mikudagur 4. juli 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 125 - 4. juli 2001
21
gult21 cyan21 magenta21 svart21
Formaðurin í Róðrar-
sambandinum roknar
við, at feløgini neyvan
fara at hava somu á-
hugamál
KAPPRÓÐUR
Jóannes Hansen
Róðrarsambandið er felags-
skapurin hjá róðrarfeløgun-
um. Tað, sum feløgini semj-
ast um, verður broytt. Men
spurningurin er, hvat feløg-
ini kunnu semjast um. At
róðrarfólk og róðrarfeløg
vísa á broytingar, sum
kunnu betra um kappróður
er sera positivt og eitt gott
grundarlag fyri framhald-
andi viðgerð.
Tað er formaðurin í Róðr-
arsambandi Føroya, RSF,
Hannis Joensen, sum gevur
omanfyri
standandi
til
kennar.
Fyri einari viku síðani
segði Martin Venned, sum
telist millum royndastu
kappróðrarmenninar,
og
sum rør við Nevinum Reyða
í ár, at hann helt at talið á
kappróðrum átti at verið økt.
Nú verður kappast í seks
FM kappingum. Martin
helt, at talið átti at verið
hækkað, og hann vísti í tí
sambandinum á, at tað er at
undrast á, at tað ikki verður
kappast á summum av
teimum bestu róðrarøkj-
unum í landinum, tá havt
verður í huga, at veður,
vindur og streymur hava
meiri at siga í kappróðr-
inum, enn teir hava í nakr-
ari aðrari ítróttargrein.
Verður viðgjørt
Hannis Joensen, formaður í
RSF, hevur ikki áður hoyrt
sjónarmiðið, sum Martin
Venned hevði um, at róðurin
á síðstu bygdarstevnuni
undan
norðoyarstevnuni
skuldi verið avgerandi fyri,
hvussu bátarnir verða pla-
seraðir, tá teir skulu rógva í
Klaksvík. Hetta heldur
hann vera sera áhugavert.
Hannis Joensen sigur, at
eitt uppskot er komið til
Róðrarsambandið um at
hækka talið á FM kapping-
um úr seks og upp í sjey, og
at uppskotið fer at koma
fyri á aðalfundinum hjá
RSF, sum verður í heyst:
– Tað er Kappróðrarfelag-
ið NSÍ, sum hevur sent RSF
eitt skriv um hetta. Teir
skjóta upp, at kappróðrarnir
á eystanstevnuni og varma-
keldustevnuni telja við í FM
kappingini á hvørjum ári.
Sum kunnugt so hevur tað
higartil verið soleiðis, at róð-
urin í Fuglafirði hevur talt
við aðru hvørja ferð, og at
róðurin á Skálafjørðinum
hevur talt við aðru hvørja
ferð.
Roknar tú við, at uppskot-
ið fer at verða samtykt?
– Tað hevði verið rættari,
um tað ikki bara vóru teir á
Skálafjørðinum, men eisini
teir í Fuglafirði, sum høvdu
skrivað undir áheitanina
ella uppskotið. Fuglfirð-
ingar mugu eisini vera við
uppá tað, um tað verður
avgjørt, at teirra róður skal
telja við á hvørjum ári, men
tað ivist eg ikki í, at teir
gera, sigur Hannis Joensen,
og hann heldur fram:
– Uppskotið var komið til
RSF, tá vit í februar vóru á
eykaaðalfundi. Málið var
ikki á skránni, men dýpið
varð loddað, og tað vóru
fleiri feløg, sum tóku undir
við uppskotinum.
Ymisk áhugamál
Í síðstu viku sammetti
Martin Venned her í blað-
num kappingina í róðrinum
og
fótbóltskappingina.
Hann vísti á, at bæði kapp-
róðrarfólkið og fótbólts-
spælararnir venja frá stutt
eftir ársskiftið, men meðan
fótbóltsspælararnir kappast
í átjan umførum í lands-
kappingini og harafturat
spæla nógvar dystir í
steypakappingini, so er
kappingartalið hjá kapp-
róðrarfólkunum nógv meiri
avmarkað. Talan er um seks
FM róðrar og so onkrar
róðrar á bygdastevnum.
