hósdagur 8. mai 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 87 - 8. mai 2008
1.
Losnandi úr einkisleiki
Neistar úr alheims sorta
Blunk av tilvildum
Áleiðis til allastaðna noyðslur
Ein nærkandi sláttur
Eitt tám av gleði
Eitt lot av undran
Ein kvirra
2.
Vit laða staðin Jørð
Opin í allar ættir
Kærleiki, tak okkum
Vitan, kenn okkum
Tú góði látur, vitja okkum
Tú harða frælsi, lýð á okkum
3.
Her rennur skil millum veru og einki
Sús frá hvørvandi tíðum
Fjakkarar úr øllum oyðum
Hugsa staðin Jørð
Fylgi kleyra sólarrisið niður
Reikandi í løstaðum barndómum
Gudar á veiðiferð
Í hvørjum sletti eitt vet av ongum
Skav frá kvørkveggju og kykti
Smílur av hømiliu og haga
Teskan frá trilvandi ásjónum
Teskan frá ævisøgnum
Ráki av gerandismolum
Ráki av stundandi holdi
Glint frá menniskjabygdum
Skyggjan frá heimaeldi
Ein vælvorðin verð.
Her rennur skil millum veru og einki
4.
Vit finnast á strondini
Vindurin dansar í tínum hári
Ein skuggi streyfar títt andlit
Vit hoyra glefsini
Og fata dagsins sannindi
Havið er svart av vónum
Vit dansa á tíð
Vit dansa í sólarroða
Vit dansa í holdsanga
Vit dansa í tónaveldi
Vit dansa í sjórama
Vit dansa í ókunnumáli
Vit dansa ævigt soleingi vit liva
Vit droyma staðin Jørð
Eitt lot av undran
Eitt tám av gleði
Ein farandi sláttur
Losnandi úr allastaðna noyðslum
Neistar úr alheims sorta
Blunk av tilvildum
Ein kvirra
Jørð
Ein supernova
til okkara Jørð
Nýskrivaða kantatan ”Jørð” eftir Róa Patursson og Kára Bæk verður
framførd av Aldubáruni og kórinum Tarira á gallatiltakinum í
Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið. Enn kenna vit ikki tónarnar, sum
Kári Bæk fer at ríka okkum við, men av sonnum er tað hjartanemandi
aftur at kunna uppliva slíkt verk eftir Róa Patursson. Hatta er ein
fantastisk yrking. Ein skapanarmyta um globalisering. Orðini ganga hond
í hond, og hvør regla er eitt hugtak, ið lýsir modernaða menniskjað og
náttúruna. Hon er pakkað við ljóðum, litum og myndum, og er fylt við lív,
vón, kærleika, deyða og friði. Ein supernova.