fríggjadagur 9. mai 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 88 - 9. mai 2008
Tann 4. mai andaðist Esther
Djurhuus í Havn 87 ára gom
ul. Esther kom at sita nokk
so sentralt í føroyska samfel
agnum í mong ár. Hon var
jú gift við Johan Djurhuus,
sum var sonur Christian
Djurhuus. Christian hevði
ein stóran leiklut í føroysum
politikki fram til fyrst í 70
unum. Hann var tingmaður
í ártíggir, eins og hann var
løgmaður og eisini lands
stýrismaður í tilsamans 18
ár, meðan Johan var skriv
stovustjóri í Landsstýrinum
tey fyrsti úti við 40 árini.
Mamma Esther var Meta,
hon var kend sum tanntekn
ari. Hon var donsk. Pápin
var Knút Lützen, sum var
sjómaður í mong ár. Hann
var abbasonur tann fyrsta
Lützen í Føroyum, Andreas
Christian.
Bæði
hann
sjálvur og hansara ætt hava
havt stóran týdning fyri før
oyska samfelagið. Hann
var eins av teimum sum
stríddust móti amtmannin
um Dahlerup, og hann
endaði sínar dagar sum
býráðsformaður í Havn.
Tey vóru tilsamans 8
systkin tey búðu á Landa
vegnum, har Meta hevði
klinikk. Nú eru bert tvær
systrar eftir, tær búgva
niðri.
Esther fór 16 ára gomul
niður á studentaskúla í
Viborg. Eftir lokið students
prógv fer hon í 1939 at
lesa til tannlækna. Hon er
liðug longu í 1943, bert 22
ára gomul. Í Danmark
hevði hon hitt Johan, sum
las løgfrøði, og tey giftust.
Men heim aftur sluppu tey
ikki, so leingi nakað kríggj
var. Esther fór tí at arbeiða
sum tannlækni í Danmark.
Tá kríggið vara liðugt
skundaði Esther sær heim
aftur við Fagranes, sum
var eitt tað fyrsta samband
ið heim eftir kríggið, so
hon kundi greiða familjuni
frá, at nú var hon bæði gift
og átti børn. Undir krígnum
frættist heldur einki mill
um londini.
Tey flyta heim aftur, og
Johan fær arbeiðið at byggja
upp eina nýggja fyrisiting,
eftir at vit fingu heimastýr
islógina í 1948. Hetta dugdi
hann væl. Meðan løgfrøði í
dag mest valdast hvør ið
sigur hvat, so var Johan
sjálvur absolutta løgfrøðin í
almennu umsitingini. Tað
var eingin, sum setti spurn
aðartekin við tað, sum Johan
kom við.
Tannlækni í
Tinganesi
Esther fór at arbeiða sum
tannlækni, og saman við
Miu Trond Jensen keypti
hon tannlæknastovuna hjá
Kaaber, sum var í Tinga
nesi, á leið har løgmaður í
dag heldur til. Tey fluttu
haðani og í mong ár var
tannlæknastovan
heima
hjá Miu við Hoydalsvegin.
Tá vóru ikki so nógvir
tannlæknar, og tað eru
ótaldar tenn, sum Esther
hevur viðgjørt.
Esther setti eisini við. Tá
ið eldri sonurin Kristian
gjørdist tannlækni, fóru
tey bæði at arbeiða saman.
Men Esther hevði nógv
onnur áhugamál, sum hon
fekk meira tíð at røkja, tá
ið hon legði frá sær sum
tannlækni. Henni dámdi
væl tónleik, og hon gekk
nógv til konsertir saman
við vinkonum.
Hon var ein sokallað
morgunfrúa, sum svam um
morgnarnar í svimjihøllini.
Hon hevði eisini ein sera
stóran áhuga fyri ætt, og eis
ini síni egnu. Hennara før
oyska Lützenætt er eisini
stór og sera spennandi. Vit
hava altíð kenst nakað, men
tað var hetta, sum kom at
menna okkara kennskap.
