hósdagur 8. mai 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 87 - 8. mai 2008
27
tíðindi
Sviin Lars Hjertén er
stýrisformaður í Norður
landahúsinum. Vit
hava hitt formannin í
sambandi við, at húsið
verður 25 ár og samstundis
munandi víðkað.
NLH 25 ár
Jóannes Dalsgaard
jd@sosialurin.fo
Lars Hjertén var í mong limur í
svenska ríkisdegnum fyri
Moderata Samlingspartiet, valdur
í Vestara Gøtalandi. Hann hevur
eisini verið limur í stýrinum fyri
Norðurlendska Mentanargrunnin
og er sum nógv svenskir politik
arar sannur Føroyavinur.
Spurdur, hvussu hann metir
Norðurlandahúsið og leiklut tess
í norðurlendska mentanarsam
starvinum, sigur Lars Hjertén:
Eg meti húsið sera jaliga og
sama vil eg siga um tann leiklut,
ið Norðurlandahúsið hevur í
norðurlendska mentanarsam
starvinum. Norðurlandahúsið er
ein sera týðandi stovnur ikki bert
fyri Føroyar og Tórshavn men
fyri øll Norðurlond. Húsið hevur
mestsum fingið leiklutin sum
norðurlendsk sendistova í
Føroyum.
Framtíðin
Hvussu sært tú virksemið og
leiklutin hja húsinum í framtíðini
og í hesum sambandi, hvat
kemur víðkanin av húsinum at
týða?
Tann týdningur, sum
Norðurlandahúsið hevur, fer púra
vist at økjast, nú húsið megnar at
taka í móti fleiri og nógv størri
ráðstevnum og tiltøkum. Eg kann
minna á, at Norðurlandahúsið til
dømis hevur hýst ráðstevnum,
har ávikavist fyrrverandi forsetin
Bill Clinton og Al Gore
varaforseti hava tikið lut. Tað er
lætt at savna fólk í húsinum og
hetta hevur týdning. Tey nýggju
hølini koma at hava stóran
týdning í møtinum millum menn
iskju, og vit fara at fáa fleiri rúm,
sum kunnu nýtast samstundis, tá
ein eitt nú skal býta eina stóra
fjøld upp í smærri bólkar. Hetta
ger húsið nógv meira funktionelt,
so at siga. Her verður sostatt rúm
fyri fleiri mentanarligum tiltøk
um so væl sum sum ráðstevnum.
Sparingar á veg
Hvussu metir tú annars, at tað fer
at ganga við norðurlendska
mentarsamstarvinum, eitt nú við
atliti at teimum sparingarætla
num, sum hava liðið á ljóði?
Vit vita enn ikki rættiliga,
hvat ið fer at henda við norður
lendska samstarvinum í fram
tíðini. Men tá Norðurlandaráðið
og Norðurlenska Ráðharraráðið
fara at leggja ætlanir fyri
framtíðina, er tað sera umráð
andi, at Føroyar og Tórshavn við
Norðurlandahúsinum kunnu
bjóða seg fram við teimum bestu
hølunum, sum eru til taks í
sjálvstýrandi londunum.
nú verður tikin alment í nýtslu í
sambandi við 25 ára haldið. Við
nýggja bygninginum vónar Niels
Halm at kunna økja um
inntøkugrundarlagið hjá Norður
landahúsinum. Millum annað til
fleiri stórar altjóða ráðstevnur og
vinnulívsturismu, sum vit longu
hava upplivað við vitjanunum hjá
Clinton og Gore.
Eg havi brúkt stóran part av
mínari orku og tíð til at fáa fígg
ing til vega til nýggja bygningin,
og at finna framtíðar samstarvs
partnarar, sum kunnu vera við til
at tryggja eitt framhaldandi høgt
og fjølbroytt støðið á mentanar
liga og listarliga útboðnum í
húsinum, sigur Niels Halm.
Hann ivast ikki í, at Føroyar og
Norðurlandahúsið eru eitt attrak
tivt ferðamál hjá vinnulívsfólki
og granskarum, tá ráðstevnur
skulu haldast.
