hósdagur 8. mai 2008síða 33
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 87 - 8. mai 2008
33
U
m 25 ár er P/f Norður
landahúsið í Føroyum
(Nordic Conference and Culture
Centre LTD) langt síðani selt og
einskilt og skrásett á øllum
norðurlendskum
virðisbrævamarknaðum.
Tað vil siga, at tann størri
parturin er einskildur. Tað er
framvegis til politiska um
hugsan í landsstýrinum, um tað
almenna skal selja seinastu tveir
triðingarnar av sínum parti.
Føroyingar komu við 34
prosentum, tá húsið varð bygt.
Hini 66 prosentini vórðu tikin
frá kassadamum og vaskikonum
í arbeiðarabýlingunum í Dan
mark, Finnlandi, Íslandi, Norra
og Svøríki. Tað helt eingin var
mannminkandi fyri føroyingar.
Soleiðis at fáa pengar frá
øðrum.
Kursurin á partabrøvunum í
Norðurlandahúsinum sveiggjar
á Krossmessu í 2033. Hann
hækkaði ikki sørt eitt vet ella
meira enn tað , tá fyrrverandi
amerikanski forsetin Barrack
Obama var í Salinum og vendi.
Fyrrverandi Obama hugtók
tann partin av fjøldini, sum
hevði ráð at lata eina vikuløn
hjá hinum partinum av fjøldini
fyri ein tíma, hann hugtók við
fyrilestri sínum um framgongd
ina hjá demokratinum í Iran
og annars við leysum og
føstum um veður og vind.
Hann siteraði eisini Carl
Jóhan Jensen, men tað
ávirkaði ikki kursin á
partabrøvunum. Og fyrrverandi
Obama varpaði upp glærur við
litmyndum av flagtekjuni á
ellisheiminum hjá Hill og
Billhjúnunum.
Fyrrverandi amerikanskir
forsetar og fyrrverandi
amerikanskir líkaviðforsetar eru
ein stórur fongur hvørja ferð hjá
lítlu tjóðini, sum í øllum sínum
gitna gestablídni letur
satelittarnar MTV og AA
sveima rundan um stórmennini.
Vinnuhúsið er stórt, men har
er kortini ikki pláss. Norður
landahúsið er størri.
Framtíðini kemur av sær
sjálvari. Keypið partabrøv í P/f
Norðurlandahúsið í Føroyum
(Nordic Conference and Culture
Centre LTD) frá teimum, sum
vilja selja tann 8.mai í 2033.
Tað kann gerast ein góð íløga,
hvør veit. Ella bíðið til 2048, tá
politiska umhugsanin í
landssstýrinum er liðug.
Vorðið sum skítbýtt framtíðar
lýsing? Tað venda vit aftur til
um 25 ár.
Strikaðar stjørnur
Føroysk mentan er, at mentan
skal ikki kosta kassanum hjá
okkum øllum alt ov nógv.
Konturnar verða vigaðar fleiri
ferðir, tá fíggjarlóg verður
skrivað. BMI er 15.
Tíverri hava hini Norðurlond
ini fingið snevilin av føroyska
modellinum. Mentanin skal ikki
kosta felags norðurlendska
kassanum alt ov nógvar pengar.
Norðurlandahúsini noyðast at
klára seg fyri minni ella finna
pengar aðra staðni. Mentan skal
eisini geva avlop í pengum og
ikki bara í menning og sálarbót.
Listastevnan helt uppat, tí hon
kostaði ov nógv.
Norðurlandahúsið í Føroyum
byggir uppí, ikki til listastevnur
men til stevnur, sum geva
pengar, ráðstevnur. Ráðstevnur
um alt møguligt, uttan mentan.
Tá vit skulu heilt upp hagar
sum halastjørnurnar sveima,
leiga arbeiðsgevarar Norður
landahúsið til internasjonalar
kongressir um veðrið, sum í
Føroyum framvegis er danskt
málsøki, men skal hertakast i
frælsisstríðnum.
Tá eg hin morgunin kom til
arbeiðis og sá stjørnurnar og
strikurnar veittra í norður
lendska grannatúninum, spurdi
eg meg sjálvan ”hví fanin skal
ein líkaviðognæstan amerkansk
ur forseti upptraðka í norður
lendsku mentanarborgini í
Føroyum?”.
Flaggið, sum ímyndar krígs
greði, yvirgang, gudiligan
fanansskap, paranoya og arro
gansu.
Hví strikaði eingin stjørnur
nar? Ókey, olympiski eldurin
hevði heldur ikki verðið sløktur
í Føroyum, kom hann hendan
vegin á leiðini til Kina.
Tá vit høvdu norðurlendska
filmsstevnu í Norðurlanda
húsinum í 1989 slapp sámiska
flaggið ikki at veittra á matrikli
num hjá Norðurlandahúsinum.
Hóast høvuðsverkið á stevnuni
var sámiskt. Tað kundi fornerma
norðmenn, svenskarar og finnar
at vísa flaggið hjá sámum. Slíkt
kallast diplomati.
Í norðurlendsku familjuni
fornermar mann ikki hvønn
annan. Vit eru fitt.
