Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. juli 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 125 - 4. juli 2001 19 gult19 cyan19 magenta19 svart19 Vestmenningar vilja hava Róðrarsam- bandið at syrgja fyri, at skipanin við kort- unum verður brúkt, soleiðis sum hon var ætlað 10 MANNAFØR Jóannes Hansen Alt bendir nú á, at Havnar- báturin fer at vinna fyrsta FM heitið síðani 1996. Leygardagin vunnu teir triðja FM róðurin av trim- um møguligum, men mun- urin aftur til næstfremsta bátin var ikki størri enn so, at tað framvegis væl kann hugsast, at havnarmenn fara at fáa kapping um fremsta plássið. Enn eina ferð var tað Eysturoyingurin, sum fekk besta startin. Í undanfarnu kappingunum hava teir um- borð á Eysturoyinginum bara havt orku at kappast við Havnarbátin ein part av róðrarteininum, men hesa ferð góvu teir honum ein skarpan gang allan vegin. Á túsund metra málinum var munurin ein hálv báts- longd, og tá bátarnir vóru farnir um túsund metra málið, svaraðu eysturoy- ingarnir orduliga aftur. Í endaspurtinum var Havnarbáturin drúgvastur. Tað vóru bara hesir báðir bátarnir, sum telvaðust um fremsta plássið. Nólsoying- urin var nummar trý, og Vestmenningurin var nummar fýra. Tað vóru einar fýra bátslongdir frá Eysturoyinginum og aftur til Nóilsoyingin. Skipanin verður ikki brúkt Eftir róðurin hava vest- menningar sent Róðrar- sambandinum skriv, har teir mótmæla, at skipanin við gulum og reyðum kortum ikki verður brúkt, soleiðis sum teir halda, at skipanin varð ætlað til, tá hon í síni tíð kom. Vestmenningar siga seg ásanna, at Havnarbáturin er sera væl fyri í ár. Men teir halda, at høvuðsdómarin eigur at vera meiri aktivur í at stýra róðrinum, enn teir halda, at hann var leygar- dagin. Tað, sum teir sipa til, er, at Havnarbáturin tóktist hava ilt við at halda seg til stavnhaldsboyuna, sum hann skuldi havt stýrt eftir. Hetta siga vestmenningar órógvaði teirra róður. Tá róðurin var liðugur, fekk Havnarbáturin gula kortið fyri at hava stýrt skeivt. Vestmenningar halda, at um kortið var giv- ið tíðliga í róðrinum, so hevði møguleikin verið størri fyri, at allir bátarnir høvdu hildið seg til síns geira. Um onkur bátur tíð- liga í róðrinum ikki hevði tikið boðini og gula kortið frá dómaranum til eftirtekt- ar, so hevði dómarin havt møguleika at kolldømt ein bát, tá hann var komin á mál. Hannis Joensen, formað- ur í Róðrarsambandinum, sigur, at teir hava fingið skriv frá vestmenningum, og at skrivið verður við- gjørt sambært ásetingarnar í reglunum fyri Róðrarsam- bandið. Nevndin í RSF skuldi hava fund í gjár- kvøldið. Ásetingarnar geva ikki møguleika fyri, at nakað kann gerast við sigurin, sum havnarmenn so ruddu- liga vunnu í Fuglafirði. Spurningurin, sum nevndin í RSF skal viðgera, er, um skipanin við kortunum verður brúkt so væl, sum tað í síni tíð var ætlað. Tað hevur tíverri ofta víst seg, at bruni so at siga er komin í kappingina, tá viðurskifti av serligum slagi hava órógvað kapp- róðurin. Sovorðið er altíð harmuligt. – Vit hava fyrireikað róðrarárið væl, og vit tosa ofta við bæði startdómarar og høvuðsdómarar. Koma- ndi leygardag verður kapp- róður í Hvalvík, og vit hava longu verið í sambandi við ábyrgdarpersónarnar, sigur Hannis