Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-08, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mai 2008síða 37

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 87 - 8. mai 2008 37 tíðindi Norðurlandahúsið fær 600 fermetrar afturat Tað líður væl við arbeiðinum at gera nýggja tilbygningin lidnan. Hann fer at geva Norðurlandahúsinum 600 fermetrar av gólvídd afturat teimum verandi 2000 fermetrunum NLH 25 ár Hilmar Simonsen hilmar@sosialurin.fo Húsavørurin Heri av Reyni, sum hevur starvast í Norðurlandahúsinum í 22 ár, gav eina rundvísing av nýggja tilbygninginum, tá Sosialurin var og vitjaði fyri fáum døgum síðani. Tá vóru málarar í gongd í niðara partinum av bygninginum. Nýggju hølini – eitt stórt í neðra og trý smærri í erva – hava tikið skap. Heri av Reyni roknaði út, at nýggi bygningurin fer at geva 600 fermetrar av gólvplássi í tveimum hæddum, og hetta skal leggjast afturat teimum verandi umleið 2000 fermetrunum. Í neðra verður ein 216 fermetra stór høll, sum hevur fingið navnið Skálin. Í Skálanum verða 270 sitipláss. Í erva er eitt størri fundarhøli, Norðurstova, á 63 fermetrar, har verður pláss fyri 60-70 fólkum. Í erva eru eisini tvey smærri fundarhølir, Eysturstova og Vesturstova, á 12 fermetrar hvør. Í hesum partinum av húsinum fer at bera til at hava smærri fundir á ráðstevnum, ella halda smærri framløgur. Fleiri hølir til ymisk tiltøk Eitt vaksandi tal av ráðstevnum verða hildnar í Føroyum, og hetta setir størri krøv til hølisviðurskiftini. Sum skilst ætlar Norðurlandahúsið eisini at hava fleiri tiltøk fyri børnum og ungum í framtíðini, og ikki er óhugsandi, at nýggju hølini í erva kunnu brúkast til slík tiltøk. - Dansistovan er eitt sindur broytt fyri at gera pláss fyri einari inngongd til salin í neðra, sigur Heri av Reyni. Við móttøkuna er ein glasgongd til ovara partin. Frá hesari glasgongd er vakurt útsýni yvir steingólvið og kafeteria Borðkrók. Ein eyka inngongd er fyri teknikarar umframt ein rýmingarleið. Annars er bygningurin atskildur frá verandi húsi í erva, bert í neðra er hann samanbygdur ’handan kulissurnar’, so tað sæst ikki. Tað er Pihl & Søn, sum er høvuðsentreprenørur, men harumframt eru undirveitarar Lemmart & Petersen og PFJ-el á Eiði. Alt í alt má sigast, at vakra Norðurlandahúsið er vorðið enn vakrari og meiri áhugavert við hesum nýggja tilbygninginum. Heri av Reyni, húsavørur, vísti runt í nýggja tilbygninginum, tá Sosialurin var og vitjaði fyrr í vikuni Mynd: Jens Kristian Vang Stutt um tilgongdina Á sumri 2006 vitjaði norski arkitekturin Ola Steen í Føroyum í samband við ætlanirnar um at byggja Norðurlandahúsið út. Hetta er sami arkitektur, sum í 1977 vann arkitektakappingina um Norðurlandahúsið saman við Kollbrún Ragnarsdóttir úr Íslandi. Eftir at avgerðin um at byggja út endaliga varð tikin á heystið í 2006, varð byrjað at grava á vári 2007. Og nú eitt ár seinni manglar lítið í at fáa bygningin lidnan. mentan afturmeldingar, rósandi orð bæði her heima og úr útlandinum um, at vit hava høgan standard, sigur Eyðbjørg Kass. Frá 1990 byrjaði Norðurlanda- húsið at fáa pening inn fyri útleigan, og hetta hevur vundið alt meiri upp á seg fram til dagin í dag. Húsið verður javnan leigað út til eitt fjølbroytt úrval av tiltøkum, líka frá tónlistarligum, yvir ráðstevnur, sjónleikir og til fyrilestrar við so mætum og kendum monnum sum Bill Clinton og Al Gore. At húsið fær pening inn ger, at til dømis nýggi uppíbygningurin, sum verður gjørdur í hesum døgum, skal fíggja seg sjálvan. Í aðrar mátar heldur Eyðbjørg