hósdagur 8. mai 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 87 - 8. mai 2008 ]
Formaðurin í
Dómarafelagnum
er nøgdur um
úrskurðin, sum
hann heldur setir
eitt mark fyri, hvat
tú kanst siga og ikki
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Petur Reinert er samdur í,
at linjan hjá FSF higar til
ikki hevur verið nóg greið,
tá um ræður leikbann av
disciplinerum ávum. Og í
so máta skilir hann væl,
um
fugufirðingar
og
Bartal Eliasen harmast
um úrskurðin, sum varð
gjørdur í gjár. Men hann
heldur fyrst og fremst, at
tað ræður um at líta fram
eftir.
Hetta eru jú viðurskifti,
sum eru galdandi í øllum
londunum kring okkum,
og tí er tað upp á tíðina, at
hetta verður gjørt hjá okk
um. Tá tú vísir á hini
dømini, so er tað sjálvandi
óheppið, at avleiðingarnar
hava verið ymiskar, men
vit hava so valt, at vit vilja
ikki legga orkuna í hesi.
Tað, sum eg haldi vera
týdningarmikið, er, at vit
við hesum hava sett eina
striku í sandin. Nú er tað
sligið fast, at tú kanst ikki
úttala teg akkurát, sum
tær lystir, og eg ivist ikki
í, at tað fer at ganga long
tíð, áðrenn vit aftur hava
eitt líknandi dømi, sigur
Petur Reinert.
Og fyri okkum hevði
tað stóran týdning, at hetta
fyribrigdið
varð
kvalt
longu í føðingini. Enn eru
so bara spældir 56 dystir.
Tú kanst ímynda tær,
hvussu støðan var, um
einki varð gjørt, og vit so
byrjaðu at taka mál upp,
tá
2324
dystir
vóru
spældir.
Eru beinleiðis
Petur Reinert sigur tó, at
hann skilir væl, at ÍF og
Bartal Eliasen kenna seg
snýttar, nú ein spælari hjá
teimum fær tveir daga
leikbann fyri nakað, sum
ikki hevur kostað áður.
Lat meg fyrst siga, at
hvørki dómarar ella FSF
hava nakað sum helst
ímóti Bartali ella ÍF. Og
fyri teir er tað ógvuliga
óheppið, at spælarin verð
ur fangaður beinleiðis við
eini slíkari útsøgn. Eg eri
vísur í, at var talan um
nakað, sum hann hevði
úttala seg til ein skrivaðan
miðil, so hevði útfallið
ikki verið tað sama. Tá
hevði hann havt møguleika
at tosa við blaðfólki, tá
pulsurin var komin nakað
niður, soleiðis at útsagnir
nar kundu verið dempaðar
nakað. Tann møguleikan
hevur tú ikki, tá tú í hitan
um eftir ein dyst skalt
beinleiðis í luftina.
Og lat meg eisini und
irstrika, at hetta ikki snýr
seg um, at spælarar ikki
kunnu úttala seg um dystir
ella døming. Fjølmiðlarnir
hava sjálvandi sína upp
gávu at røkja, og eitt hart
úttalilsi kann sjálvandi
skapa eina góða yvirskrift.
Hava dómarar gjørt nakað
lort, so er kritikkur sjálv
andi upp á sítt pláss, men
tá má gerast sakligt og við
eitt sindur av sømiligheit.
Og tað er nú heldur ikki
altíð, at miðlarnir eru
rætta staðið at gera sínar
viðmerkingar, sigur Petur
Reinert.
Ein strika
í sandin
Formaðurin í
Kappingarnevndini
er sannførdur um, at
FSF eigur at tala at
og møguliga revsa, tá
persónlig álop verða
gjørd. Men hann
viðgongur treytaleyst,
at linjan má vera nógv
greiðari, enn hon
higar til hevur verið
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Dømini her á síðuni tala sítt
týðiliga mál. Tað hevur
verið mest sum tilvildarligt,
hvat hevur fingið avleiðing
ar og ikki, tá spælarar og
venjarar hava gjørt sínar
viðmerkingar til tað, sum
hevur gingið fyri seg á vøll
inum. Ikki minst, um orð
eru follin um avrikið hjá
svartklædda manninum á
vøllinum.
Kann ikki góðtakast
Sveinur Tróndarson, for
maður í Kappingarnevndini,
er eisini skjótur at svara
játtandi, tá vit spyrja hann,
um hann skilir tey, sum
siga, at linjan hjá FSF hevur
verið trupul at síggja.
Avgjørt. Og eg eri
kanska eisini ein av teimum,
sum sjálvur hava fýlst á
hetta. Tí har skal sjálvandi
vera ein linja fyri, nær
revsing fellur og ikki. Tekur
tú tey dømini, sum tú nevnir
her á síðuni, so vil eg siga,
at tað, sum Ronnie segði í
fjør, kanska ikki er so ringt.
Tað er meira tekin um ein
frustreraðan spælara. Onnur
av dømunum eru hinvegin
beinleiðis persónlig álop,
og tey hvørki kunnu ella
eiga vit at góðtaka.
Men fyri ein part eru tey
góðtikin fyrr. Eisini hóast
FSF longu í mai mánaði í
fjør hevur samtykt lógar
grein, har tað verður sagt,
at hetta skal fáa avleið
ingar?
Nú eri eg nýggjur í
nevndini, og tí fari eg ikki
at siga, hví nøkur ting eru
gjørd ella ikki fjør. Tað,
sum vit hava gjørt í hesum
førinum, er at kanna, hvussu
gjørt veðrur í grannalondum
okkara, og har verður slíkt
ikki góðtikið.
Men er tað ikki ein keði
lig avgerð, tá reglurnar eru
samtyktar í fjør, og tit nú
brádliga handlað eftir teim
um, uttan at ein útmelding
er komin við t.d. kappingar
byrjan, har dentur verður
lagdur á hetta?
Sum sagt, so kommenteri
eg ikki, hví nakað ikki er
Hetta setir k
Tað snýr seg ikki um at geva munnkurv. Men spælarar og onnur mugu vita, at vanligur
fólkasiður eisini er galdandi, tá tú tosar um dómaraavrik, sigur Sveinur Tróndarson
Bartal fær tveir daga
leikbann
Kappingarnevndin hjá FSF hevur givið Bartal Eliasen
tveir daga leikbann fyri útspilling. Útsagnirnar, sum
dómurin snýr seg um, komu eftir dystin hjá ÍF í Runavík.
Tá segði Bartal millum annað, at dómarin dugdi hvørki at
floyta ella at renna, og at maðurin við floytuni gjørdi sær
fyri skommum á vøllinum. Kappingarnevndin tók málið
upp seinasta fríggjadag, og eftir at ÍF hevði gjørt sínar
viðmerkingar, varð málið viðgjørt á fundi týs og
mikudagin.
Tora ikki at tosa
Tá ÍF í gjár fekk úrskurðin um leikbannið hjá Bartali
Eliasen, var formaðurin í felagnum alt annað enn fegin.
Men hann vildi kortini ikki gera viðmerkingar til tað,
sum hann hevði fingið at vita frá FSF. – Eg má siga, sum
er, at eg eri fratørur. Men eftir tað, sum nú er hent, so tori
eg slettis ikki at gera nakrar viðmerkingar yvirhøvur,
sigur Dan Petersen, formaður í ÍF.