hósdagur 8. mai 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 87 - 8. mai 2008
17
Viðmerkingar til tónleikasíðurnar? Hugskot til tónleikatíðindi?
Skriva til sunneva@sosialurin.fo
Lagt til rættis:
Sunneva H. Eysturstein
sunneva@sosialurin.fo
feløg vísa áhuga fyri teimum. M.
a skulu teir 30. august spæla á
einum av størstu festivalinum
har, og skulu tá deilast um pall
við eitt nú Babyshambles, Kate
Nash og Mogwai. Ein annar
stórur nordiskur showcase festi
valur í Hollandi hevur eisini
bookað Orca at spæla tann 25.
oktober, umframt at kenda
hollendska teaturið Maaspoort
ætlar at fáa fingrarnar í teir.
Sum skilst á lagnum, eru
festivalar eisini farnir at ringja
eftir Budam, men har er einki
endaliga staðfest enn.
Helvtin imponeraði
Eg helt, at Orca og Boys in a
Band høvdu okkurt at bjóða
uppá, men eg vil tó ikki siga, at
eg ikki havi hoyrt tónleikin hjá
teimum fyrr. Orca hevur bara
nakað serligt yvir sær, sjálvt um
eg ikki haldi bólkin vera so
einstakan, sum onkur vil gera
hann til. Og so hava Boys in a
Band tveir ordiliga góðar sangir,
sum er rættiliga positivt. Hinir
báðir bólkarnir søgdu mær einki,
legði Phillipe Decoster hart út
við at fortelja mær, tá eg spurdi
hann, hvat honum dámdi fram
førslurnar. Philippe umboðaði
bæði stóra belgiska útgávufelag
ið 62TV Records og stóra belg
iska distributiónsfelagið Bang.
Tað er m.a hjá hesum felagnum,
at belgiski bólkurin dEUS, sum
nú er heimskendur og hevur selt
meira enn eina millión fløgur
kring heimin, gav út sína fyrstu
fløgu. Bang breiðir út tónleik í
eitt nú Belgia, Fraklandi, Bretl
andi, Amerika og Japan.
Men hvat inntrykk hevur tú
fingið av Føroyum og føroyska
tónleikamarknaðinum? spurdi eg
hann so.
Tað veit eg ikki. Eg havi bara
hoyrt fýra bólkar. Og eg haldi
slett ikki, at tónleikur gongur út
uppá, hvar hann kemur frá. Eg
lurti eftir hvørjum sangi sær, og
um eg finni ein sang, sum mær
dámar onkrastaðni innímillum,
kanni eg bólkin nærri. Eg helt
ikki sum so, at eg hoyrdi nakað
serføroyskt við bólkunum, sum
framførdu á Atlantic Soundscap
es. Eg haldi í grundini slett ikki,
at eg hoyrdi nakað, sum eg ikki
havi hoyrt fyrr. Men eg við tó
siga, at Orca vóru mest áhuga
verdi bólkurin, um eg skal hugsa
í serstøkum, etniskum høpi.
Tað kann eisini gera tað sama,
hvar tónleikur kemur frá. Bara
tónleikurin er góður. Sjálvt um
mann ofta heldur, at t.d íslendskur
tónleikur er ordiliga íslendskur, so
er hann tað í grundini ikki. Tað er
bara øgiliga lætt at definera tað
sum verandi »íslendskt«, tá tú
frammanundan kennir onkran
bólk harfrá. Eingin bólkur er so
serstakur, at hann kundi komið frá
Mars. Og tað vóru hesir fýra
føroysku heldur ikki.
Síðani ravmagnið
Her í Belgia er ei heldur nakar
so ógvusliga serligur bólkur.
