hósdagur 8. mai 2008síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 87 - 8. mai 2008
Norðurlandahúsið
hevur verið ein savnandi
mentanardepil og givið
føroyskum listafólki
møguleika at ment seg.
Ikki minst í tíðum,
tá almenna føroyska
fíggingin av mentanini
hevur verið kørg, sigur
Karin Kjølbro, fyrrverandi
forkvinna í stýrinum fyri
Norðurlandahúsið
NLH 25 ár
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Norðurlandahúsið hevur tryggjað
okkum listarliga føði, tá føroyskt
mentanarlív hevur verið noytt at
dúva upp á smáar almennar
játtanir. Hetta staðfestir Karin
Kjølbro í afturlítandi práti við
Sosialin.
- Vit hava sum samfelag havt
góðar og ringar tíðir hesu 25
árini. Norðurlandahúsið lat upp í
bestu uppgangstíðum, tá alt bar
til, og nógv var ein sjálvfylgja,
men tá Norðurlandahúsið fylti 10
ár, fóru Føroyar á húsagang. Og
eg haldi, at listafólk mangan
hava kent Norðurlandahúsið sum
eina oasu í myrkri, sigur Karin
Kjølbro.
- Hóast eg á ongan hatt vil
verja kargar játtanir úr tinginum,
so kann Norðurlandahúsið
kanska geva listafólkum okkara
tað við- og mótspæl teimum
tørvar. Ikki minst tá, føroysku
politikkararnir hava verið trekir
við stuðli.
- Norðurlandahúsið hevur
eisini verið okkara gluggi úteftir.
Okkara bestu folk eru sloppin út
at royna sínar veingir og sín
førleika, og Norðurlandahúsið er
staðið, har vit hava kent okkum
lyft uppfrá, og har vit hava havt
mangar stjørnustundir, staðfestir
fyrrverandi forkvinnan í ráðnum
fyri Norðurlandahúsið.
Karin Kjølbro fegnast serliga
um, at Norðurlandahúsið gjørdist
húsið hjá øllum føroyingum, ikki
bara havnafólki.
- Kanska kunnu vit siga, at
Norðurlandahúsið av álvara
slóðaði fyri dreyminum um, at
mentan er fólkið.
Norðurlendsk flaggskip
Karin Kjølbro var fyrsti føroyska
forkvinnan í stýrinum fyri
Norðurlandahúsið. Framman-
undan hevði hon sitið sum
stýrislimur við fyrst Kristian
Slotte úr Finnlandi og síðani
Bengt Gøranson úr Svøríki sum
formanni. Karin Kjølbro sat átta
ár í stýrinum.
- Tá eg byrjaði sum forkvinna,
var Helga Hjørvar stjóri. Hon var
góð við húsið og við føroyska
samfelagið. Tað er onki at taka
seg aftur í, at hon dugdi væl at
leiða og at samstarva, og tá er lag
á manni at vera forkvinna, sigur
Karin Kjølbro um fyrstu tíðina
sum forkvinna. Áðrenn hana var
Petur Turtshaninoff stjóri. Hann
var djarvur og fullur av góðum
spennandi hugskotum.
Karin Kjølbro leggur eisini
áherslu á, at hon lærdi nógv av
formonnunum, sum sótu
framman undan henni.
- Bæði Kristian Slotte og
Bengt Gøranson vóru miklir
nordistar. Hin fyrri embætis-
maður i Ministaráðnum og hin
seinni fyrrverandi mentamála-
ráðharri hja Olof Palme. Báðir
vóru teir framúr dugnaligir. So
har var bæði nakað at liva upp til
og nakað at læra av.
Sambært Karini Kjølbro var
Norðurlandahúsið yndisbarnið
hjá Norðurlendska Ráharra
Ráðnum.
- Av ymisku húsum teirra, var
Norðurlandahúsið tann mest
hugtakandi bygningurin, og so
var húsið so nógv vitjað. Tey
nevndu tað onkuntíð flaggskipið
og dámdu væl, tá árligu
vitjanirnar gjørdist nærum tvær
ferðir so nógvar sum fólkatalið i
Føroyum.
Føroyskur ígongdsetari
Norðurlandahúsið hevur verið
ein mentanarberi við nógvum
ørindum. Húsið hevur víst
føroyingum mentan úr hinum
norðanlondunum, har serliga
útnorðurlondini hava havt høga
raðfesting, húsið hevur eisini ført
føroyska mentan út um
landoddarnar, og ikki minst
hevur Norðurlandahúsið verið
ein karmur um føroyska mentan
fyri føroyingum.
