fríggjadagur 9. mai 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
[ Nr. 88 - 9. mai 2008 ]
Úrskurðurin um at
geva Bartali Eliasen
leikbann, hevði
neyvan gingið, var
fótbólturin framvegis
skipaður undir
ÍSF. Áður hevur
ítróttadómstólurin
í øllum førum
nokta sersambandi
at broyta siðvenju
grundað á einstakt
mál
Fótbóltur/analysa
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
1. januar í fjør var ein ser
stakur dagur innan føroysk
an ítrótt. Hetta var nevnliga
dagurin, tá FSF traðkaði út
úr rættarskipanini hjá ÍSF,
soleiðis at fótbólturin ístað
in hevði evsta vald í øllum
fótbóltsviðurskiftum. Hetta
sum partur av nýggjum
UEFA og FIFAkrøvum.
Soleiðis vórðu kærumøgu
leikarnir innan fótbóltin
broyttir. Áður kundu mál,
sum vóru viðgjørd í Kapp
ingarnevndini, kærast til
Dómsnevndina, og síðani
kundu hesi aftur kærast til
Ítróttadómstólin. Ein møgu
leiki, sum eitt nú HB brúkti
í tí so væl kenda Páll Mohr
Joensenmálinum.
Í dag er skipanin tann, at
avgerðir hjá Kappingar
nevndini partvíst eru suve
renar. Millum annað, um
leikbann ikki er longur enn
tveir dagar. Og tað er júst
tað, sum er galdandi við
leikbanninum, sum Bartal
Eliasen fekk í fyrradagin.
Hetta kann nevnliga ikki
kærast, og tí fær ÍF illa gjørt
annað enn at akta harra
boðunum.
Høvdu fingið viðhald
Tað, sum er áhugavert í hes
um er, at var gamla skipanin
galdandi, kundi ÍF kært
málið – um neyðugt til
Ítróttadómstólin. Og nógv
bendir á, at felagið hevði
fingið viðhald í síni kæru.
Tá talan er um leikbann,
grundað á annað enn tað,
sum dómarin hevur ført
fram í frágreiðing sínari, so
er talan nevnliga um for
dømi, tó at hetta ikki er frá
fótbóltinum.
Tá Stjørnan og Neistin
fyri tveimum árum síðani
spældu FMfinalur, kærdi
Stjørnan eina hending, sum
dómararnir ikki høvdu sæð,
men sum varð fangað av
myndatólinum hjá 32.
Kappingarnevndin
gav
ikki Stjørnuni viðhald í kær
uni, men tað gjørdi Dóms
nevndin, sum leikbannaði
Nicoletu Radu Hansen fyri
at hava sligið Báru S. Klak
stein.
Neistin kærdi tó alt fyri
eitt málið til Ítróttadómstól
in, sum beint undan næsta
finaludystinum kolldømdi
avgerðina hjá Dómsnevnd
ini.
Og grundgevingin var
ógvuliga greið. Hóast HSF
sum so ikki hevði nakað
forboð ímóti at nýta sjón
bandaupptøkur sum próv
grundarlag, so var ikki sið
venja fyri at nýta hetta.
Ítróttadómstólurin
metti
avgerðina um at nýta sjón
bandaupptøkur var somikið
prinsipiell, at hetta ikki
kundu setast í gildi í viðgerð
av eini einstakari kæru. Víst
varð tá eisini til, at hvørki
nevnd ella aðalfundur hjá
HSF høvdu tikið støðu til
spurningin.
Heimild uttan
siðvenju
Hetta seinasta er tó ikki
galdandi hjá FSF.
Í Felags stevstevnuni í
fjør varð óhøviskur atburður
eitt av punktunum á skránni.
Og feløgini fingu tá í rund
skrivi at vita, hetta skuldi –
ikki kundi – kosta leikbann
í millum ein og tríggjar dag
ar.
Í so máta hevur FSF sínar
heimildir í lagi. Trupulleikin
er tó, at siðvenjan ikki hev
ur fylgt við. Í blaðnum í
gjár nevndu vit dømi, har
spælarar ella venjarar ikki
vóru revsaðir. Eitt lítið mis
tak var tó í hesum, tí Kurt
Mørkøre varð revsaður eftir
dystin hjá B36 móti KÍ í
fjør. Venjarin fekk tá tveir
daga leikbann fyri útvísing
sína og atburð sín eftir hesa.