Kass ikki, at tað hava verið nakrar ógvusligar broytingar við konseptinum, síðani húsið lat upp í 1983. - Tað hevur fyri tað mesta verið ein javnur útviklingur, men sum árini eru gingin, er alt sjálvandi vorðið dýrari. Krøvini eru vaksin á øllum økjum, eisini á tí bókhaldsliga, alt skal gerast upp so sum atgongumerkjasølur og skjalagoymslur, sigur Eyðbjørg. Fyri 6 árum síðani avgjørdi Norðurlendska Ráðharraráðið at seta í verk nýggjar setanartreytir fyri starvsfólk á øllum stovnum. Hetta inniber, at øll tey nýggju starvsfólkini verða áramálsett í 4 ár. Eftir hetta kann viðkomandi fáa longt setanartíðina við tveim- um árum í senn, tó í mesta lagi 8 ár samanlagt. Sama skipan er galdandi fyri Norðurlandahúsið í Reykjavík. - Hetta hevur við sær eina størri útskifting av starvsfólkum, men eisini at húsið missir roynd starvsfólk fjórða ella áttanda hvørt ár, sigur Eyðbjørg Ótti gjørdur til skammar Tá Norðurlandahúsið var bygt í síni tíð, vóru tað summi sum óttaðust, at bygningurin kom at standa tómur meginpartin av tíðini. Men hesin óttin er so týðuliga gjørdur til skammar. - Tað eru sera nógv, bæði úti sum heima, ið ynskja at brúka húsið. Sum árini ganga tykist áhugin bara at vaksa, so eg rokni við at húsið verður enn meiri brúkt, tá nýggi bygningurin er tikin í brúk, sigur Eyðbjørg Kass. Eitt sum hon væntar fer at vera gjørt enn meiri burtur úr í framtíðini eru tiltøk fyri børn og ung. og marknaðarføring, ella ‘branding’, av Føroyum. Smittar positivt av upp á vinnulívið Í Grækarismessurøðu síni á Vaglinum í fjør kom Elin Heinesen við einum tanka um, at Føroyar áttu av havt eitthvørt eyðkenni, sum kann ’branda’ Føroyar úteftir. Hon nevndi kuplarnar og innhøgdu hellurnar á Sornfelli sum dømi um hetta. - Líka síðani eg var smágenta, havi eg spælt mær við tankan um, at vit burdu havt okkurt sovorðið í Føroyum. Eg segði hetta í røðuni, og tað varð eftir øllum at døma væl móttikið, staðfestir hon. [kursiv]Kundi tað hugsast, at Norðurlandahúsið eisini varð brúkt sum eyðkennismerki at marknaðarføra Føroyar úteftir?[kursiv] - Eingin sigur, at vit bert skuldu havt eitt av slagnum, so Norðurlandahúsið er eitt gott boð. Vit brúka eisini Norður- landahúsið nógv í marknaðar- føring, tí vit eru jú errin av hesum vakra húsinum. Hon leggur dent á, at Samvit hevur eitt serstakliga gott samstarv við Norðurlandahúsið, og tað ynskir hon at halda fram við. - Nógvar útlendskar kanningar vísa, at eitt ríkt mentanarlív og ríkt vinnulív ganga hond í hond. Vit síggja allastaðni, at heimsins leiðandi business-miðdeplar ofta eisini eru mentanarmiðdeplar. At Føroyar fáa eitt sterkt ’brand’ úteftir kann smitta av upp á vinnulívið, sigur Elin Heinesen at enda. húsinum í 25 ár Visti tú ... ... 92 prosent av rakstrinum hjá Norður­ landahúsinum kemur frá Norðurlendska Ráðharra­ ráðnum, meðan hini 8 prosentini koma úr landskassanum. ... tá Norðurlandahúsið varð bygt tíðliga í 80­ unum, kom ein triðingur av fíggingini úr Føroyum, og tveir triðingar úr hinum Norðanlondunum. ... at nýggi uppíbygningurin skal fíggja seg sjálvan. Eyðbjørg Kass, skrivstovufólk, hevur starvast í Norðurlandahúsinum í 25 ár, Elspa Iversen, bókhaldari, í 23 ár, og Marjun Jespersen, skrivari hjá stjóranum, hevur starvast har í 18 ár. Ein fjórði veteranur, Heri av Reyni, húsavørur, hevur starvast í Norðurlandahúsinum í 22 ár Mynd: Jens Kristian Vang Elin Heinesen, stjóri á Samvit, er fegin um samstarvið við Norðurlandahúsið. – Eitt sterkt mentanarlív smittar positivt av upp á ferðavinnuna, sigur hon. Mynd: Jens Kristian Vang