Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-08, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mai 2008síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 87 - 8. mai 2008 tíðindi Oddfríður Marni Rasmussen, formaður í LISA, hugleiðir um føðingardagsbarnið Í ár fyllir Norðurlandahúsið 25 ár, og er húsið ongin unglingi longur. Hvat kann ein so vænta sær av einum slíkum mentanar­ stovni, sum er vorðin so gamal? At Norðurlandahúsið hevur havt alstóran týdning fyri føroyskt listalív er ein sannroynd. Húsið hevur verið karmur um manga ógloymandi konsertina, sjón­ leikin, upplesturin, ja, Norður­ landahúsið hevur verið karmur um øll listasløg, og tað hevur eisini rokkið tvørtur um lista­ mørk. Norðurlandahúsið hevur havt nógvar stjórar. Summir hava verið góðir, meðan aðrir hava verið verri. Hetta sæst aftur í teimum listarligu tiltøkunum, sum hava verið. Stjórarnir hava verið úr hinum Norðurlondunum. At føroyingar hava kunnað sæð, hvat ið rørir seg á listafrontinum í teimum ymisku Norðurlondu­ num hevur verið ein frægd. Hevur stjórin verið úr Finnlandi, so hava vit sæð nógva finska list. Hevur stjórin verið úr Noregi, hava vit sæð nógva norska list. Hevur stjórin verið úr Íslandi, hava vit sæð nógva íslendska list o.s.fr. Stjórarnir hava tikið lista­ liga samleikan við sær haðani teir eru, og soleiðis vil altíð vera, tí at júst har eru sambondini. Teir hava syrgt fyri at seta sín dám á húsið. Seinasti stjórin, Helga Hjorvar, megnaði at seta tað listarliga høgt. Har varð onki spart á listarliga økinum. Lista­ stevnan, sum varð stáplað á beinini, var eitt tiltak, sum ikki er sætt í Føroyum áður, og tað eigur at vera ein stór gleði fyri ein stjóra at kunna siga so. Tíanverri varð hon niðurløgd, og onki av slíkum listarligum støði er komið í staðin. Sera týdningarmikið er, at Norðurlandahúsið ikki verður brúkt sum ein fjaldur tjóðar­ pallur, ið tað almenna sleppur sær undan at gjalda nakað fyri, tí at hini Norðurlondini gjalda gildið kortini. Eg havi varhugan av, at tað er júst hetta, sum tað almenna ger, og hetta er ikki av tilvild, men væl hugsað ígjøg­ num, og hetta er ein góð grundgeving fyri at lata vera við at byggja ein føroyskan stovn, ið skal virka sum karmur um føroyska listalívið. Um landið vil prógva, at tað vil Norðurlanda­ húsinum væl, so taka tey, ið stýra, MVG­ið av atgongumerkj­ unum. Gera tey so, fær Norður­ landahúsið eina knappa millión meir at keypa listarlig upplivilsi fyri. MVG­frí atgongumerkjasøla hevur stóran týdning fyri ein stovn, ið selur fólki upplivingar, spyr bara nevndarlimirnar í fótbóltsfeløgunum. Teir vita. Hesi seinastu árini hava dygdargóð listatiltøk manglað. Eg kundi hugsað mær, at dygdargóð listatiltøk úr øllum Norðurlondum fyltu skránna meir, og at Norðurlandahúsið hevði fleiri smærri tiltøk mitt í viku. Hesi seinastu árini hava vit eisini sæð, at Norðurlandahúsið er vorðið karmur um ráðstevnur um alt millum himmal og jørð. Eg ivist stórliga, um hesar ráðstevnur eisini profilera Norðurlandahúsið sum mentanar­ og listastovn í Norðurlondum. Summir ráðharrar í Norður­ londum, serliga tann svenski, vilja minka játtanina til Norður­ landahúsini í Føroyum, í Álandi og í Grønlandi, tí at teir meta, at teir onki fáa fyri tey. Eg skilji teir væl, um eitt nú Norðurlanda­ húsið í Føroyum verður brúkt ov nógv til ráðstevnur í staðin fyri at brúka húsið til listarlig tiltøk við listafólkum úr øllum Norður­ londum. Nú hesin einaráðandi risin í føroyska mentanar­ og lista­ landslagnum fyllir 25 ár, er vert at seta sær fyri at gera eina ætlan, soleiðis at Norðurlanda­ húsið ikki hvørvur sum mentanarstovnur. Onki loyndar­ mál er, at Norðurlandahúsið hevur havt alstóran týdning fyri Føroyar, føroysk listafólk og útlendsk við. Men tað er ógvuliga sjónligt, at hesin risin hevur verið einaráðandi á økinum. Vit eiga onki hús í Føroyum, sum føroyingar gjalda fyri, sum er so stórt sum hetta. Vit eiga nakrar listarligar smáttur til føroysk listafólk, men eitt hús, har føroysk list kann mennast, hava vit ikki, og tí hevur Norður­ landahúsið onga kapping fingið á økinum og hevur, saman við onkrari ítróttarhøll, verið einaráðandi um tey stóru tiltøkini, meðan teir føroysku stovnarnir hava tikið sær av at húsa teimum smærru tiltøkunum. Uppgávan hjá Norðurlanda­ húsinum er at fáa norðurlendska list til Føroya og at fáa føroyska list út í øll Norðurlondini. Eg haldi ikki, at Norðurlandahúsið hevur megnað hesa uppgávuna, síðani Listastevnan varð niðurløgd. Í sambandi við at Norðurlanda­ húsið fyllir 25 ár, verður galla­ kvøld, ið verður sent beinleiðis í Sjónvarpi Føroya. Á skránni eru nærum bara føroyskir bólkar og føroysk listafólk. Hvar eru lista­ fólkini úr hinum Norðurlond­ unum? Lívgandi hevði verið, um vit høvdu kunnað farið til eitt gallakvøld á tremur við góðum listafólki úr øllum Norðurlondum og sýnt hetta í Sjónvarpi Føroya. Ikki er vanligt, at ein spillir eitt føðingardagsbarn út, og hetta geri eg heldur ikki. Eg royni at koma við onkrum hugskotum, sum kunnu menna Norður­ landahúsið og føroyskt listalív. Karmarnir eru ótrúliga góðir, og nógvir stjórar hava veruliga megnað at flutt listamørk, tí at teir hava ført góða útlendska list til Føroya og hava megnað at flutt góða føroyska list út í útlondini, og tað er endamálið við Norðurlandahúsinum í Føroyum. Vónandi fer Norðurlandahúsið at gera mun í framtíðini, eins og tað til tíðir hevur gjørt í fortíðini. Eg vil tí ynskja Norðurlanda­ húsinum í Føroyum hjartaliga til lukku við 25 ára føðingardeg­ num, og ynskja tí nógv góð og spennandi listaár í framtíðini. Norðurlandahúsið 25 ár