Her er ein heilt serlig atmo
sfera í Føroyum, sum fólk uttan
iva vilja ferðast langt fyri at
uppliva. Stórbara náttúran og
krunkasvarti náttarhimmalin eru
bert dømi um serkenni, sum vit
eiga at bjóða útlendskum gestum,
sigur Niels Halm.
Hann viðgongur eisini, at
orsøkin til, at hann hevur nýtt so
nógva orku til júst hetta er, at
Norðurlandaráðið longu hevur
signalerað, at húsið skal byggja
upp eitt samstarv millum vinnu
lív og mentan.
Røddir eru alla tíðina frammi
um, at meira orka og peningur
skal leggjast í at møta globaliser
ingini. Tí eru vit sjálvandi eisini
noydd at fylgja við, og at laga
okkum til tann veruleika, sum vit
liva í, sigur Niels Halm. Í hesum
sambandi vísir hann á, at tað
hevur stóran týdning fyri umdøm
ið hjá húsinum at hýsa vitjanum
sum tær hjá Clinton og Gore.
Endamálið óbroytt
Spurdur, hvat endamálið so er
við húsinum, trívir Niels Halm í
upprunaliga endamálið, sum
framvegis er galdandi: Endamál
ið við Norðurlandahúsinum er at
fáa norðurlendska mentan til
Føroyar og at fáa føroyska
mentan til onnur norðurlond
umframt at stuðla føroyskari
mentan.
Men fyri at stuðla sjálvstøð
ugari mentan og list, mugu vit
eisini hava nakrar tryggar inn
tøkur at stuðla við. Sostatt er
primera uppgávan ikki broytt,
sigur Niels Halm.
Man má altíð menna seg, tí
onki er støðugt. Og vit noyðast at
fylgja við og at endurnýggja
okkum, hugsa innovativt, fyri á
tann hátt at skapa grundarlag fyri
øllum virkseminum, sigur Niels
Halm, sum ikki sær hetta sum
nakran trupulleika, men heldur
sum eina stóra avbjóðing.
Uppá spurningin, um Norður
landahúsið livir eina ótrygga
tilveru, drálar hann eitt sindur,
men svarar til endans, at tey
kenna ikki fíggjarkarmin fyri
2009. So tað sigur næstan seg
sjálvt.
Globaliseringin skal hava sítt
nú, so vit mugu royna at hugsa
kreativt fyri at halda støðinum
uppi, staðfestir hann. Kortini
hevur húsið fingið størri játtar
seinastu árini, tí tað hevur átikið
sær ávísar umsitingarliga upp
gávur fyri Norðurlandaráðið á
mentunarøkinum.
Norðurlond fyrimyndir
Ofta verður spátt um framtíðina.
Men hvør verður støðan hjá
Norðurlandahúsinum um tíggju
ár sambært Niels Halm?
Um tíggju ár er sjálvandi
hend ein stór broyting. Ongin ivi
er um tað. Serliga um vit hyggja
suðureftir rokni eg við at elli
gamla norðurlendska samstarvið
verður fyrimyndin fyri aðrar
regiónir í EU, sigur Niels Halm.
Hann vísir í hesum sambandi á,
at EU er týdningarmikið sæð frá
einum búskaparligum sjónar
horni, men samfelagsliga sæð
gongur norðurlendska samstarvið
á odda, tí londini líkjast so nógv.
Tí eiga vit ikki at undirmeta
samstarvið, men heldur víðka
tað, ikki minst innan gransking,
mentan og útbúgving, sigur Niels
Halm, sum roknar við at halda
fram í starvinum, tá fýra ára
skeiðið er runnið. Hetta hevur
stýrið í øllum førum heitt hann á.
Har eru framvegis fleiri
snøklar, sum skulu greiðast,
millum annað fyri at fáa nýggja
útboðið marknaðarført, og allan
teknikkin at virka. So eg ynski
ikki at sleppa arbeiðinum, meðan
tað enn liggur á hálvum gekki,
sigur hann.
