Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-09, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mai 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 88 • 9. mai 2008 Vikuskifti 16 Gongur striltið við tí danska Fyrrverandi konan hjá danska Joachim prinsi, Alexandra Manley, dugdi flótandi danskt, hóast hon var ættað úr Hong Kong. Soleiðis er tó ikki við nýggju kvinnuni hjá danska prinsinum – fronsku Marie Cavallier. Joachim og Marie skulu giftast í næstum, og tey sum hildu, at komandi danska prinsessan av álvara var komin á lagið við tí danska fara skeiv, skrivar Se og Hør. – Eg má viðganga, at tað gongur spakuliga framá. Eg fái bert seks tímar av frálæru í donskum um mánaðin, sigur Marie Cavallier við eitt franskt blað. Franska kvinnan heldur, at danska málið er eitt trupult mál at læra. Joachim prinsur og Marie Cavallier skulu giftast 24. mai. mítt land Føroyar Hjá teimum, sum kanska hvørki eru morgun- ella kvøldfólk, er høvi at hoyra tær sendingarnar í røðini »Føroyar mítt land«, sum hava verið sendar í vikuni. Tað verður í einari sending á Rás2 sunnudag klokkan 13. Umrøðuevnini hesa vikuna hava verið epli og eplavelting; fyrsti bilurin, sum kom til Føroya í 1922; føroyski tjóðbúnin, hesa ferð um sjóstúkuna; ein sermerktur krossur yvir altarinum í Hvalbiar kirkju og tvey staðarnøvn í fjallalendinum í Fuglafirði. Tey, sum løgdu sendingarnar til rættis hesa vikuna, vóru Halgir Winther Poulsen, Eirikur Lindenskov, Nicolina Jensen Beder, Andreas Andreasen og Petur Martin Petersen. Rás2, 2. Hvítusunnudag klokkan 13. Føroyar mítt land í næstu viku: 12/5 2. hvítusunnudagur, tí eingin sending 13/5 Heri Tróndheim 14/5 Nicolina Jensen Beder 15/5 Regin Debess 16/5 Jóhan Hendrik Winther Poulsen Hvønn gerandisdag kl. 8, kl. 9, kl. 22 og kl. 23, (týsdag tó 22.30) Føroyar mítt land