Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-08, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mai 2008síða 26

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 87 - 8. mai 2008 tíðindi Niels Halm hevur brúkt nógva orku til at skapa nýggjar inntøkukeldur til Norðurlandahúsið. Krúnan á verkinum er nýggi tilbygningurin Athøll, sum skal lokka vinnulívsferðafólk til Føroyar. – Uttan pengar, ongin mentan, sigur hann í samrøðu við Sosialin NLH 25 ár Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Mynd: Jens Kristian Vang Hvør einasti stjóri í Norðurlanda­ húsinum hevur havt síni serligu eyðkenni og dygdir, og hava fingið eitt ávíst eftirmæli og pláss í hjørtum føroyinga. Allir hava teir eisini havt sína samtíð og fortreytir at virka undir, umframt at ávikavist hugburður og játtanir til mentan og list skifta sum vindurin blæsur – eisini í Norðurlandaráðnum. Síðstu árini hava eyguni hjá Norðurlandaráðnum í alt størri mun kaga út í heim. Sostatt er politiska rákið í løtuni, at siktið eigur at vendast úteftir, heldur enn inn móti hvørjum øðrum og okkum sjálvum, fyri á tann hátt at brynja okkum til globaliseringina. Seinasta stigið í hesari tráan eftir einum norður­ lendskum leikluti á alheims leikpalli er eitt uppskot um at játta ikki færri enn 60 milliónir krónur til globaliseringsverk­ ætlanir. Peningur, sum skal koma frá játtanum til mentan, útbúgv­ ing, gransking og øðrum norður­ lendskum samstarvsgrunnum. Hetta hevur eitt nú havt við sær, at í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2009 frá Norðurlandaráðnum, verður skotið upp at skerja játtan­ ina til mentan við fimm prosent­ um. Hetta fekk í síðsta mánað formannin í mentanarnevndini hjá Norðurlandaráðnum, Wegen­ dal, at siga sessin frá sær sum mótmæli. Hesin drúgvi inngangur fortel­ ur rættiliga nógv um samtíðina og fortreytirnar, sum verandi stjóri í Norðurlandahúsinum, Niels Halm, virkar undir. Peningur má til ­ Tá eg tók við starvinum fyri góðum trimum árum síðani, setti eg mær fyri at dagføra húsið og at føra nakað nýtt til tað, sigur hann. Hjartabarnið bleiv sostatt nýggi tilbygningurin Athøll, sum Uttan pengar ongin mentan Vit hava hitt Helgu Hjørvar, stjóra á Norðrubryggjuni og fyrrverandi stjóra í Norðurlandahúsinum. Helga var sera virkin og nógv umhildin sum stjóri og hevði sera gott samband við føroyska mentanar- og listaumhvørvið. Spurd, hvønn týdning húsið hevur fyri føroyska og norðurlendska mentan og list í dag og í framtíðini, sigur Helga Hjørvar NLH 25 ár Jóannes Dalsgaard jd@sosialurin.fo Húsið hevur í dag og fer eisini í framtíðini at hava sera stóran týdning sum arkitektoniskt meistaraverk, ið líkist burturúr øðrum bygningum í Norðurlond­ um. Hetta er galdandi so væl estetiskt og virkisliga ella funktionelt sum í mun til originalitet. Húsið ger gestin, sum stígur inn í hetta ljósa og vakra høli við stórfingna útsýninum yvir Havnina, púra bilsnan. Húsið hevur stóran týdning fyri allar Føroyar, tí tað myndar ein vakran karm um stórfingnar listarligar upplivingar – hetta kann eisini sigast at verða galdandi í norðurlendskum høpi. Hetta kemur eitt nú av, at húsið gevur føroyskum listafólkum høvi og møguleikar at virka og skapa list innan eins góðar karmar og listafólk hjá øðrum tjóðum. Listafólkini hava síðan í stóran mun møguleikar at sýna teirra list uttanlands undir eins góðum umstøðum. Hetta má hava týdning fyri føroyska list og fyri føroysk listafólk. Hvussu upplivdi tú tíðina sum stjóri í húsinum og hvat metir tú sum serstakliga týdningarmikið tey árini, ið tú vart stjóri? Hetta var ein glæsilig tíð. Nógv nýggj hugskot komu fram, hugflogið var stórt, nógvar nýggjar hugmyndir vóru uppi og kreativitetur og bjartskygni eyðkendu samfelagið. Tað var fyri meg ein stór uppliving at síggja tann áhuga, sum føroy­ ingar høvdu fyri at uppliva nýggj áhugaverd tiltøk og framførslur innan sum uttanífrá. Eg hugsi her serstakliga um luttøkuna í Listastevnu Føroya. Listastevnan var jú mítt størsta initiativ. Men hetta var eisini galdandi fyri tað sera livandi tónlistalívið. Eg hugsi eitt nú um menningina av Føroya Symfoniorkestri, sum Húsið legði stóran dent á, nevniliga hetta at geva teimum ungu íblástur og at eggja teimum til at taka lut í tónlistalívinum bæði lokalt so væl sum í høvðus­ staðnum og ikki minst uttan fyri landoddarnar. Tað var ein ómetalig orka og skapanargleði, ið vórðu loyst úr bondum, hvørja ferð vit fóru undir Prix Føroyar og tað var ein merkisverd og ómetalig satsning frá øllum føroyskum fjølmiðlum. Tað var undanmaður mín, Peter Turtchaninoff, sum tók stigið til Prix Føroyar, men eg yvirtók tiltakið við gleði. Har vóru eisini onnur tiltøk: filmklubbin Klipp, tónlistaklubbin Orfeus, framsýn­ ingin Veiðimentan í Útnorði, sum ikki bert setti met í Norðurlandahúsinum, í Katuaq í Nuuk og í Hetlandi, men eisini her á Norðurbryggjuni. Vit sendu framsýningina kring Norður­ atlantshavið umframt til Írlands og til Svøríkis. Men her var nógv nógv annað og meira: eg havi havt gleðina av at vísa nógvum mætum og ferðavandum útlendskum gestum Føroyar. Eg hugsi um eitt nú Kire Te Kanawa, Victoria Chaplin og Jean Baptiste Thierrées úr Ósjónliga Cirkus og Ian Anderson úr Jethro Tull fyri nú bert at nevna nøkur av teimum kendastu. Tað var ógloymandi aftur og aftur at síggja landið við gestsins eyga. Hvørji mentunarøki fara at hava serstakan týdning fyri NLH í framtíðini? Húsið er bygt sum konsert­ og sjónleikarhøll og í hesum eru uniku møguleikar tess at geva áskoðaranum ómetaliga stór­ fingnar upplivingar. Húsið stóran týdning fyri føroyska og norðurlendska m Tað var fyri meg ein stór uppliving at síggja tann áhuga, sum føroyingar høvdu fyri at uppliva nýggj áhugaverd tiltøk og framførslur innan sum uttanífrá. Eg hugsi her serstakliga um luttøkuna í Listastevnu Føroya. Listastevnan var jú mítt størsta initiativ, sigur fyrrverandi stjórin, Helga Hjørvar