johannesdatter,
fødd 1/4-1824. Teirra heim
varð Funningsstova úti á
Reyni, sunnan fyri ”Ydun”.
Heimið hjá Jákupi Tauser
og Elsebeth lá sunnalaga í
”Kielerkanalin”
og
ber
navnið ”á Lava”. Húsini
vórðu seld núverandi eig-
aranum Adolfi Rubeksen í
1945. Jákup Tauser Olsen á
Lava var traðar- og útróðrar-
maður, og hansara fyrsta
trøð varð tinglýst 1/2- 1872
saman við henni hjá Sámal
á Kák, sum var granni
hansara. Við sliti og áhaldni
eins og við vánaligum reið-
skapi eftir nútíðar máti,
ruddaðu og dyrkaðu teir
mongu traðarmennirnir her
í Havn grýtut hagalendi til
grønar fløtur við vøkrum
laðaðum grótgørðum uttan-
um, sum tá í tíðini var eitt
satt prýði fyri bý okkara.
Tíverri eru hesar vøkru
grønu fløturnar og teir
vakurt laðaðu grótgarðarnir
ikki longur til í dag.
Var við at stovna
Dúgvuna
Jákup á Lava var ein av
teimum monnum, sum var
við til at stovnað avhalds-
felagið ”Dúgvuna” saman
við Djóna Isaksen í Geil og
øðrum havnarmonnum.
Umframt at vera traðar-
og útróðrarmaður, var hann
eisini politistur ella ”jekari”
við Havnar skansa saman
við so mongum øðrum
havnarmonnum, sum høvdu
skyldu at gera tænastu við
nevnda skansa.
Gandakellingin lønti
gott við góðum og …
Meðan Jákup á Lava gjørdi
tænastu á skansanum, helst
um ár 1877, var tann tiltikna
gandakellingin Sára Malena
Thomasdatter úr Skúvoy
sett í skansan, tí hon var
søgd at duga gand.
Sára var fødd 25/10-
1832, dóttir Tummas á
Dunganum, og giftist hon í
1853 við Sámali Mortensen
úr Húsavík, sum gekk
burtur á báti 30/4-1870
Eina náttina hevði Jákup
á Lava vakt á skansanum.
Samstundis
hevði
hann
eisini ábyrgdina og eftirlit
av fanganum Sáru Malenu.
Tá hava tey sitið og prátað
saman. Tað er ikki óhugs-
andi, at tey hava kenst.
Eldri bróðir Jákups, Aug-
ustinus ella Agga, var giftur
út til Skúvoyar, haðani Sára
Malena var ættað.
Í hesum sambandi hevði
Jákup latið henni upp í eina
pípu av tubbaki, tí henni
dámdi so væl at roykja.
Hetta átti hann helst ikki at
hava gjørt, tá strangar reglur
vóru galdandi fyri, hvat ein
fangi og ein fangavaktari
kundu loyva sær.
Meðan tey soleiðis sita
og práta saman, kemur
óvæntað ein av yvirmonn-
unum út á skansan og kundi
hann
beinanvegin
lukta
tubbaksroyk inni í klivanum
hjá Sáru Malenu. Yvir-
maðurin spyr beinanvegin
Jákup, um hann hevði givið
henni loyvi til at roykja,
sum var strangliga bannað.
Jákup, sum kvikliga hevði
tikið pípuna frá henni, segði
við yvirmannin, at hann
hevði sjálvur roykt eina
pípu av tubakki fyri ikki at
sovna. Hann hevði beint
frammanundan verið inni í
klivanum hjá fanganum.
Hetta lat yvirmaðurin sær
so siga og var ikki tosað
meiri um hetta.
Tá ið Jákup soleiðis móti
morgni var avloystur og fór
heim av vaktini, gekk hann
framvið klivanum hjá Sáru
Malenu. Tá segði hon við
hann, ”at hetta sum tú sýndi
mær í nátt, skal tú ikki hava
gjørt fyri onki. Eg vil løna
tær tað aftur. Eg veit, at tú
er ein dugnaligur útróðrar-
maður. Nú tú fer til útróðrar,
tá ið tú fer av skansanum,
vil eg siga tær, at tú vil fáa
ein fong, sum ongin annar
útróðrar- ella havnarmaður
nakrantíð hevur fingið ella
vil fáa aftaná teg”.
Hetta hugsaði Jákup ikki
meiri um, men fór sum
hann var vanur til útróðrar.
Tá ið hann kom út fyri
”Skansatangan”, var hann
so heppin at fáa ein hval,
sum beint tá hevði rent seg
uppá tangan.
Eftir áðurnevndu frásøgn,
sum er frá Viderø, skuldi
hetta vera ein døglingur,
sum kom Jákupi væl við, tá
lønin á skansanum sum
politistur ikki man hava
verið tann stóra.
Eisini varð sagt av teim-
um gomlu á Lava, at ein
dagin var henda sama Sára
Malena til forhoyr í ting-
húsinum, sum tá lá yviri í
Gongini. Tá ið hon á leiðini
kom framvið Kongabrúnna,
har nakrir unglingar stóðu,
tók ein teirra ein seið, sum
hann tveitti eftir henni og
rakti hana á kjálkan. Tá
skuldi hon venda sær við
og siga við tann sum blak-
aði, ”at har sum tú hevur
rakt meg, skal tú sjálvur fáa
svian at føla”. Tað gekk
ikki long tíð, til hesin
unglingurin fekk ein stóran
svøll á kjálkan, sum ikki
grøddist aftur, hóast hann
fór til Danmarkar at fáa sær
heilsubót.
Sostatt
doyði
hann av svøllinum. Sára
Malena doyði 13/6-1903
úti í Skúvoy.
Fingu fimm synir
Jákup Tauser Olsen á Lava
doyði 17/9-1914 og Elsupa
Hansen í Funningsstovu
doyði 12/9-1935. Tey áttu
fimm synir.
Teir vóru Óli f. 1871,
Johan Frederik f. 1876,
Andreas f. 1878, Hans Pauli
f. 1882 og Jens f. 1885.
Jens er grivin í gamla
kirkjugarði og fara vit at
koma aftur til hansara.
Kelda:
Johan Restorff Jacobsen
Lavafólkini eru sera kend í Havn. Men at forfaðir tey nógvu av teimum
hevur verið í holt við eina gandakelling vita tey flestu kanska ikki. Vit hava
søguna um Elspu og Jákup á Lava, sum liggja í gamla kirkjugarð í Havn
ÓLI JACOBSEN
olij@sosialurin.fo
Teir fremstu steinarnir á
myndini eru hjá teimum
báðum Elspu t.v. og Jákup
á Lava. Tey liggja ikki lið
um lið, men so nær, at
steinarnir kunnu fáast á
somu mynd.
Jacob Tausen Olsen og Elsebeth Catrine Fredrikke Hansen
Húsini á Lava
Næstu ferð:
Komandi frásøgn verður
um Poul í Geil
Á skansanum, tá skotið verður á føðingadegi kongs
Havnar skansi. Á myndini síggjast tær gomlu kanónirnar