hósdagur 8. mai 2008síða 25
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
tíðindi
Nr. 87 - 8. mai 2008
Føroyingar eru norðurlendsk
tjóð og norðurlendski
samleikin millum føroyingar er
sterkur. Hóast vit av formligum
orsøkum enn ikki hava fullan
limaskap í norðurlendska
politiska samstarvinum, so
taka vit fult og heilt lut í
mentanarsamstarvinum. Alla
staðir, har vit møta í
norðurlendskum samstarvi, tað
verði seg politiskt ella
mentanarligt, kenna vit okkum
vælkomin.
Í øllum norðurlenskum høpi
møta vit stórum tokka og
ektaðum og livandi áhuga fyri
landi, mentan og list okkara.
Føroyingar hava fingið
norðurlendskar virðislønir fyri
listarlig avrik innan fleiri
listagreinir. Hetta merkir, at vit
ikki bert taka ímóti men, at vit
hava eins nógv at geva okkara
norðurlendsku brøðratjóðum
og alheiminum.
Tað vakra og byggilistarliga
meistarverkið í Gundadali er tí
ikki bert ein stórfingin
bróðurlig gáva frá
Norðurlandaráðnum og
Norðurlendska
Ráðharraráðnum til Føroya
fólk og til hinar norðurlendsku
tjóðirnar. Norðurlandahúsið er
eisini eitt livandi prógv um
vinalag millum brøðratjóðir og
eitt prógv um tann stóra
týdning, sum mentan og list
hava fyri okkum menniskju.
Tað er tí ikki av tilvild, at
mentanarsamstarvið er ein
hornasteinurin í samstarvinum
millum norðurlendsku
tjóðirnar.
Tað er torført við orðum at
lýsa tann stóra týdning, ið
Norðurlandahúsið hesi 25 árini
hevur havt fyri okkum
føroyingar. Húsið er vorðið
savningarstaðið hjá okkum.
Her hava fólk fingið listarligar
upplivingar fyri lívið, her hava
verið altjóða ráðstevnur og
fundir, sum hava flutt mørk og
sett Føroyar á heimskortið. Her
hava verið tiltøk og samkomur,
sum hava savnað fólk úr øllum
landinum. Í húsinum hava
verið ógloymandi løtur, har
okkara egnu listafólk innan
vakrar og tignarligar karmar
hava fingið høvi at vísa
landsmonnum, hvat tey duga
og megna. Í húsinum hava
Norðurlond givið okkum tað
besta, ið tey kunnu bjóða.
Húsið er tí ein fongur og ein
stoltleiki fyri alt Føroya fólk.
Norðurlandahúsið er eisini
við at gerast eitt aktiv og ein
sterkur pallur hjá føroyingum í
sambandi við tær avbjóðingar
og teir møguleikar, sum
altjóðagerðin gevur okkum. Í
hesum høpi hevur víðkanin av
húsinum serstakan týdning, og
vit eru Norðurlanda
Ráðharraráðnum sera takksom
fyri tað álit og stórtøkni, sum
her er víst okkum – sama
vælvild og sami tokki sum fyri
tjúgufimm árum síðan.
Vegna landsstýrið takki eg
Norðurlandahúsinum fyri farnu
tjúgufimm árini og ynski
húsinum, stýrinum,
starvsfólkum, brúkarum og
øllum Norðurlondum hjartaliga
til lukku við ynskinum um, at
húsið eisini í framtíðini skal
megna at virka til gleði og
gangs fyri allar norðurlendsku
tjóðirnar og annars øll, sum
leita hendan vegin at kunna seg
við okkum í Útnorðri.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður
Spennandi løtur. Stuttligar
løtur. Álvarsamar løtur.
Lærandi løtur. Mennandi løtur.
Ógloymandi løtur.
Í 25 ár hevur
Norðurlandahúsið nú verið
karmur um ómetaliga nógv
tiltøk, ið hava givið okkum
hópin av minniligum løtum.
Løtum, sum hava verið við til
at givið okkum eitt meira ríkt,
livandi og spennandi samfelag.
Norðurlandahúsið var eitt
ómetaliga stórt frambrot fyri
føroyska mentanarlívið og
samfelagið, tá hetta gjørdist
veruleiki fyri 25 árum síðan,
og hevur týðandi leikluturin
hjá Norðurlandahúsinum hildið
áfram og vaksið øll árini.
Úrslitið er hópurin av skapandi
og mennandi virksemi, sum í
dag røkkur út í helst øll heim í
Føroyum. Virksemi, ið flytir
mørk, hugtekur og byggir brýr
til onnur lond.
Prix Føroyar, sangleikirnar
Jósef, Ronja Ránsmannadóttir
og Fame, Ung í Føroyum,
symfonikonsertir,
operakonsertir, listastevnur,
sjónleikirnir Antigone og
Glataðu Spælimennirnir,
føroyskur dansur, AME, altjóða
ráðstevnur og Listaleypurin eru
nøkur fá dømi millum mongu
ríkandi tiltøkini, ið hava spírað
og blómað í
Norðurlandahúsinum.
