mikudagur 4. juli 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 125 - 4. juli 2001
17
gult17 cyan17 magenta17 svart17
Tríggir bátar skiftust
um at hava leiðsluna,
og í endaspurtinum
var tað serliga Ridd-
arin, sum hótti
strandingarnar, men
teir vóru treiskir og
vunnu fyri aðru ferð í
ár
6–MANNAFØR MENN
Jóannes Hansen
Nógvar at kappingunum í
FM róðrunum eru ikki so
áhugaverdar hjá uttanfyri
standandi, sum tað kanska
hevði verið ynskiligt. Or-
søkin er, at tað oftast er ein
og sami bátur, sum vinnur
allar róðrarnar, og tað er
vanliga sami báturin, sum
er fremstur alla tíðina í øll-
um róðrunum. Og um nak-
ar avbjóðari er, so er talan
oftast bara um ein bát.
Strálan og Sølmundur
høvdu vunnið hvønn sín
róður í teimum báðu fyrstu
FM kappingunum. Sølm-
undur var favorittur, tí hann
hevði bæði vunnið í vinar-
róðrinum í Runavík og í
FM róðrinum á Tvøroyri,
meðan Strálan síðani sigur-
in í norðoyarstevnuróðrin-
um hevði staðið í skuggan-
um av teimum hinu megin
fjørðin.
Kappingin í Fuglafirði
gjørdist meiri spennandi,
enn nakar annar róður
hevði verið higartil í ár.
Kollfirðingur gjørdi eitt
orduligt sprell í startspurt-
inum. Leikluturin hjá hon-
um var at vera hara, sum
teir plaga at kalla tað í
rennikappingum, tá ein
rennari leggur seg nógv
fremst og hevur leiklutin at
fáa ferðina hjá hinum upp,
áðrenn hann sjálvur gevur
skarvin yvir.
Skiftandi
Á
eitt
túsund
metra
málinum var Kollfirðingur
framvegis fremstur, men so
var eingin luft eftir, og á
málinum vóru kollfirðingar
dotnir aftur á tíggjunda
plássið.
Í staðin vóru tað Riddarin
úr Miðvági, Sølmundur úr
Kappróðrarfelagnum NSÍ
og Strálan, sum á teimum
seinastu
eitt
túsund
metrunum kappaðust um
fremsta plássið. Riddarin
var fremstur eina løtu, men
hann
var
ikki
langt
frammanfyri hinar báðar
bátarnar.
Strálan var fleiri ferðir
frammi
undir
at
taka
Riddaran, men miðvingar
vóru treiskir og svaraðu
aftur fleiri ferðir, áðrenn
teir lótu oddasessin frá sær.
Tað restaðu einir tvey
hundrað metrar, tá Strálan
av Strondum fyri fyrstu
ferð legði seg á odda, og
róðurin hjá teimum vísti
seg at vera væl lagdur til
rættis.
Á síðsta teininum gjørdu
miðvingar
ein
nýggjan
vørr. Teir styttu um munin
til teir fremstu bátarnar,
men á málinum var Strálan
eina hálva bátslongd undan
Sølmundi, sum var ein
stóran skut frammanfyri
Riddaran.
Hvessingur hevur undan-
farnu árini gjørt nógv um
seg. Higartil í ár hevur hann
verið spakur, og á varma-
keldustevnuni fingu teir í
Hvalvík/Streymnesi
ein
ikki serliga góðan start.
Men Hvessingur arbeiddi
seg støðugt longri fram, og
á málinum var hann so at
siga klart nummar fýra,
meðan tað var eitt stórt
glopp aftur til nýggja
6–mannafarið hjá vest-
menningum, Fortunu, og
hinar bátarnar.
Kappingin um FM heitið
tykist vera opin. Tað er
møguleiki fyri, at bæði
Riddarin og Hvessingur
kunnu blanda seg og harvið
hótta Stráluna og Sølmund-
in, sum higartil hava vunn-
ið allar stevnurnar. Men tað
skal nógv til, áðrenn nakar
annar enn Strálan ella
Sølmundur verður meistari.
Tættasta kappingin
higartil í ár
Hóast tað var spennandi at kalla alt málið, so høvdu teir á Stráluni vunnið sær avgerandi
fyrimun, tá farið varð inn um seinastu boyurnar
Mynd: Álvur Haraldsen
11 Beinta
6.21,16
12 Dúgvan
6.31,48
13 Snípan
6.32,88
14 Báran
6.56,96
6-mannafør menn
1
Strálan
8.11,80
2
Sølmundur
8.13,52
3
Riddarin
8.14,48
4
Hvessingur
8.16,24
5
Fortuna
8.31,56
6
Gongurólvur
8.32,52
7
Páll Fangi
8.32,88
8
Snopprikkur
8.32,96
9
Fuglfirðingur
8.47,36
10 Kollfirðingur
8.53,80
11 Hósvíkingur
9.00,76
12 Lómur
9.05,20
13 Víkingur
9.28,76
8-mannafør
1
Kvívíkingur
7.40,12
2
Nevið Reyða
7.40,60
3
Argjabáturin
7.46,96
4
Knørrur
7.47,52
5
Heiðabáturin
8.05,28
6
Ørvur
8.11,92
10-mannafør
1
Havnarbáturin
9.30,32
2
Eysturoyingur
9.32,60
3
Nólsoyingur
9.41,60
4
Vestmenningur
9.42,64
5
Skálabáturin
9.58,12
6
Suðuroyingur 10.17,36
Niðanfyri verða tíðirnar hjá kappróðr-
arbátunum á varmakeldu prentaðar
5-mannafør dreingir
1
Sílið
5.41,04
2
Tjaldrið
5.41,36
3
Fípan Fagra
5.45,44
4
Frúgvin
5.49,00
5
Blikur
5.49,92
6
Havfrúgvin
5.51,32
7
Erla Kongsdóttir
6.01,24
8
Drekin
6.15,64
9
Beinta
6.19,88
6-mannafør kvinnur
1
Páll Fangi
5.53,84
2
Jarnbardur
5.59,52
3
Sølmundur
6.01,56
4
Leirvíkingur
6.03,88
5
Víkingur
6.08,12
6
Fortuna
6.08,60
7
Gongurólvur
6.09,08
8
Hvessingur
6.10,60
9
Lómur
6.23,05
10 Snopprikkur
5-mannafør gentur
1
Fípan Fagra
5.53,72
2
Sílið
5.55,40
3
Blikur
5.58,24
4
Tjaldrið
6.05,72
5
Drekin
6.07,08
6
Ørnin
6.07,20
7
Hvassi
6.09,28
8
Havfrúgvin
6.13,04
9
Firvaldur
6.16,20
10 Frúgvin
6.16,32
Varmakelda
17
16
Nr. 125 - 4. juli 2001
gult16 cyan16 magenta16 svart16
Tlf. 312727
Vøkur troyggja
og húgva
Uppskriftin
hesa vikuna
C
M
Y
K
16