Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-08, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mai 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 tíðindi Nr. 87 - 8. mai 2008 T að var eitt gott hugskot, ið fyri meira enn fjórðingsøld síðan elvdi til, at Norðurlandaráðið og Norðurlendska Ráðharraráðið gjørdu av at seta á stovn ein norðurlendskan mentanarstovn, eitt Norðurlandahús í Føroyum. Tað var Erlendur Patursson , sáli, ið sum limur í Norðurlandaráðnum, reisti málið um eitt norðurlendskt mentanarhús í Føroyum. Hetta stig er og verður eftirmæli Erlends til miklan sóma. N orðurlendsk arkitektakapping varð útskrivað í 1977, har 158 fólk luttóku, og vinnarar gjørdust Ola Steen úr Noregi og Kollbrún Ragnarsdóttir úr Íslandi, verður upplýst á heimasíðu húsins. Norðurlandahúsið í Føroyum varð liðugt og tikið í brúk hin 8. mai 1983. Byggikostnaðurin var 70 mió. dkr, sum varð býttur millum Norðanlond, ið rindaðu 66%, meðan Føroyar rindaðu 34% av kostnaðinum. Norðurlandahúsið er skipað sum stovnur undir Norðurlendska Ráðharraráðnum, sum rindar 92% í føstum stuðli, meðan Føroya Landsstýri letur restina. Umframt eru eisini verkætlanir knýttar at húsinum. Talan er sostatt um ein stovn, hvørs rakstur í sera stóran mun er fíggjaður uttan fyri Føroyar av norður­ lendskum skattgjaldarum. Norðurlanda­ húsið verður stjórnað av einum stýri við fimm norðurlendskum og trimum før­ oyskum limum. Harafturat er ein føroysk mentanarlig ráðgevandi nevnd, sum telur fimtan fólk. Stýrið setir stjóra, sum settur verður í fýra ár. H úsið gjørdist á mangan hátt ein avbjóðing til okkum føroyingar, og tí vóru tað ikki so heilt fá, sum í byrjanini ræddust hetta húsið. Hetta var jú bæði ein byggilistarlig avbjóðing og ikki minst ein mentanarlig avbjóðing. Stovnurin var jú nakað heilt nýtt, og tað var kanska ikki so løgið, at onkur hevði lyndi til at firnast – kanska serstakliga tey, sum fataðu húsið sum eitt slag av fínamentan. Onnur bóru ein ikki heilt ógrundaðan ótta fyri, at húsið kundi fara at gerast ein koddi hjá teimum politikkarum, sum ikki tóktust sinnaðir at játta meira pening til mentan og list. H úsið hevur gjøgnum árini havt nógv ymisk fólkslig heiti sum eitt nú kultur­ UFO, hulduheyggur, ein gandakendur álvheyggur o.a.m, men hetta merkir bert, at fólk eru góð við húsið. Góðir eru føroyingar við Norðurlandahúsið, og teir hava tikið húsið til sín. Húsið er so at siga vorðið samkomuhús hjá allari tjóðini, og hartil er stórt mæti, stór prestisja tengd at húsinum. Mong meta tað, sum eina fortreyt fyri, at tiltak skal kunna eydnast, at hetta fer fram í Norðurlandahúsinum. Hetta sigur nakað um, hvussu ómetaliga sterkt Norðurlanda­ húsið stendur í hugaheimi føroyinga, men henda sterka støða er sjálvsagt ikki sørt trupulleikakend. N orðurlandahúsið hevur havt stóran týdning fyri mentan, list og alment lív í Føroyum. Tá húsið stóð har, sóu fólk, hvussu stórur tørvurin var á einum slíkum mentanarhúsi. Karmarnir eru jú heilt óvanliga vakrir, innbjóðandi og hugnaligir, tí byggilistarliga ella arkitektoniskt er talan um eitt meistaraverk, sum ikki hevur sín líka og er gitið langt út um landoddarnar. Fólk, tað verði seg listafólk so væl sum gestir og áskoðarar, kenna seg væl innan hesar sera vøkru karmar. Hinvegin treyt frá fyrsta degi pláss til starvsfólk og til tey, sum skuldu taka lut í stórum framførslum, konsertum, til venjingar o.a.. Her vóru týðuliga nakrir funktionellir trupulleikar, sum kravdu eina hvørja skilagóða loysn. Húsið var heldur ikki so væl egnað til stórar ráðstevnur, ið eru vorðin ein týðandi partur av virkseminum. Tað varð tí gjørt av at víðka um húsið, og tað er henda uppíbygg­ ing, Athøll, sum eisini verður hátíðarhildin á tjúgufimm ára merkisdegnum. Annar av arkitektunum, Ola Steen, sum upprunaliga teknaði Norðurlandahúsið, hevur teknað uppíbygningin, og hetta borgar fyri, at Eitt mentanarhús í fjórðingsøld Ljóti dunnuungin Í dag fyllir Norðurlandahúsið 25 ár