fríggjadagur 9. mai 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 88 • 9. mai 2008
Vikuskifti 17
umborð
Í góðveðrinum í gjár koyrdu vit
ein túr út á vestaru bryggju í
Havn at vita, um vit kanska fingu
í lag eitt prát um fiskivinnu.
Brimil og Tjaldrið lógu báðir við
bryggju, men vit hava so nýliga
havt prát við menn umborð á
hesum skipum. So, vit valdu at
leita eitt sindur meira. Skip hjá
Aksel Hansen lógu eisini við
vestaru bryggju, men hesi hava
nú ligið so leingi, at neyvan nakar
maður fanst umborð ella við
bryggjukantin.
Úti á arminum, sum gongur
út frá bedingini hjá Tórshavnar
Skipasmiðju, lá ísfiskatrolarin
Eysturbúgvin, sum P/F Vørðu
stíggjur í Húsavík eigur.
Við afturendan av skipinum
stóðu tríggir mans, tveir smiðju
menn og ein maður, sum kundi
verið maður umborð – ella reiðari
á skipinum.
Annar smiðjumaðurin kemur
nú gangandi ímóti okkum, og
vit spyrja, um nakar maður
er á bryggjuni, sum hoyrir til
Eysturbúgvan.
Jú, maðurin undir liðini á
smiðjumanninum har úti er
reiðarin, Bjarki Magnussen.
Vit koyra út á armin, har skipið
liggur og spyrja, um vit kunnu
skifta orð um vinnu eitt bil.
Jú, tað er gamaní, sigur reið
arin, sum eigur part í skipinum
og eisini siglir sum dekkari við
Eysturbúgvanum.
Hann sigur, at teir vóru átta,
sum keyptu skipið í 1994, men í
dag eru teir bert fýra eftir.
Vit, sum eiga skipið í dag,
eru eg sjálvur og beiggi mín,
Bergur Magnussen, sum eisini
býr í Húsavík. Hinir báðir eru
skiparin, Jóan Petur í Soylu, sum
býr á Sandi og kokkurin, Heðin
Joensen, sum býr í Havn.
Bjarki sigur, at tað er sama
felag, P/F Vørðustíggjur, sum
hevur átt skipið øll árini, síðan
teir keyptu og stíggjurin, sum
talan er um, liggur á markinum
millum Dal og Húsavík.
Vit partrola saman við
Vesturbúgvanum, ið øll árini
hevur borið sama navn. Eystur
búgvin er fyrrverandi Gullberg,
og bæði skipini eru smíðað á
Tórshavnar Skipasmiðju fyrst í
nítiárunum.
Við Eysturbúgvanum eru sjey
mans hvønn túrin, og tríggir eru
í landi. Soleiðis eru 10 mans
knýttir at skipinum, og teir býta
inntøkurnar ímillum sín gjøgnum
árið.
Eysturbúgvin hevur verið á
beding og hevur annars ligið við
bryggjukantin tað mesta av einum
mánaða.
Eins og Vesturbúgvin, hava
vit eisini fingið okkum størri
slengrikjølar, umframt at maskin
an er yvirhálað. Maskinan stóð
fyri klassing, og hetta arbeiði er
nú um at verða liðugt. Vit vóna,
at klárt verður at loysa aftur
týsdagin í komandi viku.
Bjarki sigur, at maskinan á
Vesturbúgvanum bert er eini trý
ára gomul, og tí hevur hon ikki
verið til klassingar.
Slengrikjølarnir vórður lidnir
á skipasmiðjuni, áðrenn skipini
vórðu tikin upp, og tí tók hesin
parturin av arbeiðnum bert 14
dagar. Nú maskinan hjá okkum
haraftrat er klassað, hevur Vestur
búgvin bíðað eftir okkum í einar
14 dagar.
Eysturbúgvin og Vesturbúgvin
eru millum skipini, sum hava gull
laksaloyvi, og tey hava eisini verið
á gulllaksi fleiri undanfarin ár.
Jú, eg vænti, at gongdin
verður hin sama í ár, og tá vit
loysa aftur vónandi í komandi
viku verður helst farið á
gulllaks. Árið í fjør var gott og
royndin, sum hevur verið higartil
í vertíðini hjá eitt nú Polarhav og
Stjørnuni og Vestmenningi og
Fram, hevur eftir hvat vit hava
skilt eisini verið góð.
Bjarki vísir á, at summarið
er ikki besta tíðin til upsa, og
tí kemur tað væl við, at skipini
eisini hava gulllaksaloyvi.
