Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-08, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mai 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 87 - 8. mai 2008 ] røv Útsagnirnar hjá Bartali Eliasen um dómaraavrikið eru einki eindømi. Niðan fyri eru savnað nøkur dømi frá teimum báðum seinastu kappingarárunum. Viðmerkt er eisini, um hetta fekk avleiðing ella ikki. 26. apríl 2006: Eftir dyst millum HB og B36 kemur øði í B36-venjaran, Sigfríð Clementsen, tá hesin heilsast við dómaran eftir dystin. Einki stendur í dómarafrágreiðingini um hendingina, men Kappingarevndin gevur venjaranum leikbann í ein dag fyri atburðin. Enntá uttan at hava havt hoyringsfreist í málinum. 7. mai 2006: B68 hevur tapt 3-2 á útivølli móti VB/ Sumba. Eftir dystin sigur B68-venjarin, Jóannes Jakobsen, at dómarar halda seg vera ein lítlan Messias á vøllinum. FSF reagerar ikki upp á útsagnirnar. 5. august 2007: - Dómarin hevði frammanundan gjørt av, hvør skuldi vinna hendan dystin, sigur Christian Lundberg, eftir at hann og GÍ hava tapt 3-1 í Runavík í einum dysti, har danin helt seg hava uppborið í minsta lagi eitt brotsspark. FSF reagerar ikki upp á útsagnirnar. 26. august 2007: - Tá dómarin hevur bestemmað áðrenn, hvør skal vinna, so er tað forbannað ringt hjá B36 at gera nakað, sigur Kurt Mørkøre, tá B36 hevur spælt 2-2 móti KÍ í einum dysti, har Jákup Mikkelsen verður rikin av vølli stutt fyri hálvleik. FSF reagerar ikki upp á útsagnirnar. 16. september 2007: - Mín meining er so, at ein slíkur dómari sjálvur skuldi fingið leikbann í fleiri dagar, sigur Ronnie Samuelsen, tá hann og EB/Streymur hava tapt 1-0 móti NSÍ í einum dysti, har Hans Pauli Samuelsen verður rikin av vølli. FSF reagerar ikki upp á útsagnirnar. 30. apríl 2008: - Hann dugur hvørki at floyta ella renna ella nakað, sigur Bartal Eliasen um dómaran í dystinum hjá ÍF í Runavík. Trý brotsspørk verða dømd í dystinum, og Bartal heldur hesi hava virkað til dómarin gjørdi sær fyri skommum. Kappingarnevndin hjá FSF tók málið til viðgerðar, og í gjár boðaði nevndin frá, at Bartal Eliasen fær tveir daga leikbann fyri ósømiligan atburð. NØKUR DØMI Føroyar standa í stað Á nýggja FIFAstyrkislistanum eru Føroyar framvegis nummar 194, meðan Danmark nú er aftanfyri bæði Svøríki og Noreg og bara eitt pláss frammanfyri Finnland. Broytingarnar eru sammett við fyri einum mánað síðani fáar og smáar á FIFA styrkislistanum, sum júst nú er kunngjørdur. Føroyar vóru fyri mánað síðani nummar 194, og Føroyar eru framvegis nummar 194. Fyri einum mánað síðani var stigatalið 14, og tað er tað framvegis. Á plássinum frammanfyri Føroyar er framvegis Macau við 16 stigum, og á plássinum niðanfyri Føroyar er framvegis Comoros, sum framvegis hevur 13 stig. Heldur ikki í toppinum eru serligar broytingar. Argentina er ovast, og Brasil er nummar tvey. Á næstu plássunum eru Italia, Spania, Týskland, Tjekkia, Frakland, Grikkaland, Portugal, Holland, Ongland, Rumenia, Kroatia, Ghana og Skotland. Svøríki, sum er fremsta Norðurlandið, er nummar 23 (+1), Noreg er nummar 29 (-1), og Danmark er nummar 33. Finnland er nummar 34, og Ísland er á 85. plássi (+1). At broytingarnar eru fáar og smáar kemst fyrst og fremst av, at ógvuliga fáir landsdystir hava verið á skránni seinasta mánaðin. gjørt áður. Men í slíkum føri mugu