Martin helt, at nógva
venjingin átti at verið so at
siga lønt við fleiri FM
kappingum. Í hesum sam-
bandi vísti hann á, at t. d.
samferðsluumstøðurnar eru
so mikið batnaðar, tá sam-
mett verður við tíðina, tá
stevnutalið varð ásett, at tað
ikki longur er nøkur forðing
fyri fleiri kappróðrum, og
hann helt, at tað átti at verið
umhugsað, um kappróðurin
altíð skal verða knýttur at
summarstevnunum.
Hvat heldur formaðurin í
RSF um tað?
– Eg eri púra samdur við
Martini í, at umstøðurnar
eru nógv broyttar. Tá vit
róðu fyrrapartin av sjeyti
árunum var ferðingin ein
stórur trupulleiki. Eg minn-
ist onkra ferðina, at Dag-
stjørnan, sum røkti vaktar-
hald undir Føroyum, kom
inn fyri at flyta kappróðrar-
bátar, og at vit løgdu plang-
ar lúnning av lúnning fyri
at fáa pláss til bátarnar. Í so
máta er nógv broytt, og
samferðslan er ikki longur
nøkur forðing fyri fleiri
kappingum.
Hannis Joensen undir-
strikar enn eina ferð, at tað
eru feløgini, sum gera av,
hvussu nógvar kappingar-
nar skulu vera. Hann vísir
á, at um feløgini gera av at
hækka talið til t. d. átta ella
níggju róðrar, so verður
neyðugt at leingja róðrar-
árið, tí tað skal vera møgu-
leiki fyri at hava í hvussu so
er eitt vikuskifti til at taka.
Tað er komið fyri, og tað
kann framvegis koma fyri,
at tað orsaka av vánaligum
veðri ikki verður møguleiki
fyri at rógva bæði leygardag
og sunnudag, og so siga
reglurnar, at tað skal roynast
av nýggjum eitt annað
vikuskifti.
– Men um viljin er til at
broyta hetta, so ber tað til.
Spurningurin er, hvussu tað
verður við viljanum. Eg
rokni við, at áhugamálini
hjá feløgunum eru sera
ymisk. Í feløgunum, har tað
er nógv lív í, og hjá teim-
um, sum tað er høgligt at
koma til ymsu róðrarøkini,
verður áhugin heilt víst
størri at hava fleiri kapp-
ingar, enn hann verður í
feløgum, har tað so at siga
akkurát ber til, soleiðis sum
tað nú verður kappast,
heldur formaðurin í RSF,
sum enn eina ferð undir-
strikar, at tað er sera huga-
ligt, at róðrarfólk koma við
konstruktivum uppskotum
um, hvussu kappróðurin
kann gerast uppaftur meiri
áhugaverdur, enn hann er í
løtuni.
FM-støðan
Niðanfyri verða støðurnar í FM-kappingini í kapp-
róðri prentaðar.
