mikudagur 4. juli 2001síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 125 - 4. juli 2001
gult22 cyan22 magenta22 svart22
Rúni Weihe er bara 20
ára gamal, men er
kortini liðskipari á
manslandsliðnum í
flogbólti. Hann hevur
ætlanir um at royna
seg uttanlands og tað
er ikki óhugsandi, at
tað verður í Suður-
amerika, men í fyrsta
umfari eru tað
Oyggjaleikirnir, sum
standa fyri durum og
triðjaplássið skal
verjast, sigur Rúni
FLOGBÓLTUR
Manslandsliðið í flogbólti,
sum skal til Oyggjaleik-
irnar á Isle of Man, er eitt
rættiliga ungt lið. Gamaní
er stamman samansett av
leikarum
við
drúgvum
royndum, men tað eru teir
ungu leikararnir, sum síggj-
ast best.
Men hóast leikararnir eru
ungir eru teir ikki blankir
allir samlir, minni enn so.
Ein, sum í hvussu er ikki
kann teljast millum teir
óroyndu, hóast hann er
ungur, er Rúni Weihe. Hó-
ast hann bara er 20 ára
gamal hevur hann leikt
fleiri enn 20 landsdystir, og
nú hann fer til Oyggjaleikir,
er tað sum liðskipari valdur
av liðfeløgunum.
Stór framtíð
Tað er ein byrða at leggja á
herðarnar á einum so ung-
um leikara, men hann
smæðist ikki burtur. Í so
máta hevur hann breiðar
herðar, tí ungi havnarmað-
urin hevur leikt flogbólt síð-
ani hann var tólv ára gamal,
og tí veit hann, hvat spælið
gongur út uppá.
Spurdur, hvørjar vónir
hann hevur fyri kappingina
á Man, sigur Rúni, at málið
altíð eigur at vera at vinna
kappingina, men at tað kann
fara at gerast torført, tí
bólkurin, sum føroyingar
eru endaðir í, er harður.
Knallharður.
- Saaremaa hevur havt
eitt sera gott lið seinnu árini
og stillar Cayman Island
upp við sterkasta liðið, so
hevur eingin nakran kjans
móti teimum. Teirra sterk-
asta lið er í einum flokki
fyri seg. Seinast møttu teir
við nøkrum góðum leikar-
um og onkrum minni góð-
um, og tí endaðu teir á
sjeynda plássi, greiðir Rúni
frá.
Hóast Rúni heldur, at
føroyska liðið, sum hesaferð
fer til Oyggjaleikir ikki er
so sterkt sum undanfarin ár,
so heldur hann at tað eru
góðir framtíðarmøguleikar í
liðnum. Ungu leikararnir
skulu haldast til, og helst
einasti máti at gera tað upp
á er við at lata teir sleppa at
royna seg til slíkar kapp-
ingar.
Ætlar sær av
landinum
Tey, sum kenna Rúna og
spæl hansara vita, at hann
ofta hevur verið nógv
skaddur, og hann váttar
eisini, at so hevur verið.
Men seinastu tvey árini
hevur gingið betri og or-
søkin, sigur Rúni, er at
hann hevur vant stabila
venjing. — Eg haldi, at
venjingini hini árini hevur
verið ov ógvuslig og skift-
andi, og tað hevur givið mær
trupulleikar. Tvey tey sein-
astu árini hava vit vant sta-
bila venjing og tað hevur
givið kroppinum tíð at koma
seg, greiðir Rúni frá.
Hann leggur afturat, at
venjarin á landsliðnum —
hann er eisini venjari í
felagnum hjá Rúna — eigur
størstu æruna av, at hann er
sloppin so rímuliga snikka-
leysur seinnu bæði árini.
Men her fyri fór ryggurin
kortini heilt av lagi.
- Eg havi fingið at vita, at
muskulatururin í rygginum
helst er ovbyrjaður og tí
knýtti hann seg allur sum
hann var. Nú havi eg gingið
til viðgerð nakrar ferðir og
tað sær út til at tað fer at
koma upp á pláss, sigur
Rúni.
Sum sagt er Rúni ungur
maður og sum hjá so mong-
um teirra, liggur hugurin til
at fara av landinum at royna
seg. Heldur ikki í so máta
er Rúni nakað undantak.
Hann spælir næsta árið í
Fram, men so verður leiðin
løgd av landinum.
