Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-08, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mai 2008síða 36

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 87 - 8. mai 2008 tíðindi Borðkrókur alt at siga Borðkrókur er navnið á hugnaligu kaféini í Norðurlandahúsinum, sum seinastu tvey árini hevur verið rikin av Hotel Føroyum. – Eitt Norðurlandahús uttan kafé hevði verið tómligt. Skal eg siga tað sjálv, so hevur Borðkrókur alt at siga, heldur dagligi leiðarin, Katrin Johannesen, fyri NLH 25 ár Hilmar Simonsen hilmar@sosialurin.fo ”Í kafé Borðkróki kanst tú njóta góðan morgunmat og lesa bløðini. Tað ber eisini til at fáa sær ein lættan frokost við salat, smyrjibreyði, suppu ella tvíflís. Av drekkivørum fæst kaffi, te, vín, øl og sodavatn”. Tað stendur at lesa á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum, og lítið er at ivast í, at tænastan er dragandi, tí talið av fólkum sum koma higar at fáa sær okkurt gott í magan er alsamt vaksandi. Borðkrókur hevur opið hvønn gerandisdag frá klokkan 10 til 18, og hetta er júst í arbeiðstíðini hjá teimum flestu. Tí eru tað eisini fleiri sum støkka inn á gólvið hjá Katrin Johannesen og Anni Grettirsdóttir, sum hava dagligu leiðsluna av Borðkróki um hendi, at fáa sær eina góðan morgunmat ella frokost. - Tað góða er, at tað vindur alt meiri upp á seg. Fleiri, til dømis fólk til arbeiðis, hava vant seg við at koma higar og fáa sær frokost. Og tað eru eisini fólk, sum koma regluliga at fáa sær morgunmat, vit kunnu kalla tað stamgestir, sigur Katrin Johannesen. Um summarið eru tað nógv ferðafólk, sum leggja leiðina framvið, men er talan um størri ferðalið, so dáma Katrin og Anni best, at ringt verður áðrenn fyri at tryggja sær nóg mikið av mati til øll. - Kemur ein bussur við til dømis 40 fólkum, og vit ikki vita tað frammanundan, so er ikki sikkurt, at nokk av mati er til øll, sigur Katrin Johannesen, men leggur tó afturat, at vanliga ringja ferðaleiðarar frammanundan og bíleggja matskrá. Undir leiðslu av Hotel Føroyum Tann 1. november 2006 yvirtók Hotel Føroyar leiðsluna av Borðkróki, men hetta hevur ikki broytt gerandisdagin hjá Katrin Johannesen, sum hevur starvast fast í kaféini síðani 2002. Hon hevur faktiskt arbeitt har av og á meginpartin av tíðini, síðani Norðurlandahúsið lat upp fyri 25 árum síðani. Hon letur væl at samstarvinum millum Norðurlandahúsið og Hotel Føroyar á hesum øki. - Vit hava ikki merkt nakra stórvegis broyting. Skeinkiloyvið var komið nakað áðrenn, men hevði kanska ikki verið brúkt so nógv. Eins og tá selja vit framvegis ikki sterkt rúsdrekka, bert øl og vín. Men tíðirnar eru broyttar á tann hátt, at tað eru fleiri ráðstevnur nú, so vit hava oftari kalt borð og líknandi. Tað verður væntandi enn meiri virksemið, tá nýggi bygningurin verður tikin í brúk, sigur Katrin Johannesen. Umframt vanliga upplatingartíð hevur Borðkrókur altíð opið, tá tiltøk eru. Tá verða ofta borð sett upp úti á steingólvinum, sum er móti nýggja bygninginum. Um steðgur er í tiltakinum, so hevur kaféin opið, men letur vanliga aftur eftir síðsta steðgin. Eisini fyri børn Serstakt borð er til børn, har eisini leikur og bøkur eru. Pláss er fyri átta børnum kring borðið. Katrin Johannesen sigur, at barnagarðar koma ofta framvið. - Viðhvørt ringja tey áðrenn, og viðhvørt troppa tey bara upp. Kring borðið er bert pláss fyri átta børnum, so tað er ikki sikkurt, at pláss er fyri øllum, um tað koma heilt nógv børn. Men vit hava ongantíð rikið nakran útaftur, sigur Katrin Johannesen. Børnini eru vælkomin innar at eta sín matpakka, men Katrin og Anni vilja fegin hava, at tey rudda upp efir sær, áðrenn tey fara. Eyðbjørg Kass er einasta starvsfólk, sum hevur starvast í Norðurlandahúsinum líka síðani byrjan. Hon varð sett í starv 18. apríl 1983. Sosialurin hevur hitt fryntliga veteranin, sum millum annað greiðir frá tíðini í byrjanini, tá húsið stóð fyri teimum flestu tiltøkunum. Ì dag verður húsið ofta leigað út, ella tiltøk verða fyriskipað saman við øðrum stovnum ella feløgum NLH 25 ár Hilmar Simonsen