hósdagur 8. mai 2008síða 32
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 87 - 8. mai 2008
tíðindi
Norðurlandahús eru
í Reykjavík, Nuuk,
Mariehamn og í Helsinki
NLH 25 ár
Heri Simonsen
heri@sosialurin.fo
Elst av teimum fimm
norðurlandahúsunum er
Norðurlandahúsið í Reykjavík.
Húsið var teknað av heimskenda
finska byggifrøðinginum, Alvar
Aalto (1898-1976). Aalto verður
mangan nevndur “Faðirin hjá
modernismini í Norðanlondum”.
Í heimshøpi er Alvar Aalto
kendur fyri sínar ógvuliga
serstøku Aalto-vasar, sum hava
sítt heilt egna serstaka snið.
Aalto sniðgav eisini innbúgv. Ein
tann kendasti bygningurin Alvar
Aalto teknaði er Finnlandia
Konserthøllin í Helsinki.
Norræna Húsið, sum íslendingar
nevna Norðurlandahúsið, stendur
á Vatnsmýrini í Reykjavík.
Endamálið við at byggja húsið
var at fremja samvinnuna millum
Ísland og hini norðurlondini, og
at styrkja sambondini landanna
millum. Norræna Húsið stóð
liðugt í 1968, og var tað tikið í
nýtslu sama árið. Í húsinum er
kaffistova, bókasavn, og hølir, ið
kunnu nýtast til fundarvirksemi
og ráðstevnur. Norðurlendska
ráðharraráðið tekur sær av
rakstrinum. Norðurlendskir
lærarar, sum undirvísa á Háskóla
Íslands hava eisini skrivstovur í
Norræna Húsinum.
Nuuk
Í grønlendska høvuðsstaðnum,
Nuuk er eisini eitt
norðurlandahús. Tó í
grønlendska høvuðsstaðnum er
talan um eitt sokallað
“Norðurlendst Institut”. NAPA er
styttingin. NAPA ein
menunnarstovnur undir
norðurlendska
ráðharrastovninum. Uppgávan
hjá NAPA er at verða við til at
menna, stuðla og stimulera tað
grønlendska mentunnarlívið,
samstundis sum NAPA virkar
fyri samstarvi millum grønlendsk
og norðurlendsk listarfólk. NAPA
kunnar eisini um tær nýggju
NordPlus-verkætlanirnar, sum
eru settar í verk seinastu árini, og
gevur NAPA eitt fíggjarligt
ískoyti til einstakar felagsskapir í
Útnorðri. NAPA hevur eitt tætt
samstarv við Norðurlandahúsið í
Føroyum, og við
Norðurlandahúsið í Reykjavík.
Millum størstu
samstarvsverkætlanirnar kann
nevnast tann í Føroyum væl
kenda “Veiðumentan í Útnorðri”.
NAPA ger eisini nógv fyri at
slóða fyri, at einstaklingar,
bólkar og kommunalir
myndugleikar virka saman í
mentunnarligum verkætlanum.
Mariehamn
Í álendska høvuðsstaðnum,
Mariehamn er eisini eitt
norðurlendskt institut, sum liggur
undir norðurlendska
ráðharrastovninum. Uppgávan
hjá institutinum er at styrkja tað
álendska mentunnarlívið í
samstarvi við hini norðurlondini,
og í samstarvi við lokala
mentunnarlívið á
Álandsoyggjunum. Institutið í
Mariehamn bjóðar listarfólkum
frá øllum norðurlondum til
samstarv, gestaupptraðkan og at
koma á skeið. NIPÅ, sum
stovnurin verður nevndur millum
manna, arbeiðir eisini aktivt fyri
at stimbra skapandi virksemi fyri
børn og ung. NIPÅ hevur tætt
samstarv við norðurlandahúsini í
Íslandi og Føroyum, og við tey
norðurlendsku institutini í Nuuk
og í Helsinki. NIPÅ var tikið í
nýtslu í 1985, og verður rikið av
álendska landsstýrinum og
norðurlendska ráðharraráðnum,
sum saman fíggja virksemið hjá
NIPÅ. Stýrið fyri NIPÅ verður
valt av norðurlendska
ráðharraráðnum, og hevur umboð
frá hinum norðurlendsku
londunum. Millum teir, sum hava
verið leiðarar hjá NIPÅ kunnu
vit nevna føroyska Mikkjal
Helmsdal, fyrrverandi
sjónvarpsstjóra, og núverandi
rektara á Studentaskúlanum í
Hoydølum.