- Tað er onki at taka seg aftur í,
at Norðurlandahúsið hevur verið
ígongdsetari og íblásari fyri so
mangt i Føroyum. Øll okkara
ungu listafolk eru byrjað har. Her
hugsi eg millum annað um
dramaverkstaðin hja Hedvig
Westerlund, sigur Karin Kjølbro.
- Fyrsta føroyska symfoniin
hevur havt frumframførslu í
Norðurlandahúsinum, og fyrsti
sangleikurin var framførdur har,
eins og fyrsta skaldsøgu-
kappingin varð fyriskipað av
Norðurlandahúsinum.
- Eg veit heldur ikki, hvussu
hevði verið við Føroya Symfoni-
orkestri, um ikki Norðurlanda-
húsið hýsti teimum. Føroya
Symfoniorkestur hevur 25 ára
føðingardag saman vid húsinum.
At síggja inn í framtíðina
Erlendur Patursson var føroyski
undangongumaðurin fyri at fáa
Norðurlandahúsið sett á stovn í
Føroyum. Fyri 35 árum síðani,
10 ár undan at húsið stóð liðugt,
legði Erlendur Patursson
uppskotið um Norðurlandahús
fyri Norðurlandaráðið.
Sambært fyrrverandi
forkvinnuni í
Norðurlandaráðnum og
partakvinnu Erlends Paturssyni,
var hann rætti maðurin at standa
á odda fyri tí støðuga stríðið,
sum tað var at fáa
Norðurlandahúsið bygt.
- Hann var ímyndin av einum
norðurlendingi. Vøggan stóð í
Kirkjubø, hann gekk á
framhalds-og miðnámsskúla í
Reykjavík, og hann las búskap í
Keypmannahavn. Tað var hann,
ið kom við hugskotinum um
tingmannaráð útnorðurs, sum
eisini gjørdist veruleiki, meðan
tankar hansara um eina
norðurlendska granskingarlund í
Føroyum als ikki fekk svar tá,
men kanska verður hon til nakað
nú. Erlendur Patursson dugdi at
síggja inn í framtíðina, staðfestir
Karin Kjølbro, sum eisini vil
nýta høvi at ynskja
Norðurlandahúsinum tillukku.
- Gævi stjóri, starvsfólk og
føroysk listafolk støðugt fáa
veingir at hugsa tað óhugsandi.
Ein oasa
í myrkri
Pihl ynskir norðurlandahúsinum tillukku
við føðingardegnum – og nýggju útbyggingini
E. Phil & Søn A.S. er eitt danskt byggi-
virki, stovnað í 1887, við dótturfeløgum
m.a. í Íslandi, Føroyum og Grønlandi. Í
dag er Phil eitt av teim størstu byggi-
virkjunum í Danmark og nr. 74 í altjóða
høpi. Virksemi okkara á innlendska- og
útlendska marknaðinum fevnir víða frá
stórum uppgávum innan vegagerð,
orkuverk, umhvørvistøkni og til bygging
av
mentunarhúsum,
skrivstovu-
og
stovnsbygningum og íbúðarbygningum.
Nógvar av uppgávunum verða gjørdar
sum
heildar-
ella
stýringsuppgávur
saman við almennum ella privatum
samstarvsfeløgum.
Við núverandi útbygging av Norður-
landahúsinum verður gamli siðurin
tikin upp aftur við at byggja í Føroyum
umvegis dótturfelagið í Føroyum.
P/F E. Pihl & Søn Føroyar
c/o E. Pihl & Søn A.S.
Nybrovej 116
DK-2800 Kgs. Lyngby
Tlf.nr. +45 4527 7200
www.pihl-as.dk
- Tað er onki at taka seg aftur í, at
Norðurlandahúsið hevur verið
ígongdsetari og íblásari
fyri so mangt i Føroyum.
Fyrsta føroyska symfoniin
hevur havt frumframførslu í
Norðurlandahúsinum, og fyrsti
sangleikurin var framførdur har, eins
og fyrsta skaldsøgukappingin varð
fyriskipað av Norðurlandahúsinum,
sigur Karin Kjølbro, fyrsti føroyski
formaðurin fyri
stýrið í Norðurlandahúsinum