Síðani ravmagn bleiv uppfunnið,
er tónleikur allastaðni farin at
ávirkast globalt, og alt ljóðar eitt
sindur av øllum í dag. T.d Budam
er blues í minum oyrum. Tú ánar
ikki, hvar bólkurin kemur frá,
fyrr enn onkur sigur tær tað. Tað
er heldur ikki Budam, sum hevur
uppfunnið slagið, men tað er
bara teirra útgava av tónleiki
num. Boys in a Band eru ræðu
liga kul, men tað er eisini bara
garasjurokkur, og tú veist heldur
ikki, hvar teir koma frá, fyrr enn
tú fært tað at vita.
Sum sagt haldi eg heldur ikki,
at tað hevur nakað at siga, so
leingi tónleikurin kemur frá hjarta
num. Og tað vóni eg, at hann ger
hjá hesum fýra bólkunum, sigur
Phillipe avgjørdur at enda.
Tá eg tosaði við Phillipe, hevði
hann enn ikki kannað við bakland
inum hjá sær, um teir skuldu sign
era nakran bólk, men nú er komið
í ljós, at distribusjónsfelagið Bang
hevur tikið Orca til sín.
Ymsar men væl
nøgdar meiningar
Aftursvarið frá teimum ymsu
umboðunum fyri tónleik og poli
tik, ið luttóku á Atlantic Sound
scapes, var ógvuliga varierandi.
Summi vóru meira ovfarin enn
onnur, men sum heild vóru øll
væl nøgd við tiltakið og høvdu
fingið okkurt burturúr.
Tað riggaði hjá okkum at fáa
hetta blást upp í pressuni, at fáa
vakt ans fyri tiltakinum og før
oyskari mentan. Vit gjørdu tað
rætt, sikkurt tí at vit hava tikið
tað í álvara. Tað hevur ávirkað
tey, ið vit hava tosað við, soleiðis
at tey eisini hava tikið tað í álv
ara, og á tann hátt hevur umtala
og forvitni uttanifrá bara vundið
uppá seg ígjøgnum síðsta mán
aðin, greiðir Christian Hald
Buhl, ein av fyriskiparunum frá
føroysku sendistovuni í Brussel,
væl nøgdur frá.
Vit fóru frá at hava 40 til at
hava 100 bransjufólk á gesta
listanum, og tað er ein gigantisk
hækking. Vit hava eisini fingið
fatur á teimum røttu fólkunum í
tónleikavinnuni; frá ordiliga
stórum feløgum, sum viga tungt
og hava heimskend nøvn undir
veingjunum hjá sær. Tað er stutt
sagt fantastiskt, at vit hava klárað
at savna so nógv týdningarmikil
fólk saman. Vit hava fingið nógv
ynskir uppfylt, og tað verður
spennandi at síggja úrslitið um
nakrar vikur, tá allar avtalur fara
at vera komnar í hús, og vit
ordiliga kunnu taka samanum
tað, ið er hent. Higartil eri eg í
øllum førum væl nøgdur og kann
ikki annað enn gleðast um,
hvussu tiltakið er eydnast.
Uppdatering fylgir
Vit fylgja við og prenta tað her í
blaðnum so hvørt sum fleiri
úrslit av Atlantic Soundscapes
koma í ljós. Inntil víðari kanst tú
lesa meira um tað á myspace.
com/atlanticsoundscapes.
Boys in a Band vóru síðsti bólkurin, ið
framførdi, og fólk vóru so við uppá tað,
at teir máttu upp aftur á pallin at spæla
eykanummar. Tað bleiv til tøkulagið »Baby
Blue« í Elvis Prestley stíli.
Mynd: Olivier Donnet
Magnus Piano Johannessen.
Mynd: Olivier Donnet
Orca var tann bólkurin, sum kanska ikki heilt uttan grund
imponeraði áhoyrararnar mest við teimum løgnu og hugtakandi
ljóðunum og ljóðførunum.
Mynd: Olivier Donnet
Orca hava longu fingið fleiri avtalur í lag við
bookingfeløg, distribustiónsfeløg og festivalar í Belgia,
Hollandi og Fraklandi.
Mynd: Olivier Donnet