Helsinki
Norðurlendska Instituttið í finska
høvuðsstaðnum Helsinki verður
nevnt Nifin. Nifin er eisini ein
mentunnarstovnur undir
norðurlendska ráðharraráðnum,
og er talan um eitt norðurlendsk
møtistað mitt í Helsinki.
Endamálið hjá Nifin er at spjaða
kunnleika um hini norðurlendsku
tungumálini og mentan teirra, og
at spjaða kunnleika til onnur
norðanlond um mentan og
tungumál finna. Hetta verður
gjørt við at kunnu um
Norðanlond og tað norðurlendska
samstarvið gjøgnum
verkætlannar og skeiðvirksemið,
umframt málskeið. Nifin arbeiðir
fyrst og fremst innan øki, sum
mentan, útbúgving, fjølmiðlar og
samfelagsviðurskifti. Og hevur
Nifin stóra ávirkan á tann
norðurlendska málpolitikkin.
Nifin hevur eitt ógvuliga serstakt
norðurlendskt bókasavn, sum
leggur alstóran dent á nýmótans
fagrar bókmentir. Á
bókasavninum er eisini
norðurlendskur faklesnaður,
dagbløð, tíðarrit, filmar,
tónleikur og kassettubond við
málsligari frálæru. Summi seta
spurnartekin um norðurlendska
samstarvið riggar. Men
norðurlandahúsini og
norðurlendsku instituttini vitna
um nakað annað.
Norðurlandahúsið í árstølum:
1971: Erlendur Patursson, løgtingsmaður og limur í Norðurlandaráðnum leggur fram uppskot um at byggja
ein norðurlendskan “sjónleiks og konsertsal” í Tórshavn. Hetta uppskotið er upprunin til tað, sum seinni
gerst Norðurlandahúsið.
1977: Norðurlendsk arkitektakapping verður útskrivað. 158 arkitektar taka lut, og vinnarar gerast Ola Steen
úr Noregi og Kollbrún Ragnarsdóttir úr Íslandi.
1980: Við støði í vinnandi uppskotinum verður verkætlanin, ið fær navnið Norðurlandahúsið í Føroyum,
samtykt, og arbeiðið at byggja húsið verður boðið út í Norðanlondum.
1983: Norðurlandahúsið stendur liðugt hin 8. mai. Byggikostnaðurin er 70 miljónir danskar krónir.
Norðanlond rinda 66, meðan Føroyar rinda 4 miljónir.
1983: Føroya Symfoniorkestur verður stovnað, og hevur til hendan dag átt sín stóra og fasta leiklut í
virksemi Norðulandahússins.
1983: Tórshavnar Jazz, Fólka og Bluesfestivalur verður hildin á fyrsta sinni.
1984: Fyrstu valfundirnir verða hildnir í Norðurlandahúsinum.
1995: Norðurlandahúsið tekur stig til fyrstu Prix Føroyar kappingina í samstarvi við Føroya Undirhalds
Tónleikarafelag (FUT)
2000: Fyrsta “Ársins Virki” á Vinnudegnum í Norðurlandahúsinum verður Havsbrún í Fuglafirði.
2001: Listastevnan verður hildin á fyrsta sinni
2005: Atlantic Music Event er í Norðurlandahúsinum á fyrsta sinni.
Stjórar:
Steen Cold (Danmark) 1983-1984
Hjörtur Pálsson (Ísland) 1984-1985
Karin Flodström (Svøríki) 1985-1989
Jan Kløvstad (Noreg) 1989-1994
Peter Turtshaninoff (Finnland) 1994-1999
Helga Hjørvar (Ísland) 1999-2005
Niels Halm (Danmark) 2005-
Hini Norðurlandahúsini