hósdagur 8. mai 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
[ Nr. 87 - 8. mai 2008 ]
Ringið til forsetan
Leygardagin 24. mai fáa Føroyar nýggjan ÍSF-forseta.
Nýggjur ÌSF-forseti verður antin Annsy Høghamar ella
Sølvi Reinert Hansen, sum eru tey bæði valevnini til ÍSF-
forsetasessin. Ítróttarfólk, nevndarlimir í ítróttarfeløgum
og onnur áhugað fáa nú høvið at stilla spurningar til bæði
valevnini. Annsy Høghamar og Sølvi Reinert Hansen
verða gestir í Seinnapartssendingini á Rás2 fríggjadagin,
eftir tíðindini kl. 15. Tá ber til at ringja inn á tlf.nr. 31 13
31 og stilla viðkomandi spurningar til Annsy og Sølva.
So er ikki at lata hetta høvið frá sær.
Lokala loysnin tykist
bera til betri úrslit,
enn teir í VB/Sumba
høvdu ímyndað sær,
at tað skuldi bera til
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Kappingarárið er framvegis
ungt. Tað er langt til síðst í
oktober, og tað kann væl
vera, at tað í næstbestu fót-
bóltsdeildini fer at venda
eitt sindur øðrvísi, tá ið 27
umfør fara at vera spæld.
Higartil hevur kappingin
verið eitt sindur óruddulig.
Orsaka av illveðri bíðar eitt
umfør, sum verður spælt nú
leygardagin, og orsaka av
altjóða dystum seinni í
summar hava onkur feløg
spælt fleiri og onnur færri
dystir í 1. Deild.
Fegnir vágbingar
Men tað er einki at ivast í,
at tað er VB/Sumba, sum
hevur fingið mest sannfør-
andi byrjanina. Eftir fleiri
ár við nógvum útlendskum
spælarum flutti liðið í fjør
niður. Teir í sunnaru helvt í
Suðuroy góvu til kennar, at
teir ógvuliga fegnir vildu
vera við til at manna eitt fel-
ags suðuroyarlið. Tað vóru
fleiri í norðaru helvt, sum
eisini vóru fyri hesum, men
málið fall á aðalfundi í TB,
og so verður spælt í tveim-
um liðum úr Suðuroy í næst-
bestu deildini.
Ábendingarnar úr Vági
hava verið greiðar um, at
teir ikki ætlaðu at spenna
bogan høgt. Gamli miðvall-
arin Jón Pauli Olsen er venj-
ari, og gamli málmansveter-
anurin, Bjarni Johansen,
sum nú er formaður í felag-
num, og sum legði handsk-
arnar á hillina í fyrraárið, er
aftur millum stólparnar.
Higartil hevur gingið upp
á stás hjá VB/Sumba, og eftir
2-0 sigurin á Sevmýri í
góðveðrinum í gjárkvøldið,
tók onkur vágbingar til – í
skemti – at nú tykist sum
um, at liðið hjá teimum fer at
koma í uppflytingarvanda!
Undir øllum umstøðum
er VB/Sumba oddalið við
fullum stigatali. Grannaupp-
gerðin á Sevmýri var væl
vitjað, og tað var intenst og
spennandi, hóast TB longu
eftir hálvan tíma misti mál-
verjan, Ivan Stojkovic, eftir
at hann sum aftasti maður
hevði felt Dan Djurhuus.
Pól Thorsteinsson umsetti
úr ellivu metrum ímóti Oliv-
uri Abrahamsen, sum var
farin í TB málið.
Hóast TB var undirmann-
að, so góvust heimamenninir
ikki. Fleiri vandamiklar
hornasparksstøður stóðust í
2. hálvleiki, men Bjarni
Johansen, Pól Thorsteinsson
og hinir í VB/Sumba veruni
hildu tætt, og í yvirtíðini
skoraði Kenneth Kjærbo til
2-0, og harvið er VB/Sumba
sannførandi oddalið, meðan
TB eftir tvey tap á rað datt
niður á triðja pláss.
Vestur móti
uppflyting
07 Vestur flutti við trivalig-
um 8-1 sigri á teimum
næstbestu hjá Víkingi upp á
uppflytingarpláss, og við 4-
2 heimasigri á NSÍ nærkast
AB nú teimum, sum kappast
um tvey tey ovastu plássini
og harvið uppflytingina.
Leygardagin fer AB at taka
ímóti TB,
meðan VB/
Sumba skal í Gundadal at
spæla ímóti HB.
