hósdagur 8. mai 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 87 - 8. mai 2008
tíðindi
Stutt Sagt
Harðari
revsingar
Ræðuleikarnir í kjallaran
um hjá Josef Fritzl hava
nú havt við sær, at eystur
rísksku myndugleikarnir
ætla sær at herða revsing
ina fyri kynsligan ágang
og lógarbrot av slíkum
slagi. Alfred Gusenbauer,
kanslari, segði í gjár, at
umframt harðari revsing
skulu allar upplýsingar
um tey, ið fremja kyns
ligan
ágang,
goymast
nógv longri enn higartil,
og tey sleppa ikki at røkja
ávís størv ella at ættleiða
børn. Kanslarin duldi ikki
fyri, at tað vóru ræðuleik
arnir í kjallaranum hjá
Josef Fritzl, sum høvdu
fingið stjórnina at taka
nýggju stigini. Hann segði
seg vóna, at broytingarnar
kunnu fáa gildi í seinasta
lagi á nýggjárinum.
Vil ikki
sendast
heim
Polska ákæruvaldið vil
fegið hava fatur á Premys
law Plank, sum er í
Íslandi, tí hann er undir ill
gruna fyri morð í heim
landinum.
Póllendingar
hava tí spurt um at fáa
mannin útflýggjaðan úr
Íslandi, og býarrætturin í
Reykjavík skal nú taka
støðu til, um grundarlag
fyri fyri at ganga áheitan
ini á møti. Premyslaw
Plank hevur sjálvur boðað
frá, at hann vil ikki heim
aftur, og tí er lítið at ivast
í, at hann fer at leggja mál
ið fyri íslendska hægsta
rætt, um býarrætturin í
Reykjavík ger av at senda
hann av landinum. Løg
málaráðið í Reykjavík
hevur gjørt av at ganga
polsku áheitanini á møti,
og ger dómsvaldið tað
sama, koma polskir løg
reglumenn til Íslands eftir
Premoslaw Plank, skrivar
Morgunblaðið.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
-Tað er umráðandi, at vit halda somu kós sum
higartil, tí hon hevur víst seg at vera tann rætta
(Vladimir Putin)
útlond
Amerikanskir
myndugleikar
vilja vera við, at
melduródnin Nargis
hevur kravt umleið
100.000 mannalív í
Burma
Upplýsingarnar, sum vit
hava fingið, benda á, at
talið á deyðum kann vera
umleið 100.000 og kanska
oman fyri tað, sigur Shari
Villarosa, sum er ovasti
amerikanski diplomaturin á
amerikonsku sendistovuni í
Burma.
Melduródnin gjørdi ser
liga stóran skaða í Irra
waddyósanum, og tað er
eisini har, at nógv flest
mannalív eru farin. Shari
Villarosa sigur við amerik
anskar fjølmiðlar, at umleið
95 prosent av øllum húsum
og bygningum í økinum í
og kring ósan eru oyðiløgd,
og at støðan hjá teimum,
sum framvegis eru á lívi
har, er syndarlig.
Útlendskir hjálparfelags
skapir bera ótta fyri, at
umfarssjúkur kunnu fara at
gera um seg, tí tørvurin á
reinum vatni er ovurstórur.
CNN sigur, at fólk í tíggju
túsundatali hava einki reint
vatn, og tey hava lítið og
einki at eta.
Stýrið undir trýsti
ST, ES og USA hava lovað
at hjálpa Burma við peng
um, men tey hava ikki álit
á, at hernaðarstýrið fer at
brúka pengarnar til at hjálpa
teimum raktu.
Samstundis sýta myndug
leikarnir fyri at lata fremm
and hjálparfólk sleppa inn í
landið. Felagsskapinum av
asiatiskum londum, Asean,
heitti í morgun á hernaðar
stýrið um at taka av til
boðnum um hálp.
Ein millión fólk mugu
fáa hjálp beinanvegin, segði
talsmaðurin
hjá
Asean,
Surin Pitsuwan, við Reuters.
Hann legði afturat, at fleiri
Aseanlond
leggja
stórt
trýst á stýrið í Burma fyri at
fáa tað at lata dyrnar upp
fyri altjóða hjálp og hjálp
arfólki.
Dmitrij Medvedev
lovar at tryggja
mannarættindini
og at bøta um
gerandisdagin hjá
russiska fólkinum
Tað kom ikki óvart á
nakran, tá nývaldi russiski
forsetin, Dmitrij Medvedev,
nýtti sína fyrstu røðu sum
forseti til at vissa áhoyrar
arnar um, at hann fer at
halda fram á somu politisku
kós sum undanmaðurin Vla
dimir Putin. Hann vissaði
eisini áhoyrararnar um, at
hann fer at tryggja russiska
fólkinum
mannarættindi,
og at hann fer at leggja seg
eftir at gera gerandisdagin
hjá russum lættari.
Dmitrij
Medvedev
er
tann triði russiski forsetin,
síðani Sovjetsamveldið datt
sundur, men hóast tað er
hann, sum situr í landsins
ovasta
embæti,
sleppur
hann ikki undan at lurta
eftir undanmanninum, sum
í dag hevur tikið við sum
forsætisráðharri.
Tað er sera umráðandi,
at vit halda somu kós sum
higartil, tí hon hevur víst
seg at vera tann rætta, segði
Vladimir Putin í sínari frá
faringarrøðu. Mong halda,
at í veruleikanum eru tað
framvegis Putin og hansara
sameindu, sum sita við
róðrið í Kreml. Men eyg
leiðarar vísa samstundis á,
at Putin er sera væl umtóktur
í Russlandi, og at tað kann
koma eftirmanninum til
góðar.
Nargis kravdi 100.000 mannalív
Meiri enn ein millión fólk í Burma mistu hús og heim í melduródnini
(Mynd: Polfoto)
Politiska kósin verður ikki broytt
Nýggi russiski forsetin, Dmitrij Medvedev
(Mynd: Polfoto)