5-mannafør dreingir
Hesaferð
Samanlagt
1 Tjaldrið
5
19
2 Sílið
7
13
3 Blikur
2
12
4 Fípan Fagra
4
9
5 Frúgvin
3
9
6 Havfrúgvin
1
4
6-mannafør kvinnur
1 Páll Fangi
7
21
2 Sølmundur
4
14
3 Jarnbardur
5
12
4 Víkingur
2
7
5 Leirvíkingur
3
5
6 Gongurólvur
5
7 Fortuna
1
1
8 Hvessingur
1
5-mannafør gentur
1 Fípan Fagra
7
21
2 Sílið
5
15
3 Blikur
4
12
4 Tjaldrið
3
9
5 Ørnin
1
4
6 Drekin
2
2
7 Hvassi
2
8 Frúgvin
1
6-mannafør menn
1 Strálan
7
19
2 Sølmundur
5
16
3 Riddarin
4
13
4 Hvessingur
3
9
5 Snopprikkur
4
6 Fortuna
2
2
7 Páll Fangi
2
8 Gongurólvur
1
1
8-mannafør
1 Nevið Reyða
5
19
2 Kvívíkingur
7
15
3 Knørrur
3
13
4 Argjabáturin
4
10
5 Ormurin Langi
4
6 Ørvur
1
3
7 Heiðabáturin
2
2
10-mannafør
1 Havnarbáturin
7
21
2 Eysturoyingur
5
13
3 Vestmenningur
3
13
4 Nólsoyingur
4
9
5 Skálabáturin
2
7
6 Suðuroyingur
1
2
Feløgini gera sjálvi róðrartalið av
Formnaðurin í RSF sigur, at
tað eru feløgini sjálv, sum
avgera talið av FM-róðrum.
– Siga tey átta ella níggju
róðrar, so verður neyðugt at
leingja róðrarárið
21
20
Nr. 125 - 4. juli 2001
gult20 cyan20 magenta20 svart20
Men í Fuglafirði varð
staðfest, at tað fram-
vegis ber til at vinna
við gamla bátinum,
sum nú er 34 ára
gamal
8–MANNAFØR
Jóannes Hansen
Tað er ikki so langt síðani,
at kvívíkingar tosaðu við
bátasmiðin Sámal Hansen.
Ørindini vóru at fáa hann at
smíða teimum eitt nýtt
8–mannafar. Hann er ikki
farin undir arbeiðið enn.
Kvívíkingar arbeiða við
fíggjarliga spurninginum,
og teir rokna við, at tað
verður heilt skjótt, at tað
verður klárt.
At teir hava tosað um at
fáa nýggjan bát kemst av, at
teir halda, at gamli báturin
er vorðin ov tungur. Kvívík-
ingar venja á Vestmanna.
Kommunan eigur gamla
nótaneystið á Válinum, sum
jú hoyrir til Kvívíkar
kommunu, og har stendur
báturin.
–
Undan
stevnunum
plaga vit at seta bátin inn í
garaguna, sum kommunan
eigur her í Kvívík. Har
stendur hann so í tveir dag-
ar og verður turkaður. Vit
hava ikki vigað bátin,
áðrenn hann fer í garaguna,
og tá vit hava tikið hann út
aftur, men tað er ein øgilig-
ur munur á vektini. Tað
kennist, tá vit lyfta og draga
hann.
Hetta sigur Jóan Hendrik
Isaksen, sum er formaður í
róðrarfelagnum í Kvívík.
Hann fegnast um sigurin
hjá hansara monnum í
Fuglafirði og heldur tað
vera hugaligt, at teirra bát-
ur, sum var flotaður fyrstu
ferð í 1967, megnaði at
vinna
kappingina
við
nýggju bátarnar:
– Vit hava verið í einum
aldudali í nøkur ár. Aðrir
enn kvívíkingar hava roynt
seg í bátinum. Tað hevur
ikki roynst væl, og vit hava
tikið ta avgerð, at um fólkið
her á staðnum ikki var við til
at manna bátin, so skuldi
hann ikki flotast.
Umhugsa tit at sleppa
ætlanini at fáa tykkum
nýggjan bát?
– Vit gleðast um, at tað
hevur hilnast so væl í ár.
Teir, sum manna bátin,
ganga høgt upp í tað, og vit
hava roknað við, at tað
skuldi eydnast í hvussu so
er eina ferð í ár. Um vit fáa
nýggjan bát, so verður
møguleikin sjálvandi upp-
aftur størri, og tað ætla vit
framvegis at gera.
Sóu Nevið Reyða
Tá startspurturin var liðug-
ur í Fuglafirði bendi alt á, at
tað skuldi tørna út, sum tað
hevði gjørt á undanfarnu
stevnunum. Nevið Reyða
var fremstur, men á túsund
metra málinum hevði Kví-
víkingur, sum ikki hevði
fingið nakran serligan start,
hug at bjóða av, og mitt í
róðrinum fór Kvívíkingurin
frá Nevinum Reyða.