- Eg ætli at royna meg
uttanlands, men hvar tað
verður er sjálvandi tengt at,
hvar í verðini gentan og eg
enda. Vit ætla okkum til
Suðuramerika at arbeiða og
verður tað til nakað, so fari
eg at royna meg í Suður-
amerika. Tað er ein rimmar
avbjóðing tí flogbóltur er
næststørsta ítróttargreinin
aftaná flogbóltin, so tann
møguleikin má ikki sleppa
óroyndur framvið, greiðir
Rúni frá.
Eftir heiðusmerkjum
Um tað verður til tað, av-
hongur tó nógv av, um unn-
usta hansara kemur víðari
við sínum ætlanum í Suður-
amerika. Ger hon ikki tað
fara tey bæði til Danmarkar
og so verður tað danska
kappingin, sum stendur fyri
stavn. Men tað er eisini
spennandi heldur Rúni.
- Mær stendur í boði at
spæla við Frederiksberg
Volley, har Sigmundur av
Teigum leikar framman-
undan. Jesper Brix, sum
vandi landsliðið fyri tveim-
um árum síðani, er venjari
har, so tað ljóðar bara heilt
spennandi, sigur Rúni.
Men áðrenn tað standa
Oyggjaleikirnir fyri stavn
og hóast Rúni ætlar sær
heiðursmerki heimaftur við
sær, so er hann so mikið
realistiskur, at hann veit, at
stórar forðingar liggja á
vegnum.
-
Málið
er
at
fáa
heiðursmerki og fáa vit tað
eiga vit at vera nøgdir,
sigur hann at enda.
Liðskiparin hevur stórar ætlanir
Liðskiparin á flogbóltslands-
liðnum hjá monnum, sum
her sæst í dysti fyri Fram,
hevur góðar vónir, nú
Oyggjaleikirnir standa fyri
framman
C
M
Y
K
22
Nr. 125 - 4. juli 2001
23
gult23 cyan23 magenta23 svart23
Nú verður farið undir fyrstu oljuboringar-
nar í leitifasuni. Tey 12 oljufeløgini, sum hava
fingið loyvi at leita eftir olju í Føroyum,
hava stovnað eitt vinnugreinafelag, "Føroya
Oljuídnaðarbólkur", stytt til FOÍB.
Atlanticon hevur umsitingina hjá FOÍB um
hendi. Tann, sum verður settur í starvið, fer
at arbeiða innan FOÍB umsitingina.
Viðkomandi kann eisini koma at arbeiða
við øðrum uppgávum hjá Atlanticon.
Uppgávur
• avtala og fyrireika fundir og seminar
• arbeiða innan kunningartænastu
• journalisera
• vera samskipari tá ymiskt tilfar skal
gerast
• annað skriviarbeiði hjá felagnum
Førleiki
• duga at arbeiða miðvíst og sjálvstøðugt
• hava góð samstarvsevni
• duga væl at skriva føroyskt
• duga at tosa og skriva enskt
• hava útbúgving sum akademiøkonomur,
Sprøk, HD e.l. ella hava drúgvar royndir
innan umsiting
Setanartreytir
Tann, ið settur verður, kann byrja 1. august
ella skjótast gjørligt eftir henda dag.
Løn eftir avtalu.
Nærri upplýsingar fáast frá Janet Fríðu
Johannesen ella Hilmar Eliasen, tel 319685.
Umsóknin skal vera Atlanticon í hendi í
seinasta lagi 23. juli 2001.
Umsóknin verður at senda til :
Spennandi starv
innan umsiting
Bryggjubakki 4, tel 319685, fax 319185
Postboks 263, FO-110 Tórshavn
e-mail: atlanticon@atlanticon.fo
www.atlanticon.fo
Team 85 • 316511
Transocean
framløga
Felagið TRANSOCEAN, sum eigur boripallin
Sovereign Explorer,sum Statoil og Amerada Hess
hava leigað til at bora eftir olju í summar, kemur
til Føroya at vitja hósdagin.
Í sambandi við vitjanina fer Asbjørn Olsen,
marknaðarstjóri hjá Transocean,
at hava
framløgu um felagið, arbeiði hjá felagnum í
Føroyum í dag og um arbeiði í framtíðini,um olja
verður funnin.
Oljuvinnufelagið, í samstarvi við Atlantic Supply
Base,bjóðar í hesum sambandi øllum virkjum við
áhuga í oljuvinnuni,og myndugleikum,sum hava
við oljuvinnuna at gera, til framløguna.
