Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-08, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mai 2008síða 39

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 87 - 8. mai 2008 39 tíðindi umhvørvisvika Bjørt Olsen bjort@sosialurin.fo Margarinfabrikkin hevur tikið umhvørvisvikuna hjá Tórshavnar kommunu til sín. Alla vikuna skipar Margarinfabrikkin fyri ymiskum verkstøðum, har børnini á virkishúsinum kunnu byggja, seyma og sniðgeva ymiskt burtur úr burturkasti. - Endamálið við tiltakinum er at kunna børnini um umhvørvið og vísa teimum á, hvussu vit kunnu hjálpa í okkara gerandisdegi, sigur Annika Gregoriussen, fyriskipari. Margarinfabrikkin tók umhvørvisvikuna til sín, sum Tórshavnar Kommuna setti mánamorgunin 5. mai. Endamálið við umhvørvis- vikuni hjá Margarinfabrikk- ini er at geva børnum innlit í umhvørvið, greiðir Annika Gregoriussen, fyriskipari av tiltakinum, frá. Hon hev- ur saman við Margarinfabr- ikkini skipað sær endur- nýtsluverkstøð fyri børn- unum. Veðrið hóskaði væl í gjár í garðinum hjá virkis- húsinum, sum húsar ymisku verkstøðini. Børnini kunnu velja millum eitt seymiverk- stað, eitt ljóðførisverkstað og einum smíðverkstað, har øll framleiðsla kann burtur úr burturkasti. Nógv er gjørt burtur úr verkstøðun- um, og millum annað hevur Ole Wick vitjað smíðverk- staðnum, har hann hevur hjálpt børnunum at snið- skapa eina standmynd av einum dreka, sum eisini skal gerast burtur úr ongum øðrum enn burturkasti. Á seymiverkstaðnum gjørdu børnini belti og blusur burt- ur úr plasti, og á ljóðføris- verkstaðnum vórðu gittarir gjørdir burtur úr pappi og elastikki og trummur burtur úr fløskum, dósum og krukkum. Tá ið umhvørvisvikan byrjaði mánamorgunin, var Jacob Thomsen, lærari í Tórshavnar kommunuskúla, fyrstur á skránni við einum fyrilestri, har hann greiddi børnunum frá ringu umhvørvisstøðuni og CO2- útlátinum kring allan heim- in. - Vit skulu lata bilin standa og brúka bussin, varð millum annað sagt av teimum hugtiknu børnun- um, ið lurtaðu. Fríggjadagin verður Marg- arinfabrikkin opin fyri almenninginum, har fram- leiðslurnar hjá børnunum verða vístar fram. Meira fæst at vita um umhvørvisvikuna hjá Tórshavnar kommunu á www.torshavn.fo. Sólrún Thomsen er 9 ár og hevur verið á seymiverkstaðnum í fleiri dagar. Hon hevur hon seymað sær ein pung og eitt belti burtur úr plastikki. Siri í Ólavstovu hevur verið á ljóðførisverkstaðnum alla vikuna. Hon hevur bygt sær ein kassagittara burtur úr pappi og plastikki. Hetta heldur hon vera tað stuttligasta við umhvørvisvikuni, og vísir á, at tað ber væl til at spæla á honum, hóast hann er úr pappi Annika Gregoriussen er fyriskipari av umhvørvisvikuni og varðaleiðari á Margarinfabrikkini. Petur Christiansen er 13 ár og hevur hjálpt við drekanum alla vikuna. Hetta hevur verið tað stuttligasta, heldur hann. Petur greiðir frá, at tey hava brúkt træ, plastikk og nógv bond at byggja drekan. Eisini hevur hann grillað pylsur og burgarar. – Vit skulu steðga at grilla, og trolararnir skulu ikki sigla, sigur Petur, tá ið spurt verður, hvussu vit skulu hjálpa við at steðga CO2 útlátinum. Umhvørvisvika í Margarinfabrikkini