vit tala at. - Men samstundis for- pliktar hetta. Tað er ræðu- liga týdningarmikið, at vit nú leggja eina linju, og hendan skal haldast. Við støði í tí, sum áður er hent, so skilji eg, um fólk ikki hava álit á hesum, men hjá okkum ræður so um at halda fast. Og um neyðugt prógva linjuna, um líknandi útsagnir koma. Fólkaligheit Sveinur Tróndarson leggur afturat, at talan í ávísan mun tykist vera um ein keði- ligan tendens í atburðinum hjá spælarum mótvegis dómarum. - Eg fari ikki at siga, at eg nú skal kollvelta nakað sum helst innan FSF. Men út frá givnu fortreytunum valdu vit at taka hetta málið upp. Vit hava eisini dømi í ár, har ein spælari hevur fingið fýra daga leikbann fyri at kasta ein bólt eftir dómar- anum, og tað er slíkt, sum vit ikki kunnu góðtaka. Men tað dømi er væl við- gjørt eftir tí, sum dómarin hevur skrivað í sína frá- greiðing. Og ikki út frá tí, sum er sagt um dómaran eftir dystin? - Tað er rætt. Men hyggur tú at punkt 8, sum vit hava grundgivið okkara viðgerð við, so snýr hetta sum atburð hjá spælarum, venj- arum, hjálparfólkum og annars øllum, sum onkurs- vegna varða at spælinum. Og tá talan er um persónligar útspillingar av spælarum, so mugu vit tala at. - Og lat meg endiliga sláa fast, at hetta snýr seg ikki um at geva nøkrum munn- kurv. Allir partar skulu sjálvandi tola kritik. Men tað hesin má vera sakligur og ikki áleypandi. Og sjálv- andi hjálpir tað eisini, um hann verður avleveraður á rætta stað. Og hetta snýr seg heldur ikki um, at dóm- arar skulu friðast. Hetta snýr seg í stóran mun, at spælarar og onnur skulu duga púra vanligan fólkasið, sigur Sveinur Tróndarson, sum at enda eisini sigur, at spælarar í fremstu deildun- um mugu vísa ábyrgd í so máta. - Loyva vit slíkum útsagn- um at fara framvið, so kunnu vit ikki standa bilsin, tá ungir spælarar brádliga sýna keðiligan atburð. So ella so eru spælararnir í fremstu deildini fyrimyndir, og við hesum fylgir eisini ein ábyrgd, sigur Sveinur Tróndarson. Dómarabókin Feløg GK RK Stig ÍF 19 3 28 B71 12 2 18 B68 13 0 13 KÍ 9 1 12 NSÍ 11 0 11 Skála 11 0 11 Víkingur 11 0 11 B36 10 0 10 EB/S 5 1 8 HB 7 0 7 Spælarar Símin Hansen B71 1 2 7 Alexander Jovevic ÍF 0 2 6 Balazs Sinko ÍF 1 1 4 Rodrigo KÍ 1 1 4 Vali Miela Skála 4 0 4 Egil á Bø EB/S 0 1 3 Bartal Eliasen ÍF 3 0 3 Frank Poulsen ÍF 3 0 3 Høgni Madsen ÍF 3 0 3 Andy Olsen NSÍ 3 0 3 Hans Jørgen Djurhuus Víkingur 3 0 3 Niclas Niclasen Víkingur 3 0 3 Dómararnir GK RK Stig Dystir Miðal Rúni Gaardbo 20 2 26 5 5,20 Páll Augustinussen 5 0 5 1 5,00 Eiler Rasmussen 18 0 18 4 4,50 Ransin N. Djurhuus 20 1 23 6 3,83 Petur Reinert 19 0 19 5 3,80 Jens Petur Brattalíð 17 0 17 5 3,40 Lars Müller 13 0 13 4 3,25 Í yvirlitunum telur fult kort 1 stig. Reytt kort telur 3 stig. Í yvirlitinum yvir dómarar eru tað bert beinleiðis reyð kort, ið telja sum reytt 8. ÓHØVISKUR ATBURÐUR/MÁLBURÐUR Í SAMBANDI VIÐ DYST OG VENJING - Leikarar, venjarar, leiðarar og onnur, sum í sambandi við dyst ella venjing, vísa óhøviskan atburð mótvegis leikarum, leiðarum, venjarum, dómarum, áskoðarum ella øðrum, skulu vanliga hava leikbann 1-3 dystir, um tað ikki er grundarlag fyri enn longri banni. - Felag kann eisini fáa revsing um áskoðarar tess vísa óhøviskan atburð. Um leiðari ger seg skyldugan í óhøviskum atburði, kann felagið verða sektað við bót.“ FAKTA