Framløgan verður:
fríggjadagin 6. juli klokkan 16:00 í Glyvra
skúla
Eftir framløguna verður høvi hjá luttakandi at
síggja Atlantic Supply Base.
Boðast skal frá luttøku í seinasta lagi hósdagin
5. juli hjá Vinnuhúsinum, telefon 311864
Oljuvinnufelagið
Vinnuhúsið
Heilsuhjálpara-
felag Føroya
Skrivstovan er stongd vegna summarferiu frá
mánadegi 9. juli, opið verður aftur mánadagin
tann 30. juli.
Nevndin
NetCafé Orion
Í sambandi við at NetCafé Orion møguliga fer at
keypa nýggjar teldur,verða núverandi teldur seldar
fyri spott prísir.
Talan er um 12 teldur, sum verða seldar fyri 7.000,-
pr. stk, skunda tær og ring um tú ætlar at ogna tær
eina teldu fyri hendan spott prís.
NetCafé Orion
Tlf. 216676
Kollafjarðar skúli
Søkt verður eftir lærara til tíðaravmarkað starv
við Kollafjarðar skúla at undirvísa fulla tíð skúla-
árið 2001/2002.
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Før-
oya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið í lønar-
flokkunum frá 18.1 til 27.4.
Umsóknir skulu vera skúlanevndini í hendi í sein-
asta lagi á middegi mikudagin 11.07.2001.
Kollafjarðar skúlanevnd
v/ Arnbjørn Kristiansen
410 Kollafjørður
Starvsfólk til
kaffistovuna í
Føroyahúsinum
Kaffistovan í Føroyahúsinum er miðdepilin í húsin-
um, hagar fólk koma at hitta onnur, á fund, at lesa
bløð, lána bøkur og at keypa sær ein drekkamunn
við einum góðum bita afturvið. Javnan eru eisini
veitslur, brúdleyp og onnur tiltøk at taka sær av.
Førleiki tín:
Søkt verður eftir einum fólki,kvinna ella maður,sum
serstakliga kann vera við til at skapa eina nýtímans,
livandi og hugnaliga føroyska kaffistovu í Keyp-
mannahavn.Tí er neyðugt at tú:
• hevur áhuga fyri vælferð og trivnað hjá
gestunum
• er kreativ/ur, ágrýtin og fryntlig/ur
• er hugað/ur at samstarva við øðrum fólki og
sjálvbodnum í húsinum
• kanst laga teg eftir skiftandi arbeiðstíðum
• dugir at orða teg í talu og skrivt á føroyskum og
donskum eins og at fáast við tøl og tilboð
• dugir at keypa eins væl og at selja vørur og
tænastur
• hevur hug og hegni til matgerð og borðreiðing
Vit kunna bjóða tær:
• spennandi og avbjóðandi starv, har tú kanst seta
tín egna dám á arbeiðslag og umhvørvið
• eitt arbeiðspláss, har tú hittir nógvar landsmenn
• góð arbeiðskor og løn eftir førleika
• avtalu um frítíð og smáskeið
Upplýsingar um starvið kunna fáast hjá leiðaranum
í húsinum. Umsókn verður send til Føroyahúsið í
Keypmannahavn, Vesterbrogade 17A, 1620 Køben-
havn V. Umsóknarfreistin er 25. juli.
Føroyahúsið í Keypmannahavn
Summarfrí
Sagt skal verða frá, at Almanna- og heilsu-
málastýrið er afturlatið vegna summarfrí í tíðar-
skeiðnum frá 9. juli til 27. juli 2001. Opið verður
aftur sum vanligt mánadagin 30. juli 2001.Tó ber
til at ringja á tlf. 30 40 50 millum kl. 9.00 og 15.00
Almanna- og heilsumálastýrið
Eirargarður 2
100 Tórshavn
Skaddur bilur
til sølu
Vegna P/f Trygd selja vit henda BMW 525 tds, sum
hann stendur, treytað av, at nøktandi boð verður
givið.
Bilurin er frá 1993, hevur koyrt um 185.000 km.
Myndir síggjast á www.bilar.fo
Úrvalsbilar Spf. tlf. 444943 og 217704
Bakkavegur
Fax 444638
530 Fuglafjørður
Teldupost: bilar@bilar.fo
23