Tað er at fegnast um, at ikki
bert tiltøkini, men eisini sjálvt
húsið, gerast alsamt størri í
vavi. Nýggi tilbygningurin, fer
at geva Norðurlandahúsinum
møguleika fyri at húsa enn
meira skapandi og mennandi
virksemi. Hetta fer at verða til
stórt gagn fyri øll tey, ið fara at
nýta hetta týðandi húsið
komandi mongu árini.
Sjálvt Norðurlandahúsið er
ein ómetaliga vakur og góður
karmur um tað virksemi, ið
húsast í húsinum. Ein
byggilistarlig perla. Ein ímynd
av norðurlendska
samstarvinum.
Tað eru tó tey mongu fólkini,
ið seinastu 25 árini hava fylt
húsið við lívi og virksemi, ið
hava gjørt Norðurlandahúsið til
tann týðandi leikaran í
føroyska samfelagnum, sum
tað hevur verið. Ongin
nevndur, ongin gloymdur.
Avbera nógv eru tey, ið hava
lagt nógva tíð og orku í,
ótalligar framsýningar,
framførslur, konsertir,
ráðstevnur og tiltøk, ið hava
hava ríkað Føroyar, og í fleiri
førum hava sett Føroyar á
heimskortið.
Stóra tøkk til tykkum
mongu, ið hava gjørt skapandi
virksemi og minniligar løtur til
veruleika í
Norðurlandahúsinum seinastu
25 árini.
Um farnar løtur í
Norðurlandahúsinum bera boð
um, hvat vit kunnu vænta í
framtíðini, so kunnu vit øll
gleða okkum til nógvar
ógloymandi løtur komandi
árini.
Hjartaliga tillukku.
Kristina Háfoss
landsstýriskvinna í mentamálum
25 ár við ógloymandi løtum
Livandi prógv
um vinalag
tilbygningur og upprunahús sampakka í
allar mátar.
T
að kann sjálvsagt setast spurnartekin
við hetta ráðstevnuvirksemið, sum
hevur vundið uppá seg í húsinum, og
vit hava varhugan av, at serstakliga í
listafólkaumhvørvi er hetta ikki heilt væl
dámt. Hinvegin hevur stovnurin ein
støðugt vaksandi tørv á inntøkum, so vit
halda hetta vera gott, so leingi tað ikki
nervar tann mentanarliga partin av
virkseminum. Hartil kemur, at ráðstevn
urnar hava ein serstakan týdning í
strembanini eftir at gera Føroyar kendar
úti í heimi. Í hesum høpi er Norðurlanda
húsið sera væl hóskandi við tað, at húsið
bergtekur gestin frá tí hann setur sín fót
inn um dyrnar. Nú vaksið er um plássið í
húsinum, skuldi ráðstevnvirksemið
eingin trupulleikin verðið í framtíðini, og
víðkanin skuldi, alt annað líka, eisini
gjørt umstøðurnar hjá listafólkunum
betri. Her er vert at hava í huga, at
Ráðharraráðið hevur í avrikssáttmála
álagt húsinum at leggja serstakan dent
á mentanarlig og listarlig tilboð til børn
og ung og kemur víðkanin sostatt væl
við í hesum sambandi.
T
að er Norðurlendska Ráðharraráðið,
sum saman við Føroya Løgtingi og
privatum grunnum hava játtað ella fara
at játta tann pening, ið uppíbyggingin,
Athøll, kostar. Undanfarna samgonga
verður mangan lastað fyri ikki at hava
gjørt nóg mikið fyri mentanina, men
tann samgongan og ikki minst Jógvan á
Lakjuni sum landsstýrismaður í norður
landamálum og í mentamálum, eigur
sín part av æruni av, at uppíbyggingini
av Athøll til Norðurlandahúsið kundi
fremjast í verki. Skal nakar annar
nevnast í hesum høpi má tað verða
stjórin Niels Halm, ið á øllum mótum
hevur arbeitt ótroyttiliga fyri nýggja
bygninginum.
N
ú verður so tjúgfimmára dagurin
hildin við stórfingnum mentanar
tiltøkum og hetta er húsinum uppiborið.
Norðurlandahúsið er vorðið ein ómiss
andi partur av okkara almenna lívi og av
okkara samleika. Húsið hevur
ómetaligan týdning fyri føroyska
mentan og list og lýkur ein stóran tørv.
Hartil kemur, at húsið í roynd og veru
hevur prógvað, at tørvur framvegis er á
einum nýggjum føroyskum tjóðleik og
tónlistahúsi til at hýsa allari føroyskari
pallist. Sostatt nøktar Norðurlandahúsið,
so gott tað enn er, ikki allan tørvin, og
tað skal húsið heldur ikki gera.
Norðurlandahúsið eigur ikki at taka ta
ábyrgd á seg, sum liggur á okkum –
hesa ábyrgd eiga vit, løgting, landsstýri
og føroyski almenningurin. Vit ynskja
Norðurlandahúsinum og allari tjóðini
hjartaliga tilukku á tjúgufimm ára
merkisdegnum.
Sosialurin