Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-09, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mai 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Nr. 88 • 9. mai 2008 Vikuskifti spreingievni, sum teir vildu lata VÌF sum eitt slag av studningi til vøllin, men samstundis vildu teir strika tær fyrr nevndu 373 kr. Eg minnist, at studningurin til vøllin kom uppá 826,24 kr,. tá avtornaði. Arbeiðsloysi Orsøkin til vælviljan hjá kommununi var tí, at tað var stórt arbeiðsloysi í bygdini, sum eisini var í Føroyum, sum heild tá. Árni greiddi frá, at tá arbeitt var uppá vøllin vóru hestar og hestavognar brúktir og tað riggaði væl, men seinri løgdu teir skinnarar, tá gjørdist arbeiðið nógv lættari. Teir brúktu spaka, trillubøru og eyrhakkara. Lønina fingu teir frá VÍF, men hon var lítil, ráðini vóru ikki til annað. Æsir-blaðið nevndi tá í 1994, at lønin var 1,80 kr, um tíman. Av hesum var bert 1 kr. útgoldin, og restina skuldu teir so fáa seinri. Blaðið spurdi eisini Árna, hvussu tað bar til, at teir fóru undir ein fótbóltsvøllin tá. Árni svaraði, ja tað kann í dag tykjast løgið, at teir høvdu so stóran áhuga í einum fótbóltsvølli, tí VÌF er í dag bert kent fyri sín hondbólt. Men hondbóltur tók ikki dyk á seg fyrr enn í 1946-47 og vóru tað tá bert konufólk, ið íðkaðu ítrótt í byrjanini. Fótbólturin í bygdini stóð í vanda, og tí varð sett so hart uppá at fáa vøllin lidnan, so áhugin fyri fótbólti ikki skuldi detta niðurfyri. Projektið steðgaði Árni segði eisini í samrøðuni, at steðgur kom í arbeiði í 1947, 25. apríl 1950 sendi VÌF kommununi eitt bræv, har heitt var á kommunan um at útvega 8 til 10.000 kr til liðuggerðina av vøllinum og til koyriveg niðan í Sørp, tí felagið setti seg ikki ført fyri liðuggerðini uttan hjálp.Hvat svarið var veit eg ikki, men arbeiðið uppá vøllin kom ongantíð ígongd aftur aftaná steðgin segði Árni við Æsir -blaðið. Bert ein dystur Hóast vøllurin ongantíð var gjørdur liðugur, so var vøllurin brúktur. Einasti dystur, ið var spældur á vøllinum, segði Árni, var ein hondbóltsdystur ímillum vágamenn og vestmenningar. Tað var í 1948, og har vóru sera nógvir áskoðarar. Árni legði afturat, at tað er eingin ivi, at broytingin frá fótbólti til hondbólt kom, tá vøllurin í Sørpun ikki gjørdist liðugur. Mannfólk í bygdini byrjaðu at spæla hetta nýggja kvinnuspælið, og væl gekst við hondbóltinum. Fótbólturin gleið so spakuliga út, so hvørt størri áhugi gjørdist fyri hondbóltinum endaði Árni Petersen í samrøðuna. Sum sagt, so liggur vøllur í 187 m hædd, hann er sjónligur í dag. Hóast vøllurin í Sørpun ikki gjørdist liðugur tá, so er hann komin til heiður og æru í dag, tí felagið hjá hárumonnum í Vestmanna hava bygt eina bjálkasmáttu við endan á vøllinum, so hvør veit, um ikki teir bjóða onkrum til ein fótbóltsdyst, nú summar nærkast – livst so spyrt. Gamlar myndir: Anna Suffía Durhuus Ogn: Páll Hellu Gamlar myndir av spælarum á sandinum í Vestmanna