Esther hevði nógv søguligt
tilfar liggjandi. Einaferð
fekk eg frá henni eina mask
inskrivaða frásøgn, sum
abbasystir hennara Anna
Evensen hevði latið úr
hondum í 1927 um hennara
lív. Tað vísti seg, at hetta var
ikki fullfíggjað, og tað eydn
aðist at fáa til vega original
manuskriptið
av
einum
ovastalofti í Danmark.
Hetta førdi til, at henda
hugtakandi frásøgnin varð
prentað í FFblaðnum í
2003 í sjey pørtum. Her
var eisini greitt frá søguni
um A. C. Lützen, sum kom
til Føroyar av eini tilvild,
og sum gjørdist ein rættur
føroyingur. Seinni gjørdist
hon presta og próstakona
á Viðareiði, Hvalba og
Nesi. At henda frásøgnin
kom fram var serliga Esth
er fyri at takka. Seinni var
hon eisini hent at heita á,
tá talan var um ættarsøgu.
Nú hevur sonurin Høgni
tikið við á hesum økinum.
Esther hevði eisini nógv
samband við sína ætt, sum
eisini er sera stór uttan
lands. Her var nógv sam
skifti og nógv ferðing.
Hon hevði eisini onnur
sambond. Í nógv ár hevur
Ása Ringberg, dóttir gamla
amtmannin Hjalmar Ring
berg, sum var í Føroyum
undan krígnum, ferðast í
Føroyum saman við dóttir
síni Litten. Tær vildu ikki
fara avstað aftur, uttan tær
høvdu vitjað Esther, og tað
gjørdu tær eisini.
Tað var í vár, at vit hitt
ust seinastu ferð, tá hon
kom til týsmorgundrekka
hjá svigarinnuni Ingibjørg,
kend frá Hjalmar Jacobsen.
Her var hon eisini trúføst
til tað síðsta.
Johan og Esther búsettust
yviri við Strond. Johan
fekk eitt strik, stutt eftir at
hann hevði lagt frá sær, og
nøkur ár seinni doyði hann.
Hetta var ein stórur smeit
ur, serliga hjá Esther.
Tey fingu børnini Helle,
Christian, Høgna og Elin.
Helle býr í Danmark, með
an hini børnini búgva í
Havn. Tey hava eisini verið
um mammuna. Ommu
børnini eru níggju í tali.
Tað verður ein saknur
ikki at hitta Esther meira í
býnum. Hon var altíð
hugnalig og fitt.
ó.
Esther Djurhuus farin
Martin varð føddur 27. oktober 1936
og andaðist 29. august 2007.
Martin var ein sera sjáldsamur
maður í nógvar mátar. Hann var ein
raskur og dugnaligur maður. Millum
annað var hann landari á sildaverk
smiðjuni í nógv ár.
Men tað, sum eg komi at minnast
og kenna hann best fyri, var at hann
var røktingarmaður í mínum haga og
stílaði oftani fyri fjallgongunum, tá
ið eg ikki var heima.
Tað ásanna nógvir menn, at Martin
var ein sera hjálpsamur maður í allar
mátar. Eg veit at menn ið høvdu einar
tvær ella tríggjar ær gangandi úti tá ið
kavin kom um veturin og sum spurdu
hann, hvar ærnar mundu liggja, tí teir
ætlaðu at taka tær. Svarið frá Martin
var altíð tá, hugsa tú ikki um ærnar, tí
eg fari í hagan alíkavæl, so skal eg
taka tær inn fyri teg. Og tær komu
eisini inn. Við hesum havi eg mist ein
hjálpara og góðan vin.
Eg kom at hugsa um eitt vakurt
sálmavers
ið
Joen
Poulsen,
abbabeiggi mín, hevur yrkt. Og hann
eiga vit øll at taka at hjartanum.
Jesus Kristus! Far ei frá mær!
So eg biði nátt og dag.
Jesus, bróðir! Ver tú hjá mær!
leið meg heim mín síðsta dag.
Friður veri við minni tínum.