Saknur í listastevnuni
Listafólk hava ofta fýlst á, at
Listastevnan varð tikin av, tá
Niels Halm tók við stjórasessin
um. Hetta var annars avrik, sum
undangongustjórin, Helga
Hjørvar, stóð á odda fyri. Til
hetta sigur Niels Halm, at hóast
Listastevnan var eitt gott initiativ,
so var tað ein altjóða stevna,
heldur enn norðurlendsk.
Trupulleikin var eisini, at
húsið stóð einsamalt – bæði fyri
tiltakinum og fyri allari fígging
ini. Og av tí, at stevnan lá á
markinum fyri okkara virkisøki,
so metti eg ikki, at vit høvdu ráð
til at halda fram við henni, sigur
Niels Halm, sum heldur hevði
spjatt vágan, við at fáa fleiri
samstarvspartnarar við, serliga til
fíggingina.
Men eg havi hoyrt, at góð
fólk eru í ferð við at skipa fyri
onkrum líknandi aftur, og tá eru
vit sjálvandi áhugað í at leggja
pallar og líknandi til. Men eftir
mínum tykki, skal Norðurlanda
húsið ikki taka stig til og
einsamalt standa sum fyriskipari
av so stórum tiltøkum, tað eru
ráðini snøgt sagt ikki til, sigur
Niels Halm. Hann forklárar
víðari, at húsið hevur karmarnar
og eina organisatión, sum skal
samstarva við
mentanarumhvørvið um tiltøk.
Men hugskotini, initiativini
og drívmegin eiga at koma frá
listafólkunum og feløgum teirra,
tí tey vita best, hvat tey hava at
bjóða, hvat er spennandi og nær
rætta løtan er, sigur Niels Halm,
sum sigur seg hava trivist sera
væl í Føroyum hesi síðstu trý
árini. Ikki minst hevur hann havt
stóra fragd av føroysku náttúruni,
bæði í góðum og ringum veðri.
Eg eri natúrumenniskja og
gangi nógv í haganum. Og tað er
ongin trupulleiki at ganga í
vánaligum veðri, regni og
mótvindi, bara tú kennir leiðina,
tú ganga skalt, sigur hann at
enda.
entan og list Týðandi stovnur fyri Føroyar
og øll Norðurlond
Hvussu er samstarvið millum
Bryggjuna og Norðurlandahúsið
í Føroyum? Vit hava gott
samband og nakrar av okkara
framsýningum hava eisini verið í
Norðurlandahúsinum. Ein fram
sýning er partur av framtaki
Húsins í Brussel. Vit hava áhuga
í samstarvi og vit eru opin fyri
samstarvi við Norðurlandahúsið í
Føroyum.
At enda spyrja vit Helgu
Hjørvar hvørja heilsan, hon
hevur til húsið á 25 ára degnum,
og hvørji ynski hon hevur fyri
Húsið og fyri norðurlendska
mentanarsamstarvið í framtíðini.
Vit bæði Úlfur vilja fegin bera
fram eina kvøðu til Húsið og tess
núverandi og fyrrverandi
starvsfólk. Vit heilsa føroyskum
listafólkum og áskoðarum húsins
og ynskja øllum til lukku við
teimum tjúgufimm árunum. Vit
ynskja fyri Norðulandahúsið í
Føroyum, at hildið verður fram
við at vísa tað besta í føroyskari
eins væl og útlendskari list. Vit
her á Norðurbryggjuni síggja
fram til framvegis at kunna bjóða
danska almenninginum
framúrskarandi føroyska list.
Norðurlandahúsið hevur karmarnar
og eina organisatión, sum skal
samstarva við mentanarumhvørvið
um tiltøk.
- Men hugskotini, initiativini
og drívmegin eiga at koma frá
listafólkunum og feløgum teirra, tí
tey vita best, hvat tey hava at bjóða,
hvat er spennandi og nær rætta
løtan er, sigur Niels Halm, stjóri á 25
ára degnum.
Mynd: Jens Kristian Vang
-Tann týdningur, sum
Norðurlandahúsið hevur, fer púra
vist at økjast, nú húsið megnar
at taka í móti fleiri og nógv størri
ráðstevnum og tiltøkum, sigur
Lars Hjertén, stýrisformaður í
Norðurlandahúsinum