mikudagur 4. juli 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult15 cyan15 magenta15 svart15
Nr. 125 • mikudagur • 4. juli 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Róðrarsambandið
eigur tveir fastat
startir, men í
Fuglafirði brúktu
fyrireikararnir bara
annan startin
KAPPRÓÐUR
Jóannes Hansen
Eftir at tað á norðoyastevnu
og á jóansøku hevði gingið
sum eftir ánni við kapp-
róðrinum, gekk tað synd-
arliga illa at fáa kappróð-
urin á varmakeldustevnu
frá hondini.
Eitt korter til fýra hoyrd-
ist startskotið fyri 5–
mannaførunum við dreingj-
um, og klokkan var næstan
sjey, tá 10–mannaførini
komu skúmandi inn móti
málinum.
At tað skuldi ganga so
syndarliga illa er stórt spell
fyri allar partar. Umframt
kappróðurin var hjá teim-
um
ítrótarhugaðu
mest
áhugaverda á stevnuskránni
leygardagin fótbóltsdyst-
urin í 2. deild millum ÍF og
HB. Hann var settur at
byrja klokkan seks. Tað vil
við øðrum orðum siga, at
tað var hálvleikur í fót-
bóltinum, tá 10–manna-
førini komu á mál, og tað
sigur seg sjálvt, at áskoð-
aratalið var sera nógv
minkað. At standa í fýra
tímar í føroyska summar-
veðrinum og bíða kennist
leingi.
Starturin sveik
Orsøkin til, at tað gekk so
syndarliga illa at fáa teir
seks róðrarnar frá hondini,
var fasti starturin. Lotið var
ímóti, og hjá startdómar-
anum gekk tað illa at fáa
bátarnar at liggja stavn um
stavn.
Tað er Róðrarsambandið,
sum eigur fasta startin, men
tað eru lokalu fyrireik-
ararnir, sum hava ábyrgdina
av at leggja startin út.
Sjálvum róðrinum taka
startdómarin og høvuðs-
dómarin sær av. Teir koma
báðir frá Róðrarsamband-
inum.
– Lokalu fyrireikararnir
høvdu roynt fasta startin
fyrrapartin
leygardagin.
Tað gekk av tí besta bæði á
túsund metra málinum, og
tá teir fluttu hann út á
fimtan
hundrað
metra
málið og út á tvey túsund
metrar. Men seinnapartin
bar ikki til, staðfestir Hanns
Joensen.
Formaðurin í RSF sigur,
at sum hann hevur skilt tað,
so var stóri trupulleikin, at
tað var torført at fáa
bátarnar, sum lógu við
endunum á trossunum, at
liggja.
Fasti
starturin
varð
brúktur til teir tríggjar
róðrarnar á eitt túsund
metrum. Tá starturin varð
fluttur út á fimtan hundrað
metrar rondu teir í meiri
enn hálvan annan tíma at
fáa hann at rigga, men so
sleptu teir honum, og
róðrarnir á fimtan hundrað
metrum og tvey túsund
metrum vóru avgreiddir við
leysum starti.
Í orðaskitinum aftan á
róðurin
hevur
verið
frammi, at tað hevði verið
nógv lagaligari, um tað
vóru tveir fastir startir. Um
annar hevði ligið á fimtan
hundrað metra málinum, so
hevði tíðin verið góð at flutt
startin frá eitt túsund metra
málinum og ut á tvey tús-
und metra málið.
Sambært formannin í
RSF, so er tað einki, sum
forðar fyri, at hetta verður
gjørt:
– Vit eiga tveir fastar
startir. Undan norðoyar-
stevnuni senda vit teir til
Klaksvíkar, og so er tað
ábyrgdin hjá lokalu fyri-
reikarunum at senda tilfarið
víðari til teir næstu, sum
skulu
hava
ábyrgdina.
