Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-08, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mai 2008síða 35

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 87 - 8. mai 2008 35 Steen Cold, fyrsti stjórin í Norðurlandahúsinum, hevur skrivað sínar endurminningar um Norðurlandahúsið í Føroyum. Tær koma út í bók, nú húsið fyllir 25 ár NLH 25 ár Heri Simonsen heri@sosialurin.fo Steen Cold hevur nú skrivað sínar endurminningar um Norðurlandahúsið í Havn. Miðskeiðis í 1970-unum var Sortudýki valt til byggiøkið hjá Norðurlandahúsinum. Undir heitinum “I denne stund bær´ brisen ind på land” skrivar hann millum annað um hestin hjá grannanum í Sortudýki, Inga Mohr, sum var ógvuliga skeptisk- ur um ta stóru norðurlendsku mentunnarverkætlanina. Men, leggur Steen Cold aftrat um hestin: “Siden skulle den blive min ven.” Steen Cold nevnir, at mong kundu hugsað sær, at Norður- landahúsið skuldi liggja í Mið- býnum ella við sjógvin. Men útsýnið frá Sortudýki hevði sín avgerandi týdning, tá økið varð valt sum byggiøki. Tá Steen Cold fyrstu ferð vitjaði økið sum Tórshavnar Kommuna hevði valt í 1970-unum, var eingin vegur niðan. Nú tosa vit um ein tann mest trafikkeraða vegin í Føroy- um yvirhøvur. Steen Cold minnist væl, at Inger Christian- sen frá mentunnarstovuni hjá Føroya Landsstýri var við, tá ið hann fór út at skoða økið fyrstu ferð. Erlendur Patursson Steen Cold leggur dent á, at tað var tann ógvuliga sjálvstýris- sinnaði politikkarin, Erlendur Patursson (1913-1986), sum sendi eitt mentunnaruppskot um ein norðurlendskan sjónleikar- og konsertsal til Norðurlanda- ráðið í Stockholm. Sjálvur var Erlendur Patursson limur í mentunnarnevnd Norðurlanda- ráðsins. Hetta var í árinum 1971, og talan var um uppskotið, sum við árunum skuldi føra til, at Norðurlandahúsið í Føroyum varð bygt. Steen Cold heldur tað verða bæði rætt og skeivt at siga, at Erlendur Patursson var “Mað- urin, sum legði uppskotið fram um eitt norðurlendskt mentunnar- hús í Føroyum”. Tó mest rætt, og eitt sindur skeivt. Uppskotið hjá Erlendi Patursson var ikki um eitt norðurlandahús frá byrjan av, men eitt uppskot ein sjónleikar- og konsertsal í Tórshavn. Men úrslitið av uppskotinum gjørdist Norðurlandahúsið, sum stendur í Sortudýki í dag. Ikki ráð til mentan Steen Cold endurgevur tað, sum Føroya Landsstýrið skrivar í sínum hoyringssvarið til Norður- landaráðið viðv. verkætlanini um eitt Norðurlandahús í Føroyum: “De senere år har vist en stadig stigende interesse for færøsk kulturliv....., lokalt har man dog på grund af den priortering, som den erhvervsmæssige og sociale sektor har fået i den offentlige økonomi, kun været i stand til at afse beskedne midler til det kulturelle liv...” Mong mentafólk kunnu hugsast at spyrja spurningin: “Er hatta ikki skrivað í ár?”. Men tað er also skriva fyri góðum 35 árum síðani. Steen Cold nemir eisini við uppskotini føroyingar høvdu til Norður- landaráðið fyrstu árini. Eitt av teimum var ein áheitan um ein felags norðurlendskan stuðul til at fáa ferðaseðlaprísirnar til flogferðir og skipaferðir millum Føroyar og hini norðanlondini niður. Uppskotið fekk eina jaliga viðgerð, men fall tí reiðaríini og flogfeløgini hildu, at tað gekk sera væl uttan almenna ella norðurlendska uppílegging. Eitt uppskot um stuðul til føroyska bókaframleiðslu var avvíst, tí Norðurlandaráðið metti hetta verða eitt føroyskt mál burturav. Kortini stuðlaði Norðurlanda- ráðið tí partinum av uppskoti- num, sum framdi týðingar og útgávur av føroyskum bók- mentum í norðanlondum, og at geva út granna-bókmentir. Hetta uppskotið metir Steen Cold verða millum tey bestu, sum eru framd í norðurlendskum samstarvi. Aðrir stuðla Steen Cold heldur tað verða altavgerandi, at uppskotið flutti seg frá einum sjónleikar- og konsertsali, til ein nógv meiri umfatandi norðurlendskan mentunnarstovn, var at Per Olof Sundman úr Svøríki, og Niels Matthiasen úr Danmark, sum báðir vóru limir í mentunnar- nevnd Norðurlandaráðsins, stuðlaðu verkætlanini. Stutt eftir, at teir høvdu viðgjørt uppskotið bleiv Niels Matthiasen mentunnarmálaráðharri í stjórnini hjá Jens Otto Krag. Í søguligum høpi metir Steen Cold Niels Matthiasen at verða millum teir bestu mentamálaráðharranar, sum hava sitið í stjórn í Dan- mark. Olof Sundman og Niels Matthiasen høvdu vitjað Norðurlandahúsið í Reykjavík, og har komu teir til ta niður- støðu, at frimilin, sum var nýttur í Reykjavík, var ógvuliga hóskandi fyri Føroyar eisini. Norrønu feløgini ímóti Í frágreiðingini hjá Steen Cold kemur tað margháttliga undan kavi, at tey einastu, sum blankt avvístu verkætlanini um eitt norðurlandahús í Føroyum vóru Norrønu Feløgini/Foreningerne Norden. Norrønu feløgini mettu, at fólkagrundarlagið í Føroyum var ov lítið til at hýsa einum norðurlendskum mentunnar- miðdepli, og at eitt mentunnarhús í Føroyum mátti verða eitt føroyskt mál burtur av. Sum Steen Cold sigur so væl: “Til alt held overså de relevante myndigheder dette.” Tí hevði mentunnarnevnd Norðurlanda- ráðsinis farið uppí hendan vagnin, so hevði tað neyvan verið nakar 25 ára dagur at hildið í dag. Føroyar hava til hendan dag rindað 8 prosent av kostnaðinum, og hini norðurlondini 92 prosent. Norðurlandahúsið stendur enn, og nú stendur onkur annar hestur á beiti á trøðni hjá Inga Mohr. Steen Cold og hesturin hjá Inga Mohr Steen Cold