Nevið Reyða kom fram á
aftur Kvívíkingin, og tá
klaksvíkingarnir vóru teir
fyrru at fara undir enda-
spurtin, gekk skjótt hjá
teimum. Kvívíkingar svar-
aðu aftur, og á málinum var
munurin ein skutur.
– Tá vit komu á mál visti
eg ikki, at vit høvdu vunnið.
Men mitt í róðrinum hevði
eg eitt ánilsi av, at vit vóru
fremstir, tí tá sá eg aftur á
Nevið Reyða.
Hetta sigur Brynjolvur
Petersen, sum er bátsfor-
maður umborð á Kvívíkingi.
Onkur helt, at eldru og
harvið
tyngru
bátarnir
royndust betri, tí lotið var
ímóti?
– Kanska er nakað um
hatta. Men teir gomlu í
Kvívík hava altíð sagt um
okkara bát, at hann gekk
best undan.
Teir umborð á Kvívíkingi
eru millum 16 og 25 ára
gamlir. Teir flotaðu bátin
flaggdagin, og teir siga, at
teir ikki høvdu gjørt nakað
við venjingina framman-
undan:
– Báturin var ikki mann-
aður fyrrenn 24. apríl, sigur
bátsformaðurin.
Manningin á Kvívíking-
inum er fyri ein part
dreingirnir, sum í 1998
vunnu so sera nógv við
Junkaranum. Rene Egilsnes
er róðursmaður. Hann hevur
áður verið við Junkaranum.
Á lærinum eru tveir koll-
firðingar, Regin Petersen og
Jens Kristian Magnussen,
sum báðir hava róð við bát-
unum í Kollafirði. So eru
tað Ivan Forná, sum hevur
verið við Junkaranum, og
Bárður Isaksen, sum hevur
verið sjómaður og tískil ikki
hevur róð nakað serligt.
Brynjolvur Petersen og
Jógvan Petersen eru brøður,
og teir hava báðir verið við
Junkaranum. Á toftini eru
Johan Müller og Jan Suni
Hansen, sum eisini hava róð
áður.
Argjabáturn
megnaði
hesa ferð at stríða seg fram á
triðja plássið. Men enn tyk-
ist nógv resta í, áðrenn bát-
urin, sum tey seinastu árini
hevur vunnið so nógv, fer at
blanda seg upp í stríðið um
fremsta plássið. Tað vóru
einar tvær bátslongdir frá
teimum báðu fremstu og so
aftur til Argjabátin.
Kvívíkingar ætla at fáa
sær nýggjan bát
Sunnudagin hevði
ÍSF kunnandi fund
við sersambondini,
sum hava umboð á
Oyggjaleikunum,
og har vórðu sein-
astu smálutirnir
fingnir upp á pláss
OYGGJALEIKIR
Jákup Mørk
Heldur fyrivarin enn
eftirsnarin, sigur orða-
takið, og tað var allar
helst eisini hetta, sum lá
aftanfyri, tá ÍSF beyð til
fundar sunnudagin.
Luttakararnir á fund-
inum vóru umboð fyri
tær ítróttagreinar, sum
eru við á Oyggjaleikun-
um, umframt at fjølmiðl-
arnir eisini vórðu boð-
sendir.
Eftir at øll fyrst høvdu
fingið venjingarbúnar og
annað til ferðina útlut-
aðar, sessaðust øll við
borðið, og síðani greiddu
umboðini hjá ÍSF frá
teimum
lutum,
sum
kunnu gera seg galdandi
á ferðini.
Kannið tryggingina
Umframt at luttakararnir
vórðu kunnaðir um frá-
ferð, bústað og onnur
praktisk viðurskifti, so
mundi mest áhugaverdi
– og helst eisini mest
neyðugi - parturin verða,
tá tosið fall inn á
tryggingarviðurskifti og
viðurskifti um sjúku.