Hugsanin er, at tað skal
bera til at leggja báðar út, tí
tað eigur at vera skjótari
bara at spenna startin upp í
staðin fyri at flyta allan
startin. Fyrrapartin leygar-
dagin mettu lokalu fyrireik-
ararnir í Fuglafirði, at tað
fór at vera nóg mikið við
øðrum startinum. Nú aftaná
kunnu vit staðfesta, at tað
ivaleyst hevði verið betri,
um báðir høvdu verið
nýttir, er viðmerkingin hjá
formanninum í RSF, sum
ivaleyst fer at tosa við
lokalu fyrireikararnar í
Hvalvík, áðrenn teir taka
avgerð um, hvussu tað skal
verða við fasta startinum
komandi leygardag.
Tveir nýggir vinnarar:
Kvívíkingur
og Sílið vunnu
síðurnar 17-21
Fasti starturin dumpaði í Fuglafirði
Umframt trupulleikarnar av at flyta startin, so kiksaði eisini eitt sindur, tá 6-mannaførini við kvinnum róðu. Her síggjast tær á Snopprikki veipa við ørmunum, tí
tær ikki sluppu leysar av startinum
Mynd: Álvur Haraldsen
15
14
Nr. 125 - 4. juli 2001
gult14 cyan14 magenta14 svart14
Chet Atkins kollvelti
allan guitarheimin, tá
hann brast inn á
amerikanska
country-tónleika-
pallin síðst í 40’unum
TÓNLEIKUR
Niclas Johannesen
Leygardagin í farnu viku
doyði amerikanska guitar-
virtousorin Chet Atkins.
Hann var 77 ár.
Atkins, sum hevði stríðst
móti krabbameini í fleiri ár,
doyði heima hjá sær í
Nashville. Fáur hevur sum
Chet Atkins verið við til í
farnu
øld
at
nýskapa
country
tónleikin.
13
Grammy tala fyri seg og
ongin ivi valdar um, at
Chet Atkins var ein av
høvuðsleikarunum
at
broyta
country-soundið
soleiðis, at tann stóra
fjøldin tók tað til sín.
Atkins var rætt og slætt við
til at skapa ‘Nashville
soundið’.
Tað var serliga sermerkti
fingrateknikkurin, ið eyð-
kendi
guitarspælið
hjá
Atkins. Hesin stílurin flutti
ikki bara mørk innan
country-sjangruna, men er
síðani eisini er blivin
brúktur í jazz- og rockhøpi.
Sum ein av fremstu
session-tónleikarunum, so
hoyrist guitarspælið hjá
Atkins á klassikarum, so
sum Heartbreak Hotel við
Elvis Presley, You Cheatin’
Heart við Hank Williams
og Wake Up Little Susie
við The Everly Brothers.
Umframt at spæla á út-
gávum hjá øðrum, so gav
Chet Atkins eisini út rúgvu
av egnum tilfari fyri plátu-
felagið RCA. Hann var
eisini knýttur at hesum
plátufelagnum í mong á
sum produsari. Ein upp-
teljing fyri nøkrum árum
síðani vísti, at Atkins hevði
givið út fleiri enn 70
guitarplátur og hevði selt
fleiri enn 74 milliónir
plátur.
Hann
var
heiðraður
mangar ferðir - og níggju
ferðirnar útnevndi ‘Coun-
try Music Association’s
Musician’
Atkins
sum
‘ársins tónleikara’. Tey
flestu kallaðu rætt og slætt
Atkins ‘Mr. Guitar’ og á tí
kenda Nashville Music
Row finst eisini ‘Chet
Atkins Plase’.
Byrjaði við fiól
Hansara leið móti viður-
kenning var merkisverd og
er á mangar hættir ein
fagnaður av einum smæd-
num astma raktum dreingi,
sum vaks upp í fátækra-
dømi í Lutrell í Tennessee.
Hann byrjaði at spæla
fiól, sum ungur drongur og
nýtti hetta sum eitt slag av
flýggjan frá beiska veru-
leikanum. Tónleikur var
eisini í blóðinum - abbin
spældi fiól, og móðurin var
klaverspælari. Hon sang
eisini.
Pápin
var
ein
ferðandi klaverlærari, sum
viðhvørt eisini sang saman
við ferðandi evangelistum.