hilmar@sosialurin.fo Ein fjórðings øld á sama arbeiðs- plássi týðir upp á, at talan er um eitt gott arbeiðspláss. Soleiðis man eisini vera hjá Eyðbjørg Kass, sum fyri 25 árum síðani sá eina lýsing, har søkt varð eftir skrivstovufólki til hálvtíðarstarv í Norðurlandahúsinum. - Hálvtíðarstarv var passaligt fyri meg tá, tí eg hevði børn, og maðurin sigldi úti, so eg hevði nokk at taka mær av. Eg søkti og fekk starvið og arbeiddi hálva tíð tey fyrstu umleið 12 árini. Síðan havi eg arbeitt ¾ tíð, og mær hevur dámað væl, sigur Eyðbjørg Kass, sum júst er komin heim úr veitslu í Fuglafirði, tá Sosialurin hittir hana til eitt óformligt prát. Einki er at taka seg aftur í, at mong eru tiltøkini, ið hava verið hesi árini, so vit spyrja Eyðbjørg, um tað eru serligar upplivingar, ið hava fest seg í minnið. - Eg kann nevna eina føroyska viku í Finnlandi, sum Norðurlandahúsið skipaði fyri. Vit, eitt føroyskt ferðalið, vóru har í eina viku og skipaðu fyri føroyskum dansi, framsýning og øðrum tiltøkum. Í 1992 chartraðu vit ein túr til bókamessu og framsýning í Gøteborg, har bleiv eisini selt føroyskt øl, laksur og annar føroyskur matur. Hanus Johansen undirhelt við sangi, og Tórhild Tolfsen, táverandi leiðari í kaféini, og Hjørdis Jespersen stóðu fyri matinum. Tað var bara heilt stuttligt, greiðir Eyðbjørg Kass frá og leggur afturat, at hon annars hevur upplivað nógv og heilsað uppá nógv spennandi fólk hesi árini. Høgan standard og rósandi orð Vit spyrja Eyðbjørg Kass, hvussu hon hevur upplivað, at Norður- landahúsið hevur ment seg hesi 25 árini. - Tey fyrstu árini skipaði húsið sjálvt fyri tiltøkunum, og tað var ábyrgdin hjá húsinum sjálvum at syrgja fyri fígging og sovorðnum. Tað var annars ókeypis at leiga seg inn, um onkur hevði eitt tiltak. Stuðulin til húsið var ikki størri tá, men krøvini vóru minni, so tað var bíligari at skipa fyri tiltøkum. - Í dag er alt vorðið nýmótans við ljós- og ljóðtøkni, og krøv verða alla tíðina sett til ein hægri standard. Tí er tað vorðið dýrari at skipa fyri tiltøkum. Men aftur- fyri fáa vit eisini nógvar positivar Ferðavinnan nýtir gott av sterkari Ferðafólk, sum koma higar, vilja uppliva føroyska mentan og náttúru. Norðurlandahúsið er ein mentanarmiðdepil, sum hevur ómetaliga stóran týdning í hesum sambandi, sigur stjórin á Samvit. NLH 25 ár Hilmar Simonsen hilmar@sosialurin.fo Hóast langt er á mál, so er nógv gjørt seinastu árini til frama fyri føroyska ferðavinnu. Um ferða- vinnan kann gerast eitt týðandi partur av føroyskum búskapi er ein spurningur, sum ofta verður settur. Føroyingar sjálvir ferðast nógv í útlondum, og roynt verður somuleiðis at fáa fleiri útlendingar at koma hendan- vegin. Ferðaráðið og Menningar- stovan, sum fyri góðum ári síðani blivu løgd saman í ein stovn, Samvit, arbeiðir við at markanaðarføra Føroyar í útlondum. Og her spælir Norðurlandahúsið ein stóran leiklut, tí tað er ikki minst mentunarligar upplivingar, ið ferðafólk ofta leggja dent á. - At hava ein mentanarmið- depil sum Norðurlandahúsið er ómetaliga týdningarmikið, ikki minst fyri ferðavinnuna. Fyri at eitt land skal vera áhugavert, so er umráðandi, at tað hendir nakað, at lív er í. Tað er galdandi bæði fyri okkum føroyingar og útlendingar, sigur Elin Heinesen, stjóri á Samvit. Norðurlandahúsið er sum vera man eitt norðurlendskt mentanarhús, sum ikki bert kann røkja føroysk áhugamál burturav, men kortini samstarva Samvit og Norðurlandahúsið á fleiri økjum. - Leiðslan í Norðurlanda- húsinum hevur nýliga tikið stig til at fáa samstarv í lag við Samvit, til dømis um eina verkætlan innan norðurlendska ferðavinnu og eina aðra verkætlan um listarligt handverk í Norðurlondum. Hetta eru vit sera fegin um, sigur Elin Heinesen, sum ikki dylir fyri, at Samvit fegin vil samstarva á enn fleiri økjum við Norðurlanda- húsið um verkætlanir, sum eru viðkomandi fyri vinnumenning Starvast í Norðurlandah Katrin Johannesen er dagligur leiðari av kaféteria Borðkróki, sum Hotel Føroyar rekur. Eisini Anni Grettirsdóttir hevur sína dagligu gongd har Mynd: Jens Kristian Vang