Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-08, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mai 2008síða 40

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 87 - 8. mai 2008 Viðmerkingar til tónleikasíðurnar? Hugskot til tónleikatíðindi? Skriva til sunneva@sosialurin.fo Lagt til rættis: Sunneva H. Eysturstein sunneva@sosialurin.fo S íðsta vikuskifti var tað spælistaðið Berschshouw­ burg í Brussel í Belgia, sum var karmur um væleydnaða sýnisgluggatiltakið “Atlantic Soundscapes”, ið sýnti fram føroyskan tónleik, móta og list. Komandi fríggjakvøld til Undirbeat í Cippo verður tað elektroniska tónleikin, ið fokusið verður sett á, og leygarkvøldið verður talan um meira avslappaðar karm­ ar í Havnar Klubba, har ikki færri enn 11 ymisk nøvn framføra. Elektro kvøld í Cippo Fríggjakvøldið er tað lívliga og dansivinarliga í hásæti – Undirbeat style! Kvøldið bjóðar spennandi elektro sett frá Peturi Pólsyni, vælupplagdan new wave rock frá The Story Ends og DJ framførslur frá Undir­ beat kenningunum Spencer Jones og DJ Knýtil. Teir fara at spæla eitt feskt, frískligt bland av bæði føroyskum og útlendskum elektroniskum dansitónleiki. Label kvøld í Havnar Klubba Leygarkvøldið er Havnar Klubbi karmur um tiltak, ið setir fokus á bólkar og artistar, ið hava serligt tilknýti til Plátufelagið Tutl. Hetta kvøldið er ætlað sum eitt “lurtikvøld”, har ein kann setast afturá og lýða á fjølbroyttar tónar úr før­ oyskum tónleikalívi. Ikki færri enn 11 nøvn framføra hetta kvøldið, og sostatt verður mangt og hvat spenn­ andi at hoyra: m.a singer/ songwriter frá Marius, Dánjal og Knút H. Eystur­ stein, cabaret gypsy fólka­ tónleikur frá Budam, jazzur frá Benjamin og Yggdrasil, elektro poppur frá The Ghost og alternativur folk rokkur frá Peturi Pólsyni. Ein serstøk og stuttlig uppliving Undirbeat og Tutl bjóða sum sæst eina spennandi skrá, ið fevnir um eitt breitt úrval úr aktuella føroyska tónleikapallinum. Øll áhugað áttu at møtt peppað og fjølment, og víst belg­ isku gestunum, hvussu eitt føroyskt tónleikavikuskifti kann gerast ein bæði ser­ støk og stuttlig uppliving. Professionell belgisk tónleikaumboð hendan vegin Í vikuskiftinum koma fimm professionell belgisk blaðfólk og booking umboð til Føroyar at kanna føroyska tónleikapallin. Í tí sambandi skipa Undirbeat og Plátufelagið Tutl fyri felags átaki við einari rúgvu av framførslum Teir fimm, ið koma á vitjan, eru: Dirk Steenhaut – tónleikajournalistur á “De Morgen”, ið telist millum størstu belgisku avísirnar. De Morgen verður mett at hava einar 230.000 lesarar og hevur ein sera sterkan mentanarprofil. Dirk er stórur fjeppari av norðurlendskum tónleiki, og hevur seinastu fimm árini verið fastur gestur á Iceland Airwaves, danska SPOT Festival og By:Larm í Noregi. Cis Bierinckx – “Artistic & managing director” á spælistaðnum Beursschouwburg í Brussel, ið er eitt tað kendasta spælistaðið í Belgia. Beursschouwburg var karmur um Atlantic Soundscapes seinasta vikuskiftið. Staðið er kent fyri at vera slóðbrótandi og spennandi, og hevur eitt sera gott umdømi millum síni vitjandi, ið regluliga koma til tiltøk fyri at forvitnast, hóast tey ikki kenna bólkarnar, ið spæla. Philippe Cortens – leiðari av vælumtóktu útvarpssendingini Antenna, ið sendir kring alt Belgia á rásini Studio Brussel. Philippe er stórur fjeppari av norðurlendskum tónleiki, og hetta hoyrdist týðiliga í novembur­desembur 2007, tá Antenna sendingin setti sjóneykuna á norðurlendsku bólkarnar Murder (DK), The Raveonettes (DK) og Kim Hiorthoy (NO). Christoph Elskens – stovnari av og leiðari á soundslike.be, ið er mest týðandi belgiska tónleika webzine (internet blað). Soundslike.be heldur neyvt eyga við øllum tónleikaútgávum, konsertum og tíðindum úr tónleikaídnaðinum. Øll tónleikaáhugaði í Belgia brúka tíðindatænastuna hjá soundslike.be. Christoph er eisini leiðari á nýggja plátufelagnum Noisome Recordings. Kurt Overbergh – Tónleikastjóri á AB (Ancienne Belgique), ið er størsta, kendasta og týdningarmiklasta spælistaðið í Brussel. Kurt brennur eisini fyri norðurlendskum tónleiki, og hevur verið við til at skipa fyri norðurlendskum label nights, donskum sýnisgluggatiltøkum og í løtuni er hann leiðari av umfevnandi tónleikatiltakinum Iceland on the edge. AB hevur hýst konsertum við heimskendum nøvnum sum Coldplay, U2 og Red Hot Chili Peppers. Fríggjakvøldið 9. mai kl. 00.00: Undirbeat elektro kvøld í Cippo Kostnaður 100 kr. 18 ára aldursmark Skrá: The Story Ends kl. 12.10 Petur Pólson elektro sett kl. 01.00 Spencer Jones kl. 01.30 DJ Knýtil kl. 02.40 Leygarkvøldið 10. mai kl. 20.00 Tutl label kvøld í Havnar Klubba Kostnaður 100 kr., ókeypis fyri limir í Havnar Klubba Einki aldursmark Skrá: Spælimenninir kl. 20.00 Knút H. Eysturstein kl. 21.00 Yggdrasil kl. 21.30 Budam kl. 22.00 Guðrið Hansdóttir kl. 22.30 Marius kl. 23.00 Benjamin kl. 23.30 Dánjal kl. 24.00 Petur Pólson kl. 00.30 The Ghost kl. 01.00 Crawling Blue kl. 01.30 Fríggjakvøldið er tað lívliga og dansivinarliga í hásæti – Undirbeat style! Við m.a DJinum Spencer Jones, eisini kallaður Rólant av Reyni, aftanfyri DJ pultin Mynd: Ditte M. Joensen Fimm belgisk tónleikaumboð koma til Føroyar í vikuskiftinum at hoyra føroyskan tónleik. 15 bólkar skulu í alt framføra fyri teimum, fýra á Undirbeat fríggjakvøldið og 11 í Havnar klubba leygarkvøldið. Ein teirra, ið framførir leygarkvøldið er The Ghost Guðrið Hansdóttir er ein av ellivu tónlistarfólkum, ið koma fram leygarkvøldið, tá tað er Tutl Label Night í Havnar Klubba Mynd: Eyðun Muller