Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-08, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mai 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 87 - 8. mai 2008 ] SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Í hesum umfarinum vórðu bara átta mál skorað og fyri fyrstu ferð í trý ár endaði tað tvær ferðir málleyst Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo At tað gongur móti sumri kendist væl, nú 6. umfar í Formula deildini var á skrán­ ni. Umfarið varð spælt í bes­ tu fótbóltslíkindum higartil í ár, og tað skal stór optimis­ ma at ímynda sær, at líkind­ ini kunnu verða eins góð næstu ferð, tá ið umfarið verður avgreitt yvir fleiri dagar. At fótbóltsdystir eru á skránni gerandiskvøld hev­ ur higartil í ár víst seg at vera áskoðarligt plettskot. Á­skoðarar úr høvuðsstaðn­ um, ymsa staðni frá í Eyst­ uroy og ikki minst úr Klaks­ vík vóru at síggja í Gøtu týskvøldið og eisini í Runa­ vík mánakvøldið. Leyst oddalið EB/Streymur er oddalið eftir seks umfør. Teir í EB/ Streymi mettu sigurin í Runavík sera týdningarmikl­ an. Nú er gloppið aftur til favorittarnar í HB tvey stig, og sjálvandi vóna teir í Sundalagnum, at tað skal gerast nógv størri enn so. Í fyrraárið var EB/Streymur tíggju stig frammanfyri HB, tá ið tað ikki vóru so ógvu­ liga nógv umfør eftir. Men kortini megnaði HB so at siga á mállinjuni at taka teir aftur og gerast meistari. Nógv kann venda øðrvísi í oktober, enn tað vendir nú. Men í løtuni eru tað ÍF og hesi bæði liðini, sum tykjast hava mest í sær. Spurningurin hjá fleiri er ivaleyst, hvussu leingi fugl­ firðingar fara at megna at halda fram soleiðis, sum teir eru byrjaðir í ár. Higartil hava eingi tekin verið um, at teir ikki skulu halda fram við fína og hugflogsríka spælinum. Á­ hvítusunnu fer Formula deildin at halda frí. Einastu fótbóltsdystirnir 2. hvítu­ sunnudag verða seinnu hálv­ finalurnar í steypakapping­ ini. EB/Streymur má rokn­ ast sum favorittur á heima­ vølli ímóti B71, meðan tað er púra opið í Gundadali, har útgangsstøðið millum grannarnar er málleysið javnleikurin í 1. hálvfinal­ uni. Turrgelt HB Serliga hjá HB hevur tað síðstu vikurnar gingið illa at finna meskarnar í mót­ støðumálunum. Men tað er synd at siga, at talan sum heild var um nógv mál í 6. umfari. Samlaða máltalið var átta, og helmingurin av málunum vórðu skorað í Fuglafirði. So lágt hevur máltalið ikki verið síðani um jóansøkuleitið í fjør. Í 14. umfari í fjør vóru úrslit­ ini KÍ­HB 0­2, VB/Sumba­ NSÍ 1­2, Skála­GÍ 0­1, B71­AB 1­0 og B36­EB/ Streymur 1­0. Mál vórðu skorað í øllum fimm upp­ gerðunum, men samlaða máltalið var átta. Eisini í 18. umfari í fjør, sum varð spælt 12. august, vórðu bara átta mál skorað. Tá vórðu úrslitini B71­VB/ Sumba 0­0, AB­NSÍ 0­2, GÍ­KÍ 0­1 og Skála­B36 0­ 2. Í hesum umfarinum end­ aði tað málleyst bæði í B36­Skála og Víkingi­HB. Ikki síðani í 2. umfari í 2005 hava tveir dystir endað málleysir. Ta ferðina vóru tað dystirnir TB­B36 og EB/Streymur­Skála, sum endaðu málleysir. Samlaða máltalið higartil í ár er 81. Samlaða dystar­ talið er 30. Miðalmáltalið er sostatt 2,7. Undanfarnu árini hevur miðtalið verið hægri. Tað kundi boðað frá, at tað í ár verður lagdur upp­ aftur størri dentur á ikki at tapa, enn tað verður lagdur á at royna at vinna. Men nú fáa vit at síggja. So soltið sum sjáldan Svimjarar úr Havnar Svimjifelag kappað­ ust um vikuskiftið í stóru altjóða swimji­ stevnuni Danish Inter­ national Swim Cup 2008 Svimj­ing Tíðindaskriv Einir 1.800 svimjarar úr øll­ um Evropa vóru við til hesa stevnu, sum var skipað sum ein bólkakapping, t.v.s. at svimjarar føddir sama ár kappaðust hvør móti øðr­ um. Onkrar kappingar vóru tó skipaðar sum opnar kapp­ ingar, har øll kappaðust móti øllum, tó uppbýtt í kvinnur og menn. Havnar Svimjifelag, sam­ an við einum foreldrabólki tók fyrr í ár stig til hesa ferð­ ina, fyri at svimjararnir hjá felagnum skuldu hava nak­ að venja fram ímóti, og at minnast aftur á, nú lands­ liðsarbeiðið hevur ligið í dvala, og einki røkist fyri at hesir svimjarar nakrantíð kunnu kalla seg landsliðs­ svimjarar. Ikki kann annað sigast enn at væl gekst í Danish International Swim Cup 2008. Nógvir av svimjarun­ um betraðu munandi um svimjutíðir sínar, aðrir vun­ nu sær bronsunálina, sum er atgongumerkið til FM 2008, og uppaftur aðrir vun­ nu sínar kappingar. Foreldrabólkurin, venj­ ararnir Kristian Martin Joensen og Janus Olsen, saman við teimum 24 svimj­ arunum: Dánjal Hofgaard Hestoy, Jákup Símun Jac­ob­ sen, Andrass Thomsen, Han­ us á Tjaldrafløtti Vester­ gaard, Ólav S Petersen, Elsa Sára Djurhuus, Dagmar M Winther, Guðrun Holm Jac­obsen, Bjørg Seloy, Lis­ beth L Joensen, Høgni Miné, Rúni Eliasen, Jaspur Houmann Midjord, Hjarnar Tórðarson, Jákup Klein Hansen, Magnus Jákupson, Jóhan H Erlingsson, Teitur Skoubo Nolsøe, Ragnhild P Østergaard, Tummas J Danielsen, Óli Mortensen, Janus Eystberg Hofgaard og Markus Joensen fingu eina ógloymandi ferð og nógv góð úrslit heimaftur við. Magnus Jákupson skaraði framúr, og vann hann gull­ heiðursmerki í 200 blandað og 200 rygg, og silvur­ heiðursmerki í 100 blandað, 50 rygg og 100 rygg. Høgni Miné vann sær gullheiðursmerki í 100 rygg, silvurheiðursmerki í 50 rygg, eitt 4. pláss í 100 blandað og eitt 5. pláss í 25 rygg. Guðrun Holm Jac­obsen vann gullheiðursmerki í 50 m frí og bleiv nr 6 í 25 frí. Bjørg Seloy bleiv nr.7 í finaluni í 100m rygg. Óli Mortensen og Hjarnar Tórðarson vunnu sær bronsunálina, og sleppa nú við til FM, har teir skulu svimja ta grein bronsunálin var vunnin í. Næsta kappingin, sum er tann seinasta í ár hjá svimjar­ unum, verður vikuskiftið 16­18 mai, tá skipað verður fyri FM. Gott svimji- hál í Esbjerg Tríggir málleysir javnleikir á rað hava kostað hjá HB, sum nú hevur mist oddasessin til EB/Streym Mynd: Álvur Haraldsen