Ráðstevnur um umhvørvi í
Føroyum. Føroyingar í slipsi
skíta eins og allir aðrir føroy
ingar á umhvørvið. Tað er bara
har og fer ongan veg. Heimsins
reinasti sjógvur og økologisk riv
í ovninum. Og so hatta har seg
og tvey. Tað kunnu onnur eiga
og orðna. Hjá okkum er so lítið
av tí í stóra samanhanginum, at
vit kunnu kalla tað seg og eitt.
Kontórherurin
Í Norðurlendska ráðharraráð
num og í Norðurlandaráðnum
arbeiða nógv fólk. Tey skulu
sjálvandi alla tíðina hava okkurt
at gera. Tí verða allar skipanir,
allir stovnar, allar verkætlanir
endavendar soleiðis á leið fimta
hvørt ár. Sama um tær rigga væl
ella ei.. Sama um tær hava fyri
neyðini at verða endurskoðaðar.
Kontórherurin hvessir vápnini.
Hann legði Baltalondini undir
seg og vísti fyri sær har. USA
hevur ikki einarætt til at vísa
øðrum, hvussu demokrati eigur
at virka.
Skrivstovustórveldið var
síðani komið langt inn í útnyrð
ingsrussland, tá veðrið enn eina
ferð bjargaði russum burtur úr
innrás.
Við eitt rendu farteldu
soldátarnir seg í globalisering
ina og veðurlagið. Bumm! 60
milliónir krónur í 2008 til
globalisering og klimakongress.
Nú skal allur heimurin frelsast,
ikki bara nakrar promillur av
Russlandi. Milliónirnar, tær 60,
eru tiknar frá millum annað
mentanini. Heldur ikki Norður
landahúsið í Føroyum sleppur
undan at lata, nú talvan gongur
til frama fyri globala sjask
veðrið.
Tað er stórt spell, at Norður
landahúsið noyðist at hugsa um
business eisini, og ikki bara um
mentan.
Endamálið hjá Norðurlanda
húsinum var, og er enn sambært
heimasíðuni hjá húsinum, ”at
fáa norðurlendska mentan til
Føroya og at fáa føroyska
mentan til onnur Norðurlond
umframt at stuðla føroyskari
mentan.”
Vit hava í Føroyum so harð
liga brúk fyri Norðurlandahúsi
num við júst hasum endamáli
num. Einum stovni, sum kann
geva okkum annað enn til døm
is danska skramblið í føroyska
sjónvarpinum og amerikonsku
skræpuna í Havnar Bio.
Vi t hava brúk fyri einum,
sum kann bjóða tað besta í
heiminum til Føroya uttan at
spyrja, hvat tað kostar. Vit hava
brúk fyri einum húsi, sum kann
vísa filmar, sum eru verdir at
síggja, hóast filmstólini fóru á
Sandvíkarhjalla.
Vit hava brúk fyri teimum,
sum vilja brúka pengar til ment
an í Føroyum. Tað ger einki, um
tað eru útlendingar. Danskarar
eru eisini vælkomnir.
Pengar inn – stórsinni út
Okkara fólk í Norðurlandaráð
num og ráðharraráðnum eiga at
ávara móti hesum skaðiliga
rákinum, at alt skal stýrast eftir
handilsligum treytum, eisini
mentanin, sum eina ferð var
flaggskipið hjá norðurlendska
samstarvinum.
Norðurlandahúsið hevur
týdning fyri føroyingar. Norður
landahúsið verður millum annað
brúkt, tá skattalættin hjá
fiskimonnum skal rættvísgerast.
Fiskimenn skulu hava skatta
lætta, tí teir kunnu ikki brúka
Norðurlandahúsið, teir eru ikki
heima.
Fiskimannafelagið hevur
aðalfund í Norðurlandahúsinum
millum jólini og nýggjárið. Tá
eru allir fiskimenn heima. Eitt
prosent av teimum er á aðal
fundi í Norðurlandahúsinum.
Norðurlandahúsið er langt
síðani vorðin partur av føroyska
samfelagnum. Men eru peng
arnir komnir inn høgrumegin.
Vektin er nullstillað. Business
fyri stórsinni. Um nøkur ár
verður Norðurlandahúsið gjørt
til alment partafelag, sum hevur
tað endamál at vera ramma um
ráðstevnur og mentanarlig
tiltøk. Síðani verður felagið ein
skilt, prospekt verður skrivað,
kursur ásettur, nógvar gitingar
og eingi svør og so verður selt,
uttan sjálvandi teir tveir trið
ingarnir hjá landsstýrinum.
Stórt hús mitt í føroyska
høvuðsstaðnum, góðar umstøð
ur at hava ráðstevnur, CIA
vardar bakdyr og flagtekja.
Flaggstengur til eitthvørt høvi,
ov fá bilpláss og útlisiterað
kaffistova.
Gras, glas, fjas ella Gore,
(back)door, bore.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008?
Send eina grein til dorit@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
P/f Norðurlandahúsið
í Føroyum
– fyrrverandi Obama sparkar kursin upp
Næstu ferð:
Týsdagin skrivar Tóra við
Keldu, Vit byggja land
Tíðargreinin
tíðargreinin
Høgni Djurhuus