Viðvíkjandi trygging-
arviðurskiftum varð sagt,
at
deildarsambondini
høvdu ábyrgd av, at íðk-
ararnir vóru nóg væl
tryggjaðir. Viðvíkjandi
teimum, sum hava eitt
arbeiði at gera á ferðini,
er støðan eitt sindur
øðrvísi. Her er nevnliga
neyðugt við serstakari
trygging,
sum
eisini
fevnir um tilburðir, sum
kunnu
íkoma
í
arbeiðsørindum.
Harumframt varð gjørt
vart við, at tað eru ávísar
umstøður, sum kunnu
viðføra, at tryggingin
ikki tekur við, um okkurt
skuldi borist at. Eitt nú
varð nevnt, at um skaði
hendir, og tryggingar-
felagið kann ávísa, at
talan ikki er um nakað
nýtt fyribrigdi, kann
hetta viðføra, at trygg-
ingin ikki tekur við.
Yvirhøvur tykjast ráð-
ini hesum viðvíkjandi at
vera, at tryggingarskjøl-
ini verða gjøgnumgingin
undan fráferðini, soleiðis
at greitt er, nær trygg-
ingin tekur við - og ikki
minst nær hon ikki tekur
við.
Heilivágur
Eftir at greitt frá trygg-
ingarviðurskiftunum,
fekk læknin hjá ÍSF,
Sølvi Winther Olsen,
orðið.
Fyrst greiddi hann frá
teimum dopingreglum,
sum vanliga eru gald-
andi á Oyggjaleikunum.
Hvussu tú kanst fáa lista
yvir ólóglig evni, hvussu
leiðararnir eiga at bera
seg at, um onkur íðkari
tekur medisin o.s.fr.
Viðvíkjandi heilivági
greiddi læknin annars
frá, at í tann mun, sum
íðkarar og ferðafólk van-
liga gera nýtslu av heili-
vági, eiga tey at hava
egnan heilvág við. Hetta
er til dømis galdandi, um
talan er um heilivág fyri
hoyfepur, høvuðpínu og
annað. Sølvi segði tað
vera umráðandi, at fólk
sjálvi høvdu tann heili-
vágin við, sum tey vóru
von at nýta, og eisini helt
hann tað vera eitt gott
hugskot, um somikið
nógv varð tikið við, at tað
ikki ger nakað, um ferðin
gest longri enn ætlað.
Annars vísti læknin
eisini á, at tað í ávísum
førum kann vera neyðugt
at hava sonevnt Scheng-
en-pass, fyri at hava
heilivág við sær, og heitti
hann á fólk um sjálvi at
kanna hetta á apotek-
inum.
Sjúkrakassin
At enda vísti Sølvi á, at
Sjúkrakassin
hevur
somu avtalu við Bret-
land, sum er galdandi
fyri Norðanlondini. Tað
vil siga, at um tað verður
neyðugt at fólk mugu á
sjúkrahús, so kemur
hetta undir somu treytir,
sum eru galdandi, tá
farið verður á sjúkrahús í
Føroyum.
Hann vísti tó á, at tað í
hesum sambandi er al-
neyðugt, at viðurskifitini
við Sjúkrakassan eru í
lagi, at limagjald er
goldið, eins og tað er ein
fyrimunur
at
hava
sjúkrakassanummarið við
sær.
Vónandi verður ikki
neyðugt at gera nýtslu av
tí, sum nevnt er oman-
fyri, men hinvegin ger
tað neyvan nakran skaða,
um luttakararnir eru
fyrireikaðir, soleiðis at at
sleppast kann undan
óneuyðugum trupulleik-
um, um óhapp skuldu
borist at.
Alt er klárt
Hóast 34 ára gamal, so var báturin úr Kvívík fremstur á málið hjá 8-mannaførunum, og sum vera man var frøin stór umborð, tá
hetta varð greitt
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
20