Men tað varð ikki staðfest,
um hetta var fyri úttalisli
síni eftir dystin. Tá segði
venjarin, at tað var trupult
hjá B36 at gera nakað, tá
dómarin longu hevði gjørt
av, hvør skuldi vinna dyst
in.
Og í øllum førum slapp
Christian Lundberg púrasta
snikkaleysur, tá hann eftir
dyst millum NSÍ og GÍ í
fjør kom við mest sum
identiskari útsøgn.
Tí er talan í veruleikanum
um spildunýggja siðvenju,
nú Bartal Eliasen verður
revsaður. Ein siðvenja, sum
verður sett í gildi í viðgerð
av eini einstakari kæru, og
tað var júst hetta, sum
Ítróttardómstólurin átalaði í
kærumálinum millum Neist
in og Stjørnuna.
Óheppið við
ógreiðari linju
Karl Vidtfeldt, sum í fjør var formaður í
Kappingarnevndini, vil illa gera ítøkiligar
viðmerkingar til málsviðgerðir í fjør. Men
hann ásannar, at tað helst eru lutir, sum
kundu verið viðgjørdir øðrvísi
Fótbóltur
Jákup Mørk
HYPERLINK ”mailto:jakup@sosialurin.fo” jakup@
sosialurin.fo
Karl Vidtfeldt, sum enn er limur í Kappingarnevndini
hjá FSF, var í fjør formaður í somu nevnd.
Tað merkir samstundis, at hann var formaður í
teimum førum, har spælarar ella venjarar ikki hava
verið revsaðir fyri útsagnir, sum annars væl kundu
komið undir somu reglu sum hana, ið Bartal Eliasen
nú er revsaður eftir.
Og hann viðgongur, at tað til tíðir kann vera trupult
at síggja greiðu linjuna, sum helst skal vera í, tá
disciplinermál verða viðgjørd.
Vit hava gjørt feløgini varug við hetta. Tað gjørdu
vit á fundi í fjør, har reglur innan økið eisini vórðu
útflýggjaðar feløgunum.
Men hyggur tú eftir dømum frá í fjør, so vóru
útsagnir, sum beinleiðis vendu móti integritetinum hjá
dómarunum, ikki revsaðar?
Ikki heilt. Kurt Mørkøre fekk tveir dagar fyri sítt
reyða kort. Og har var talan so um longt leikbann,
sigur Karl Vidtfeldt.
Er hetta so, so merkir tað væl, at orðini um, at
dómarin hevði gjørt av, hvør skuldi vinna dystin, hava
kostað ein dag. Er tað ikki ein utsøgn, sum er grovari,
enn at dómarin dugir hvørki at floyta ella renna?
Tað var í eini samlaðari meting, at vit tá góvu tveir
dagar. Í hesum førinum við Bartali hava vit so eisini
mett, at talan skuldi verða um tveir daga leikbann,
sigur Karl Vidtfeldt.
Hann viðgongur samstundis, at ikki visti um
útsagnirnar hjá eitt nú Christian Lundberg, sum annars
vóru at hoyra á kykmyndum á portalinum og kundu
lesast í Sosialinum.
Um FSF skal nýta slíkar útsagnir sum grundarlag
undir revsing. Setir tað so ikki krav um, at tit hoyra og
síggja allar viðmerkingar, sum verða gjørdar í
miðlunum? Hóast alt hava bløðini túsundtals lesarar,
eins og kykmyndir av fótbóltsdystum hava úti við
2.000 downloads fyrsta samdøgurið.
Tað havi eg sagt frá fyrsta degi. At verður hetta
tilfeldið, so fær Kappingarnevndin nokk at síggja til.
Og eg skal viðganga, at tað er óheppið, um linjan ikki
er greið. Tað er eitt mál, sum vit altíð royna at halda,
og sæð í bakspeglinum, so vilja tað altíð vera
viðurskifti, sum vit kundu gjørt øðrvísi.
Men við støði í málinum, sum nú er viðgjørt, haldi
eg, at vit hava sett eina linju, sum øll kenna, um
líknandi dømi koma fyri, sigur Karl Vidtfeldt.
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
- Eg skal viðganga, at tað er óheppið,
um linjan ikki er greið
Karl Vidtfeldt
Gekk neyvan við
dómstólinum
Vóru kærumøguleikarnir hjá ÍF teir somu í dag, sum teir vóru fyri tveimum árum síðani, er ógvuliga sannlíkt, at
Ítróttardómstólurin hevði strikað leikbannið, sum Bartal Eliasen hevur fingið