Joensen, formaður í RSF. Aftur á varmakeldu- stevnuni var nýggi báturin hjá klaksvík- ingum púra leysur, tá hann kom á mál 6–MANNAFØR KVINNUR Jóannes Hansen Tað skal vilja ógvuliga illa til, um kvinnurnar umborð á Páll Fanga hjá klaksvík- ingum ikki vinna FM heit- ið. Kvinnurnar í Klaksvík hava ikki vunnið FM síðani 1990, men um tær vinna FM í ár, so er tað sjálvandi fyrsta ferðin, at tað verður vunnið við tí bátinum, sum tær rógva við í ár. Hann er jú spildur nýggjur. Í Fuglafirði leygardagin gekk tað akkurát, sum tað hevði gjørt í teimum báðu fyrstu FM róðrunum. Tað vil við øðrum orðum siga, at Páll Fangi vann, og at sigurin var sera tryggur. So tryggur var sigurin, at tað er ikki langt við síðuna av at siga, at higartil í hesum róðrarárinum hevur eingin manning víst so sannfør- andi og støðugt avrik sum kvinnurnar umborð á Páll Fanga. Í undanfarnu kappingun- um hevur Páll Fangi verið fremstur beinanvegin. Tað var hann ikki í Fuglafirði. Leirvíkingur, sum er mann- aður í og venur í høvuðs- staðnum, var fremstur í startspurtinum. Tær vóru skutin frammanfyri Páll Fanga, Fortununa hjá vest- menningum, Jarnbard og Sølmund. Men tað var skjótt, at skuturin fór at minka. Páll Fangi tók seg fram, og tá trý hundrað metrar vóru lagdir afturum, var Páll Fangi fremstur. Síðani var eingin spurn- ingur um, hvør skuldi vinna. Heldur var tað ein spurningur, hvussu sann- førandi sigurin hjá Páll Fanga fór at verða. Kvinn- urnar umborð á Páll Fanga hildu seg til sín egna setn- ing alla tíðina. Eingin slapp at órógva tær. Tá hálvur teinurin var rógvin, vóru tær leysar av øllum hinum bátunum, og á málinum var munurin nærri trimum bátslongdum, enn hann var tveimum bátslongdum. Tær næstfremstu Kappingin stóð um hvør skuldi verða næstfremstur. Leirvíkingur fylgdi væl við eina løtu, meðan vest- mannabáturin Fortuna skjótt datt afturat. Tá alt kom til alt, vóru tað gamlir kenningar, sum vóru í harð- ari kapping um silvurpláss- ið. Á málinum var Jarn- bardur eina stóra hálva bátslongd frammanfyri Sølmund. Jarnbardur við kvinnu- manning hevur undanfarnu árini verið ímillum mest vinnandi bátarnar. Í tveim- um teimum fyrstu stevnun- um í ár var báturin hjá Róðrarfelagnum Knørri í Havn nummar fýra og nummar trý. Á varma- keldustevnu vóru tær næst- fremstar, og tað sær út til, at um nakar skal geva Páll Fanga kapping, so skulu tað vera tær umborð á Jarn- bardi. Um tað fer at eydnast er ein heilt annar spurning- ur. Leygardagin varð fleiri ferðir tikið til, at nýggju og løttu bátarnir høvdu tað eitt sindur torført, tí lotið var ímóti. Men hetta vísti seg ikki at bila hjá Pálli Fanga, sum framvegis er ósigrað- ur. Fyri kvinnurnar á Snopprikki var talan um ein keðiligan varmakelduróður. Tær komu ikki úr fasta startinum, og tískil komu tær ikki á mál. Snopprikkur hevur ikki verið frammar- laga í summar, men sovorð- ið er harmuligt hjá øllum. Kvinnurnar á Snopprikki hava sjálvandi vant fyri at rógva kapp og ikki fyri at hanga á startmálinum, tá hinir bátarnir kappast. Eingin er so sannførandi sum Páll Fangi Hjá nøkrum bátum gekst ikki so væl við startinum, tá 6- mannafør við kvinnum róðu. Millum annað hjá Gongurolvi, ið sum tað framgonfur á myndini, beinan vegin vórðu afturúrsigldar