Hóast tokkan til fiólina,
so lokkaði guitarin eisini
og níggju ára gamal byrjaði
hann at klimpra á guitarin
og longu sum tannáringur
varð hann mettur at vera
ein guitarleikari í topp-
klassa.
Aftan á at hann gjørdist
liðugur í ‘high school’ í
1941, byrjaði hann at spæla
regluliga á ymsum útvarps-
showum. Hann spældi við
kendum nøvnum um tað
mundið og síðst í 40’unum
hevði hann gjørt sáttmála
við
plátufelagið
RCA.
Skjótt gjørdist hann fastur
fúsur guitarleikari á ótelj-
andi upptøkunum, sum
vóru gjørdar frá 1950 og
úteftir fyri RCA.
Hansara fyrsta hit-lag við
RCA var ein endurinn-
spæling av kenda lagnum
Mr. Sandman. Í 1957
gjørdist Atkins leiðari av
deildini
hjá
RCA
í
Nashville.
Tey tjúgu árini, hann stóð
á odda fyri tónlistarligu
kósini hjá deildini RCA í
Nashville vóru serstakliga
gróðrarík, og tú kanst ikki
nevna nøvn so sum Roy
Orbison, Jim Reeves, Char-
ley Pride, Dolly Parton,
Jerry Reed, Walons Jenn-
ings og Eddie Arnold uttan
eisini at nevna Atkins, sum
var maðurin, ið knýtti tey
til RCA.
Hóast stóra umsitingar-
liga arbeiðsbyrðu, so helt
Atkins fram øll árini við
sjálvur at framføra. Hann
spældi fyri Kennedy, for-
seta, í Hvítu Húsunum og
hann fekk sítt fyrsta topp-5
hit-lag við guitarsanginum
Aakety Axe.
“Eg var rættiliga stinnur
tá á døgum - í 50’unum og
60’unum”, viðgekk Atkins
í Music City News fyri
nøkrum árum síðani. “Eg
var djarvur og óvitandi og
eg spældi rímuliga væl. Eg
var í veruleikanum framm-
an fyri fleiri tá á døgunum.
Nú royni at eg sum frægast
at hanga í, men tá á døgum
var tað hugaligt. Eg var á
ein hátt ein uppfinnari, og
tað var ikki stórvegis
trupulleikar hjá mær at
levera.”
Í 1982 fór Atkins frá
RCA og gjørdi sáttmála við
plátufelagið
Columbia,
sum gav honum rúmari
ræsur tónlistarliga. Hetta
gav honum høvi at ferðast
innan jazzin eisini, har
hann eisini hevur vunnið
fleiri prísir.
Seinastu árini var tað
serliga í samstarvi við
artistar so sum Steve
Wariner, Suzy Bobuss,
Mark Knopler, Neil Dia-
mond og Dolly Parton, at
Atkins kundi hoyrast. Men
hansara mongu lurtarar
ynsktu at hoyra solo-út-
gávur við Atkins, har
guitarin var miðdepilin, og
fyri fimm árum síðani gáv
Atkins
út
sína
síðstu
guitarsolofløgu - Almost
Alone.
“Tað var torført at gera,”
segði hann heldur skálka-
sligur. “Tí, tað gerst eins-
ligt at spæla sologuitar og
samstundis royna at gera
eitt lag áhugavert í tveir
ella tríggjar minuttir.”
Kelda: The Washington Post
Chet Atkins - slóðbrótandi
guitarúrmælingur deyður
Leygardagin í farnu viku doyði amerikanska guitar-
virtousorin Chet Atkins. Hann var 77 ár
Chet Atkins byrjaði at spæla
fiól sum ungur drongur og
nýtti hetta sum eitt slag av
flýggjan frá beiska
veruleikanum. Tónleikur var
eisini í blóðinum - abbin
spældi fiól, og móðurin var
klaverspælari. Hon sang
eisini. Pápin var ein ferðandi
klaverlærari, sum viðhvørt
eisini sang saman við
ferðandi evangelistum
C
M
Y
K
14