Við trivaligum 3-0 sigri á
Toftum mikukvøldið styrkti
HB um sína støðu í kapp-
ingini um heiðursmerkja-
plássini. Tá ið HB liðið er
væl mannað – og tað er tað
oftast í Gundadali – er
møguleiki fyri góðum úrslit-
um ímóti øllum hinum.
KÍ tapti stórt í tveimum
teimum fyrstu umførunum í
Sørvági og í Vági. Síðani
hevur KÍ vunnið tríggjar
ferðir. Hesa ferð var tað í
Streymnesi, har Leon Bjarta-
líð aftur taldist millum mál-
skjúttarnar. KÍ sigurin var 3-
2, og fýra mál vórðu skorað í
sambandi við deyðbólts-
støður. Hjá heimaliðnum
skoraði Dánjal Davidsen
bæði málini. Mánakvøldið
var hann fyrstu ferð millum
teir fyrstu ellivu á besta liðn-
um. Hjá KÍ skoraði unglinga-
spælarin Eli Simonsen, sum
hevur vunnið sær pláss á
besta KÍ liðnum, tvær ferðir.
EB/Streymur, B68 og
NSÍ stríðast fyribils í botn-
inum, meðan Víkingur fram-
vegis er leysur frá teimum
niðastu. Leygardagin verð-
ur Víkingur partur av fyri
vánirnar at sleppa undan
botninum týdningarmiklari
uppgerð í Klaksvík.
AB-NSÍ 4-2 (4-1)
1-0: Dion Splidt 13.
2-0: Tróndur Sigurðsson 22.
2-1: Øssur Dalbúð 24.
3-1: Dion Splidt 38.
4-1: Tróndur Sigurðsson 44.
4-2: Øssur Dalbúð 71
TB-VB/Sumba 0-2 (0-1)
0-1: Pól Thorsteinsson br 32.
0-2: Kenneth Kjærbo 90.
Reytt kort: Ivan Stojkovic, TB, 31.
07 Vestur-Víkingur 8-1 (2-0)
1-0: Andrzej Stretowicz 27.
2-0: Gunnar Haraldsen stút 40.
3-0: Sjúrður Ellefsen 47.
4-0: Tór Ingar Akselsen 50.
4-1: Bárður Hansen 55.
5-1: Andrzej Stretovic 60.
6-1: Tór Ingar Akselsen 63.
7-1: Kim Poulsen 76.
8-1: Kim Poulsen 87.
B68-HB 0-3 (0-2)
0-1: Tummas Hans Rubeksen 36.
0-2: Pætur Jørgensen 40.
0-3: Páll M. Joensen 87.
EB/Streymur-KÍ 2-3 (1-1)
1-0: Dánjal Davidsen 42.
1-1: Leon Bjartalíð 45.
2-1: Dánjal Davidsen 48.
2-2: Eli Simonsen 58.
2-3: Eli Simonsen 76.
Leygardagin 10. Mai
AB-TB
HB-VB/Sumba
KÍ-Víkingur
B68-07 Vestur
EB/Streymur-NSÍ
FAKTA um dystin
TB trýsti í longum løtum av
dystinum á Sevmýri, men
tað var VB/Sumba, sum
streyk avstað við stigunum í
lokaluppgerðini
Mynd: Áki Bertholdsen
Vágbingar
eru púra
ovfarnir
Máltindurin
1. deild
Johan Eivind R. Mouritsen
TB
8
Tróndur Sigurðsson
AB
7
Tór-Ingar Akselsen
07 Vestur
5
Allan Mørkøre
AB
5
Leon Bjartalíð
KÍ
5
Olivur Abrahamsen
TB
5
Jens Erik Rasmussen
07 Vestur
4
Kim Poulsen
07 Vestur
4
Birgir Jørgensen
VB/S
4
Finnur Justinussen
Víkingur
4
1. deild
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 VB/S
5
5
-
0
-
0
18
4
14
15
2 TB
6
4
-
0
-
2
20
3
17
12
3 07 Vestur
5
4
-
0
-
1
24
10
14
12
4 HB
6
3
-
1
-
2
13
5
8
10
5 AB
5
3
-
0
-
2
22
8
14
9
6 KÍ
5
3
-
0
-
2
9
18
-9
9
7 Víkingur
5
2
-
1
-
2
6
18
-12
7
8 B68
5
1
-
0
-
4
6
12
-6
3
9 EB/S
6
1
-
0
-
5
4
26
-22
3
10 NSÍ
6
0
-
0
-
6
7
25
-18
0