Mynd: Álvur Haraldsen Havnarbáturin aftur sannførandi Enn einaferð var talan um ein spennandi róður, men aftur hesa ferð dróg Havnarbáturin longra stráðið Mynd: Álvur Haraldsen 19 18 Nr. 125 - 4. juli 2001 gult18 cyan18 magenta18 svart18 Fleiri bátar bjóðaðu Tjaldrinum av, og nýggi báturin hjá Havnar Róðrarfelag var tann drúgvasti 5–MANNAFØR DREINGIR Jóannes Hansen Um vit brúka fyrsta róðurin í Fuglafirði sum metingar- grundarlag, so er tað mangt, sum bendir á, at nýggjar tíðir hava tikið seg upp í kappingini millum dreingjamanningarnar. Í fjør fingu teir í Runavík eitt nýtt 5–mannafar. Teir vunnu allar FM kapping- arnar í fjør sera sannfør- andi, og kappingarnar í Klaksvík og á Tvøroyri fyrr í summar boðaðu frá, at soleiðis skuldi tað eisini ganga í ár. Men í Fuglafirði var tað heilt øðrvísi. Klaksvíksdreingir um- borð á Fípuni Føgru fingu besta startin. Teir vóru fremstir fyrra partin av tús- und metra teininum, men so var tað, at Tjaldrið, sum saman við Frúnni hevði togast um næstfremsta plássið, fekk stavnin fram- um, og søgan tóktist fara at endurtaka seg. Men Fípan Fagra svaraði aftur eina ferð afturat, og tað lá í luft- ini, at hesir báðir bátarnir skuldu knúlvast um vinn- araplássið. Í Havnar Róðrarfelag hava tey roknað við, at nýggja 5–mannafarið hjá teimum skuldi vera við í kappingini í ár, men bæði á norðoyarstevnu og jóan- søku gekk tað ikki, sum teir høvdu ætlað. – Vit vóru vónsviknir av okkum sjálvum, og tá vit fóru til Fuglafirðar, kendu vit ikki tað trýstið á okkum, sum vit kanska høvdu gjørt á hinum stevnunum. Hetta sigur Jóannes á Fløtti. Hann er bátsformað- ur umborð á Sílinum, sum hevði ein so góðan enda- spurt í Fuglafirði, at teir vóru góðan stavnin framm- anfyri Tjaldrið, tá teir komu á mál. – Hinir bátarnir hava í øllum trimum kappingun- um, sum hava verið higar- til, lopið avstað í startinum, og tað hevur verið tungt hjá okkum at vinna vánaliga startin innaftur. Í Fuglafirði høvdu vit eisini ein vána- ligan start, men endaspurt- urin var sera góður. Vart tú greiðir yvir, at tit høvdu vunnið? – Eg savnaði meg bara um at seta so nógv á, um eg orkaði. Satt at siga roknaði eg við, at Tjaldrið var frammanfyri okkum, og vit vóru allir sera fegnir um, at tað hevði eydnast at vinna. Betra startin Allir dreingirnir umborð á Sílinum eru seytjan ára gamlir. Bátsformaðurin Jóannes á Fløtti situr á lær- inum saman við Poul Hans Justinussen. Teir báðir róðu í fjør, og annar av rúm- monnunum, Bjarni Gre- goriussen, hevur eisini róð. Saman við Bjarna í rúmin- um er Bárður Johannesen, og á toftini sita Gudmund Joensen, sum hevur verið róðursmaður við Kvívík- ingi áður, og so Jógvan Joensen, sum ikki hevur róð nakað serligt kapp. Nær fóru tit undir venj- ingarnar? – Fleiri av okkum hava verið burturi til skips. Vit flotaðu bátin flaggdagin, og vit høvdu einki vant frammanundan, greiðir bátsformaðurin frá. Tá manninginum á Sílin- um kom aftur í neystið hjá HR fingu teir eina rósu í part frá einari av mammun- um, og teir hava einki ímóti nú leygardagin aftur at smakka rákan av sigri. – Tað verður sera spenn- andi í Hvalvík. Nú fara vit at hava Tjaldrið undir aðrari liðini og Fípuna Føgru und- ir hinari liðini. Tær báðar manningarnar hava róð