hósdagur 8. mai 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 87 - 8. mai 2008
Tónleikur
Budam vóru fyrst á pallin.
Síðani Orca. Eftir Orca
komu Gestir. Og endað
varð við Boys in a Band.
Tað er lítil ivi í, at Orca og
Boys in a Band áttu mest
ógvusliga aftursvarið frá
áhoyrarunum í salinum.
Tey vórðu fullkomiliga
blást um koll av hesum lív
ligu og spennandi fram
førslunum; kanska serliga
Orca við oljutunnunum,
fløskuorgulinum, pelabassi
num og restini av teimum
merkverdugu ljóðførunum,
ið menninir spældu so
meistaraliga á. Festivalfyri
skiparar og fjepparar ann
ars flokkaðust um Orca
aftaná framførsluna, og teir
hava longu nú fingið upp
til fleiri avtalur í hús.
Orca fer beint
í hjartað
JeanLouis Brossard, ið
hevur verið tónleikastjóri
fyri franska, alternativa
tónleikafestivalin Trans
Musicales í Fraklandi
síðani 1979, var á staðnum.
Hann var blivin somikið
hugtikin av Orca, tá hann
hoyrdi fløguna hjá teimum,
at hann beinanvegin book
aði bólkin á næstu skránna
hjá festivalinum, sum
verður 4., 5. og 6. desemb
er. Konsertin hetta kvøldið
gjørdi hann bara enn meira
sannførdan um sína skjótu
avgerð.
Eg fekk boð frá Christ
ian Hald Buhl um, at eg
mátti koma á Atlantic
Soundscapes at hoyra
føroyska tónleikin, ið
skuldi framførast har.
Christian veit um mín alsk
fyri slíkum tónleiki, ið
Orca spælir, so hann sendi
mær eina fløgu av bólki
num og bað meg endiliga
koma yvir at hoyra teir
live. Eg fekk fløguna, eg
lurtaði og hugdi at DVD
fløguni, og eg varð seldur.
Tað er ótrúligt so nógv
teir hava gjørt fyri at skapa
hetta konseptið, og so eru
bæði tónleikur og show
framúr væl úr hondum
greitt. Eg gleði meg at fáa
teir yvir til Trans
Musicales at vísa fram. Og
eg ætli mær eisini at gera
nógv burturúr. Ætlanin er,
at teir skulu koma yvir í
eina viku ella tvær og hava
eina ordiliga røð av konsert
um á og rundanum festi
valin. Tí hetta konseptið er
ikki at forsmáa. Og tað
hevur stóran týdning, at tað
verður eksponerað ordiligt.
Tað fer at krevja nógv
bæði av mær og av teimum
at fáa teir yvir, men Orca
er tónleikur, ið fer beint í
hjartað hjá mær. Tað er ein
bólkur, ið eg trúgvi nógv
uppá, og eg ætli avgjørt at
gera mítt fyri at fáa skipað
teimum ein so góðan tón
leikatúr til Fraklands, sum
yvirhøvur gjørligt, segði
JeanLouis Brossard.
Má sleppa til Føroyar
Hinir tríggir bólkarnir,
sum framførdu har, vóru
ok, men tað var serliga
Orca, ið eg var komin fyri
at hoyra, so restin var ikki
so áhugaverd fyri meg.
Men teir skulu eiga eitt, og
tað er, at eg keddi meg
ongantíð! Og tú kanst ætla,
at eg havi verið til nógv
keðilig showcase tiltøk
ígjøgnum árini! Og so var
suppan, sum vit fingu
(fiskasúpanin hjá Birgir
Enni, blaðkv.) ræðuliga
lekkur. Mær dámdi eisini
væl grindina, og haldi
yvirhøvur, at maturin var
ógvuliga góður.
Eg siti nú aftaná til
takið eftir við einari øgi
liga sterkari sannføring
um, at eg skal til Føroyar.
Eftir alt, sum eg havi upp
livað til Atlantic Sound
scapes. Eg skal til hetta
landið hjá tykkum, kosta
hvat tað kosta við. Og eg
gleði meg ótrúliga nógv,
sigur JeanLouis stórsmíl
andi við meg, tá samrøðan
er liðug, og hann reisist og
fer avstað.
Orca longu fleiri
avtalur í hús
Afturat hesari avtaluni við
JeanLouis hava Orca
fingið booking avtalu í lag
við sama felagið, sum Jack
Johnson og Coldplay hava
í Hollandi, nevniliga The
Alternative. Booking
felagið NADA í Belgia
hevur eisini fingið fatur á
bólkinum, og so er góður
møguleiki fyri, at teir skulu
skriva undir sáttmála við
eitt tað týdningarmesta
distributiónsfelagið í
Belgia, sum eitur Bang.
Fleiri onnur hollendsk
Føroyskur tónleikur
hot í Belgia
Orca, Budam, Gestir og Boys in a Band framførdu um
vikuskiftið á føroyska sýnisgluggatiltakinum Atlantic
Soundscapes í Belgia, ið varð skipað av føroysku sendistovuni
í Brussel, Norðurlandahúsinum og SamVit. Uml 100 umboð úr
tónleikavinnuni og politikki úr nógvum ymsum londum vóru
savnað saman at hoyra bólkarnar í væl umtókta spælistaðnum,
Berschshouwburg í sentrum í Brussel. Men hvat søgdu hesi
umboðini um tónleikin, og hvat er komið burturúr tiltakinum?
Hesum spurningum svarar eygleiðarin hjá Sosialinum í dag
Sum skilst á lagnum, eru
festivalar, ið høvdu umboð
á Atlantic Soundscapes,
farnir at ringja eftir
Budam, men har er einki
endaliga staðfest enn
Mynd: Olivier Donnet
Boys in a Band
vóru ekstremt
væl upplagdir
hetta kvøldið og
fingu ordiliga alt
at kóka
Mynd: Olivier
Donnet