Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-09, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mai 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 88 - 9. mai 2008 17 Týsmorgunin komu tíðindini um, at Johanna Mathea var farin. Henni restaði bert tríggjar mán­ aðir at gerast 102 ár. Boðini vóru tó ikki óvæntað. Johanna Mathea hevur verið røsk og bragdlig til fyri einum trimum mánaðum síðandi. Men nú var styrkin farin og dagarnir vóru taldir. Tað var so ótrúliga stuttligt at kenna Johannu Matheu. Tað er stuttligt at kenna eitt so positivt menniskja. Hon var altíð so fitt at koma á tal við, og tað merktist, hvussu væl henni dámdi at fáa vitjan. Hon visti so nógv eisini, og dugdi væl at greiða frá. Johanna Mathea hevur upp­ livað størri broytingar enn fólk flest. Hon er ættað av Trøllanesi. Hetta er ein bygd við trimum hús­ um við eftir nútíðar meting vána­ ligum sambandi við umheimin. Men her var ein heilt serlig mentan og hugburður. Og Trølla­ nes var ikki meira avskorið enn, at her var ein drívkraftin í før­ oyskari fráhaldsrørslu seinast í 19. øld. Einsom vóru tey ikki, tí her kom nógv fólk. Pápin var Jógvan Joensen, ætt­ aður av Syðradali. Hann giftist við Marin Malenu úr Innistovu á Trøllanesi og gjørdist tískil bóndin á garðinum. Marin Malena fall skjótt frá, og systir hennara Anna Sofía yvirtók húsarhaldið. Hon var ein merkisverd kvinna, sum tað vónandi seinni kann sigast meira um. Hon stýrdi húsinum við skili og myndugleika, sum enn verður tikin til av ættini. Trøllanes var tá eitt sjálvbjargið samfelag, har tey bert høvdu seg sjálvan at líta á, og hetta merktist eisini á teimum, sum komu hað­ ani. Johanna Mathea upplivdi eisini at gerast borgmeistarakona í Havn. Hetta var eitt stórt lop, men júst hennara eginleikar, sum hon hevði við sær av Trøllanesi, komu henni til góðar í hesi støðu. Eingin framtíð á Trøllanesi Men áðrenn, tað kom so langt, kom Johanna Mathea at uppliva nógv annað. Hon hevði útlongsul. Johanna Mathea hevur vitað av, at Trøllanes ikki kom at vera henn­ ara framtíð. Her var bert pláss fyri einum av børnunum í húsinum. Hetta var elsta soninum, sum skuldi taka við festinum. Hon fór fyrst á háskúla í Havn. Men so fór hon sum so nógvar aðrar gentur tá í tíðini til Danmarkar at fáa nakrar lívsroyndir. Hon hevði ymisk jobb í tvey ár. Tá fór hon aftur til Trøllanesar. Men so fór hon niður aftur. Tá fekk hon til arbeiðis at seyma í eini fínari klædnaforrættning í Keypmannahavn, hon kallaðist Jack Thomsen. Her var eisini fínt. Leiðarin fór fýra ferðir árliga til Paris at kunna seg um seinasta mótan. Johanna Mathea hevði ikki lært annað enn tað, sum mosturin hevði lært hana á Trøllanesi, men hetta var eisini nóg mikið. Her hevur neyvan plagg verið keypt. Johanna Mathea var við til eina heilt serliga uppgávu. Hetta var nevniliga at seyma kjólan til Alex­andrinu drotning, sum hon nýtti til forlovilsisveitsluna hjá soninum Fríðriki krónprinsi og Ingrid í 1934/1935. Ein øgiligan kvøkk fekk hon kortini i Keypmannahavn. Tað var, tá ið hon fekk telegrammið um, at beiggi hennara Jóhannes var omandottin og deyður. Men Johanna Mathea vildu heim aftur til Føroyar, og hon fer at seyma fyri fólk í Havn. Nú kemur hon at kenna Sigfred Skaale, tey giftast í 1937. Sigfred var ein sera virkin persónur. Hann sat í býráðnum 1957­1972. Av teimum var hann borgmeist­ ari 1958­67. Hann var eisini løg­ tingsmaður fyri fólkaflokkin. Í samband við býráðsarbeiðið greiddi Jona Henriksen eina ferð frá ein fittari søgu um Johonnu Matheu. Jona var eitt skeið einasta konufólk í býráðnum. Hon var eisini formaður í teknisku nevnd. Mannfólkini í býráðnum høvdu kanska hug at arga Jonu viðhvørt. Jona segði, at tá ið Sigfred fór á býráðsfund plagdi Johanna Mathea at fylgja honum út á trappuna, og so rópti hon eftir honum: “Ver nú so góður við Jonu!” Tær báðar komu at vera