væl, og vit mugu gera okk- ara besta, um vit aftur skulu vinna. Vit arbeiða við at betra um startin, sum higar- til ikki hevur verið góður. Men eitt er, hvussu tað gongst undir venjing. Nak- að heilt annað er, tá talan er um FM kapping, heldur bátsformaðurin á Sílinum. Fýra teir fremstu bátarnir komu á mál í somu røð, sum teir høvdu gjørt í undanfarnu kappingunum 5–MANNAFØR GENTUR Jóannes Hansen Tað er synd at siga, at talan er um tær stóru broyting- arnar, tá tað snýr seg um kappingina millum gentu- manningarnar. Á varmakeldustevnuni í Fuglafirði vunnu klaks- víksgentur umborð á Fíp- uni Føgru. Tað gjørdu tær eisini á norðoyarstevnu og á jóansøku. Sílið varð næst- fremst á Fuglafirði. Tað vóru havnargenturnar eisini á norðoyarstevnu og á jóan- søku. Blikur av Skála vann bronsuplássið á varma- keldustevnu. Tað gjørdu tær eisini á teimum báðu fyrstu stevnunum, og fjórða pláss- ið í róðrinum leygardagin fall eisini somu manning í lut, sum eisini fekk trý stig í Klaksvík og á Tvøroyri. Tjaldrið hjá Róðrarfelagn- um NSÍ tykist eiga patent upp á hetta plássið í ár. Manningarnar vóru fjúrt- an í talið, og at tað fór at verða torført at brúka fasta startin í øllum kappingun- um fekst greið ábending um, tá startdómarin royndi at leggja hesar bátarnar. Lotið ímóti gjørdi, at tað var torført at fáa bátarnar á øllum tí fasta startinum at liggja í einari linju. Men tað eydnaðist at fáa bátarnar avstað, og róðurin var spennandi. Fípan Fagra fekk ein góðan start. Tað fekk báturin av Argjum, Blikur, eisini, og Havfrúgv- in og Tjaldrið fylgdu væl við. Eftir startspurtin var Fípan Fagra eina hálva bátslongd frammanfyri hin- ar bátarnar, og munurin bara eina lítla løtu so mikið stórur, at Fípan var leys av hinum bátunum. Tá hálvur teinurin var rógvin, var Sílið komið framum Blik, havnargent- urnar fingu um róðrið á Fípuni, og tær royndu fleiri ferðir at bjóða klaksvíks- gentum av. Men hóast mun- urin ongantíð var serliga stórur, so tóktust tær um- borð á Fípuni alla tíðina at hava tak á tí. Tá tað restaðu tvey hundrað metrar, tóktist Fípan Fagra rættuliga ætla sær at stinga av, men tær umborð á Sílinum svaraðu aftur. Kortini komu tær ikki nærri enn so, at munurin á málinum var ein stór hálv bátslongd. Harvið er Fípan Fagra við gentumanning fram- vegis ósigrað, og hóast munurin hesa ferð kanska var minni, enn hann hevur verið onkra ferðina fyrr í ár, so er tað torført at rokna við øðrum FM kandidati enn gentunum í Klaksvík. Aftaná jóansøkuna nevndu vit, at tað kanska vóru tekin um, at bátarnir í Vágum – serliga Frúgvin og Ørnin – sum undanfarnu árini rættuliga hava sett dám á kappingina, vóru um at koma fyri seg. Men í Fuglafirði sást lítið til vágabátarnar. Ørnin endaði á sætta plássinum, Frúgvin gjørdist nummar tíggju, og Dúgvan var uppaftur aftari. Sílið svam frá øllum hinum Í endaspurtinum eydnaðist tað teimum á Sílinum at fáa stavnin fram um Tjaldrið, sum harvið mátti taka til takkar við næst fremsta sessinum fyri fyrstu ferð í nærum tvey ár Mynd: Álvur Haraldsen Søgan endurtekur seg hvørja ferð Myndin talar fyri seg. Startskotið er júst latið av, og alt fyri eitt er Fípan Fagra nærum eina bátslongd á odda Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 18