Er fiskur at fáa, og prísurin
ikki fer niður um 3,40 ella 3,50
krónur fyri kilo, plagar gull
laksatíðin at roynast skipi og
manning.
Hann sigur, at skipini vóru
á gulllaks longri enn vanligt í
fjør, og seinastu lastirnar vórðu
landaðar til Kollafjord Pelagic.
Men nú virkið í Kollafirði
er stongt, verður eingin fiskur
landaður har í hesi vertíðini.
Hann sigur, at meginparturin av
gulllaksinum, sum Eysturbúgvin
hevur fiskað hini árini, er land
aður í Saltangará og virkaður á
Tavuni í Leirvík.
Vanligt er, at skipini, sum
eru á gulllaksi í vertíðini, landa
einaferð um vikuna, leggur Bjarki
aftrat.
Reiðarin og skipaeigarin
letur annars hampiliga væl at
gongdini, sum verið hevur, síðan
teir í 1994 keyptu skipið.
Jú, eg vil siga, at tað hevur
gingið væl øll árini. Nú er tað
oljan sum hóttir, og sum longu
nú hevur lagt tungar byrðar á
fiskiflotan.
Hann sigur, at tað er tungt at
reka skip í dag, sum hava stóra
skuld at bera.
Eg vil siga, at um vit ikki
partrolaðu og soleiðis spardu ein
part av oljuútreiðslunum, hevði
hetta slett ikki gingið. Ilt er at
siga, hvussu verður vorðið hjá
stórum parti av okkara fiskiskipa
flota, um prísvøksturin í oljuni ikki
steðgar.
Bjarki letur annars væl at
fiskiskapinum og vísir á, at upsin
hevur verið ógvuliga støðugur nú
í fleiri ár.
Fiskurin hevur eisini verið
munandi størri í vetur og í vár,
enn hann annars hevur verið
seinastu undanfarnu árini, tá
slagið var rættiliga smáttfallandi.
Húsvíkingurin byrjaði at sigla
sum ungur, og longu sum 15 ára
gamal var hann á laksaveiði við
Leiki í Grønlandi.
Vit royndu við gørnum, men á
túrinum løgdu vit um til svart
kalvaveiði. Hetta gjørdist ein
drúgvur túrur, sum vardi í einar
fimm mánaðir. Skipari var Hákun
Jensen úr Havn, sum var ein av
eigarunum av Leiki.
Bjarki var nakrar túrar við Leiki,
og hann heldur ikki, at menninir
hugsaðu so nógv um, at onkrir av
túrunum gjørdust so drúgvir.
Men hetta hevði neyvan
gingið í dag, leggur hann aftrat.
Í sjeytiárunum var hann við
kraftblokki við Ísborg, og hetta
lívið dámdi honum sera væl.
Skipari var Sverri Joensen við
Norðskála.
Jú, hetta var eitt deiligt lív,
sigur hann.
Bjarki var í sínari tíð eisini við
dalstrolaranum Stígarkletti, og
har var hann, til skipini fóru undir
hamaran í kreppuárunum.
Men dekkarin, reiðarin og
skipaeigarin úr Húsavík hevur
eisini gjørt annað enn siglt, hóast
sjógvurin í stóran mun hevur verið
lívið hjá honum.
Í 1983 gjørdist eg útbúgvin
timburmaður hjá Danberg &
Sørensen, men havi fingist lítið
við hetta arbeiði síðan.
Og tó.
Nakað hevur hann kortini smíð
að, men ongantíð sum meistari.
Eg smíðaði okkurt skifti hjá
øðrum meistarum, men tað var
sjógvurin sum dróg.
Húsvíkingurin sigur at enda,
at Eysturbúgvin hevur góða og
støðuga manning, harav fleiri
hava verið við skipinum øll árini.
Hetta hevur havt velduga
stóran týdning fyri raksturin og
gongdina annars, sigur Bjarki
Magnussen.
Dekkarin er eisini reiðari
Í gjár hittu vit dekkaran, reiðaran og skipaeigaran, Bjarka
Magnussen úr Húsavík, á vestaru bryggju í Havn
Umborð
Vilmund Jacobsen
blaðmaður
vilmund@sosialurin.fo
- Um vit ikki partrolaðu og
soleiðis spardu ein part av
oljuútreiðslunum, hevði hetta
slett ikki gingið. Ilt er at siga,
hvussu verður vorðið hjá stórum
parti av okkara fiskiskipaflota,
um prísvøksturin í oljuni ikki
steðgar, sigur Bjarki Magnus-
sen, reiðari og skipaeigari
Mynd: Vilmund Jacobsen