saman á ellisheiminum, og hetta gloymdi Jona ikki Johanna Matheu. Heima var eisini nógv at gera. Tey høvdu torvheiðar í Havnadali, og hetta gav sítt stríð. Nógvir gestir vóru eisini. Ofta komu skyldfólk úr Norðoyggjum ymisk ørindi til Havnar. Tá slapst ikki heim aftur sama dag. Og hvat var meira náttúrligt enn at gista hjá skyldkonuni av Trøllanesi! Og væl hava tey verið móttikin. Sigred og Johanna Mathea fingu børnini Jóannes, uppkallað­ ur eftir mammubeiggjanum, Mar­ itu, Annfinn, Torgerð, Jógvan Asbjørn og Vígdis. Tað sjáldsama er, at tey búgva øll í Havn. Johanna Mathea hevur í fleiri ár búð á ellisheiminum i Havn, har hon hevur havt tað heilt gott. Børnini hava eisini verið nógv um hana. Tey lýsa hana sum eina sterka kvinnu við myndugleika. Hon arbeiddi altíð og ongantíð hoyrdu tey hana skelda. Sjálvur havi eg havt ta gleði at hava kunnað vitjað Johonnu Matheu javnan. Hetta er eins stutt­ ligt hvørja ferð. Vit mettu okkum at vera í nærmastu ætt. Hon var trýmenningur mammu mína. Hetta telur nógv á Trøllanesi! Johanna Matheu er eitt fólk sum eg komi at minnast við takk­ semi. ó. Johanna Mathea seymaði kjóla til drotningina nøvn Johanna Mathea á 100 ára degnum Fjúrtan børn í Liberia fáa nú stuðul frá stuðulsforeldrum gjøgnum føroyska felagsskapin ABC barnahjálp. Fyrstu stuðulsforeldrini fingu møguleika at tekna seg sum stuðlar á ársfundinum hjá felagsskapinum mikukvøldið barnahjálp Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Síðani ABC barnahjálp í Føroyum varð stovnað í desembur 2006, hevur verið arbeitt fram ímóti eini stuðulsforeldraskipan. Stuðulsforeldraskipanin er høvuðsarbeiðið hjá fel­ agsskapinum, og á árs­ fundinum mikukvøldið fór stuðulsforeldraskipanin hjá ABC barnhjálp av bakka­ stokki. Áhugin er stórur at stuðla, og hava 14 børn longu fing­ ið stuðulsforeldur. Børnini eru gentur og dreingir í øllum aldri. Mynd er av hvørjum einstakum barni og stuðulsforeldrini kunnu velja sær barn eftir kyni og aldri. Seinasta heyst fór ABC barnahjálp undir at byggja skúla til 500 næmingar nær­ hendis høvuðstaðnum Mon­ rovia í Liberia. Skúlin vænt­ ast at verða liðugur til skúla­ ársbyrjan í heyst. Hóast skúlin ikki er liðug­ ur enn, hevur ABC Childr­ en’s Aid í Liberia tikið 49 foreldraleys børn til sín. Børnini búgva í løtuni undir vánaligum og trongum umstøðum. Trýstið á felags­ skapin um at taka fleiri børn inn er stórt, sigur Matt­ hew Zakeuh, leiðari av arbeiðinum í Liberia. Síðani tað frættist, at ABC er í ferð við at byggja skúla og skúlaheim eru komnar uppringingar úr øll­ um landinum við áheitanum um at taka foreldraleys børn inn. Men av tí at skúli og skúlaheim ikki eru liðug enn, ber ikki til at taka fleiri børn inn í løtuni. Tað resta um 170.000 krónur í til at gera skúlan lidnan. ABC barnahjálp er nú í ferð við at savna pening inn til at gera skúlan lidnan. Ætla at stuðla 500 børnum Ætlanin er at fáa stuðuls­ foreldur í Føroyum at stuðla øllum 500 børnunum. Sam­ bært metingum hjá UNI­ CEF eru 250.000 foreldra­ leys børn í Liberia. Uttan hjálp uttanífrá hava hesi børn lítlar og ongar vónir um skúlagongd og útbúgv­ ing. ABC ynskir við hesi verkætlan at vera við til at skapa so nógvum av hesum børnum sum yvirhøvur gjør­ ligt møguleika til skúla­ gongd, útbúgving og var­ andi menning. Frá ABC barnahjálp verð­ ur sagt, at tey sum ynskja at stuðla einum barni kunnu seta seg í samband við Andreu Niclasen Stórá á telefon 282585 ella senda ein teldupost til andrea@ barnahjalp.fo. Um stutta tíð verður eis­ ini møguleiki at síggja og velja sær børn at stuðla á heimasíðuni hjá ABC barna­ hjálp: www.barnahjálp.fo. Børn úr Liberia fáa føroysk stuðulsforeldur ABC barnahjálp í Føroyum er júst farið undir eina føroyska stuðulsforeldraskipan, har møguleiki er at fíggja skúlagongd og uppihald hjá foreldraleysum børnum í Liberia. Áhugin at gerast stuðulsforeldur er stórur