Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-08, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mai 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 87 - 8. mai 2008 29 tíðindi Flestu heim í Føroyum hava onkra av mongu plakatunum, sum Norðurlandahúsið hevur givið út seinastu 25 árini. Øll stór tiltøk hjá Norðurlandahúsi­ num hava havt sína listarligu plakat, og hesar plakatir hava borið Norðurlandahúsið út í hvønn krók í landinum. Føðingardagurin hjá Norður­ landahúsinum er einki undantak í so máta. Hann fær eisini sína egnu plakat. Tað er listamaðurin, Edward Fuglø, sum hevur gjørt 25 ára føðingardagsplakatuna hjá Norðurlandahúsinum. Málning­ urin er tó ikki upprunaliga gjørdur til føðingardagin. ­ Eg havi ikki havt Norður­ landahúsið í huga, tá eg málaði, men eg fegnist sjálvandi um, at Norðurlandahúsið hevur valt at brúka hendan málning til plakat, sigur Edward Fuglø við Sosialin. Grøna plakatin ímyndar ein ryggsekk­ferðandi, sum hyggur niður á lítið føroyskt landsslag. Norðurlandahúsið hevur havt stóran týdning fyri føroyska myndlist, staðfestir listamaðurin, Edward Fuglø. ­ Norðurlandahúsið hevur havt ómetaliga stóran týdning. Serliga fyri støðið í listini og mentanar­ tilboðunum. Eg vil siga tað soleiðis, at eg veit ikki, hvussu skilið hevði verið, um Norður­ landahúsið ikki varð bygt. Edward Fuglø nevnir sum dømi framsýningina, Natúrligvís, sum framvegis ferðast runt norðanlond. ­ Norðurlandahúsið hevur miðlar og kontaktir, sum gera at ein framsýning røkkur longri enn aðrar listaframsýningar. Húsið hevur givið okkum innlit í góða útlendska list, og givið okkum høvi at vísa okkara list aðra­ staðni. Hetta hevur verið ómetaliga týdningarmikið, staðfestir Edward Fuglø, sum hevur málað grønu føðingar­ dagsplakatina hjá grønu húsunum. DH Í samband við føðingardagin hjá Norðurlandahúsinum letur ein grønlendsk framsýning upp fríggjadagin. Framsýningin, Quadrofoni, er á veg til Letlands, har hon verður sýnd fram í summar. Listafólkini handan framsýn­ ingina eru fýra grønlendingar úr Quqortoq, sum eru í familju við hvønn annan men úr ymiskum ættarliðum. Ivars Silis, Aka Høegh, Inuk Silis­Høegh og Boletta Silis­Høegh. Sagt verður um Quadrofoni, at framsýningin úttrykkir bæði ankring og opbrud frá slektuni og hjemstavn í suður Grønlandi. Ummælarar hava sagt, at henda framsýningin er ein av mest heilstoyptu grønlendksu listafram­ sýningum nakrantíð. Ferðandi framsýningin hevur ikki allar lutirnir frá upprunað framsýningini, men listaverk eru eisini gjørd serliga til hesa framsýning. DH Hátíðarhald við tónleiki 25 ára føðingardag­ urin hjá Norðurlandahúsinum verður hildin við stórum hátíðarhaldið fríggjakvøldið 9. Mai. NLH 25 ár Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Almenn móttøka í samband við at Norðurlandahúsið fyllir kvart hundrað verður fríggja­ dagin klokkan 16. Ein hálvan tíma seinni letur grønlendska framsýningin »Quadrofoni« upp, og klokkan 17.30 verður nýggja Athøll alment tikin í nýtslu. Gestarøðari til hetta tiltakið verður Eyðun Andrea­ sen, professari á Fróðskapar­ setri Føroya. Sjálv føðingardagsveitslan má tó sigast at vera hátíðar­ haldið, sum verður klokkan hálvgun átta fríggjakvøldi við tónleiki, dansi, sniðgeving og søguligum afturliti. Tónleik­ urin er kanska tann føroyska listagrein, sum hevur havt stórst gleði av Norðurlanda­ húsinum, og tað er eisini tónleikur sum fyllir mest í programminum fríggja­ kvøldið. Tiltakið verður sent beinleiðis í Kringvarpi Føroya. Millum forvitnisligu innsløgini á hátíðarhaldinum kunnu nevnast nýskrivaða kantatan ”Jørð” eftir Róa Patursson og Kára Bæk, sum verður framførd av Aldubáruni og kórinum Tarira, dansur við Kristinu O. Sørensen, tónleik­ ur við Heiðrikki á Heygum, Eivør Pálsdóttir, BUDAM og Hanusi og Aldubáruni. Føroyskir sniðgevar fara eisini at framsýna nýtt design og hesin parturin av fram­ førsluni er gjørdur í samstarvi við SamVit. Og so verður húsið sjálvt eisini sett í fokus við millum øðrum afturlítandi filmsbrotum. Vertir á hátíðar­ haldinum verða Jensina Olsen og Sjúrður Skaale. Grøn plakat til grøna húsið Grønlendsk list vitjar Føroysk framsýning í Finlandi Í sambandi við at Norðurlandahúsið í Føroyum fyllir 25 ár 8. mai 2008, letur føroyska framsýningin, Dyr, upp á Gallarí Norsu í Helsinki hósdagin. Tað eru tær tríggjar føroysku listakvinnurnar Astrid Andreasen, Guðrið Poulsen og Tita Vinther, sum sýna fram verk síni. Framsýningin í Helsinki er til og við 8. juni 2008. DH