Símun P. Poulsen
Minningarorð um
Martin Eliasen í Beitinum,
Fuglafjørður
Føðingar
11. apríl fingu Beinta Joensen
og Bjarni Jørgensen eina dóttur,
hon var 56 cm long og vigaði
3800 gr.
29. apríl fingu Nadja Olsen og
Brian í Gong, Tórshavn, ein
son. Hann var 55 cm. langur og
vigaði 4300 gr.
29. apríl fingu Birita og Bárður
Háskor, Tórshavn, eina dóttur.
Hon var 52 cm. long og vigaði
3300 gr.
1. mai fingu Jónrit og Søren
Halling, Argir, ein son. Hann
var 53 cm. langur og vigaði
4100 gr.
1. mai fingu Helga og Gunnar
Nattestad, Sandavágur, eina
dóttur. Hon var 56 cm. long og
vigaði 4800 gr.
1. mai fingu Anja og Esbern Lervig, Thisted eina dóttir. Hon
var 52 cm. long og vigaði 4055 gr.
2. mai fingu Signhild Wolles og Rúni Joensen, Sørvágur, ein
son. Hann var 50 cm. langur og vigaði 2260 gr.
3. mai fingu Maria Jacobsen, Viðareiði og Gert Norðoy Jensen,
Klaksvík, ein son. Hann var 50 cm. langur og vigaði 2900 gr.
3. mai fingu Mariann á Válinum og Gert Joensen, Kollafjørður,
eina dóttur. Hon var 56 cm. long og vigaði 3950 gr.
4. mai fingu Leona og Kári Nilssen, Tórshavn, ein son. Hann
var 56 cm. langur og vigaði 4000 gr.
4. mai fingu Súsanna Leo og Mortan Bech, Kollafjørður, eina
dóttur. Hon var 56 cm. long og vigaði 4200 gr.
5. mai fingu Jóhanna Syderbø og Símun Grúkaskarð, Viðareiði,
ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 4500 gr.
5. mai fingu Súsanna og Niels Thomsen, Strendur, eina dóttur.
Hon var 49 cm. long og vigaði 2850 gr.
5. mai fingu Annvør Jacobsen og Kim Eliassen, Fuglafirði, ein
son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 3800 gr.
5. mai fingu Gunnvá Ellendersen og Ellindur Olsen, Hvalvík,
eina dóttur. Hon var 56 cm. long og vigaði 4000 gr.
5. mai fingu Pætur Hentze og Anna Maria Nilssen, Tórshavn,
ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 3175 gr.
6. mai fingu Ella Selma og Petur Larsen, Norðragøta, eina
dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3650 gr.
6. mai fingu Katrin Hofgaard og Oddur Hentze, Hoyvík, ein
son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3650 gr.
65 ára føðingardagur
Mikudagin 7. mai fylti Eyðfinn
Jacobsen, skipari, Kambsdalur,
65 ár. Dagurin verður hildin
leygardagin 10. mai heima millum
kl. 10 og kl. 16.
75 ár
Mikudagin 7. mai fylti Poul í
Garði Niclasen ( Malle Poul) 75
ár. Opið hús verður leygardagin
10. mai á Vágsvegi 28, Vágur kl.
18.
Brúdleyp
Leygardagin 10. mai giftast í
Hoyvíkar kirkju, Sunrid Isaksen,
Kvívík og Martin á Borg, Hoyvík.
Veitslan verður fyri innbodnum í
HB-húsinum kl. 18.00.
Leygardagin 10. mai 2008 giftast í Algestrup Karin Weihe,
Tórshavn og Lars Egehus, Holbæk. Adr. Algestrupvej 18, 4340
Tølløse.
25. apríl fekk Høgni eina
líttlasystir. Hon var 51 cm
long og vigaði 4100 gr. For-
eldrini eru Fía Lindenskov
og Steingrímur Funding,
Valby
60 ára føðingardagur
Leygardagin 10. mai
fyllir Harald S. Jensen,
kokkur, Klaksvík, 60 ár.
Dagurin verður hildin
við Gráastein 8 frá kl.
16.00. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
nøvn