Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-09, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mai 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 88 - 9. mai 2008 15 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 nøvn Torkil Beder, prestur varð føddur 27. februar 1924 og doyði 19. oktober 2007. Av serligum orsøkum kemur hendan minningargrein fyrst nú. Torkil og eg komu at kennast væl, skjótt eftir at hann var komin til Fuglafjarðar. Kom kanska serliga av tí, at kona mín og Torkil konfirmerað­ ust sama dag. Persónliga hevði eg mangar góðar hugnaløtur í heimi teirra, tá eg var við at lesa søgur fyri konfirmantun­ um. Men best kom eg at kenna Torkil, tá vit báðir komu at sita í skúlanevnd­ ini í fleiri ár. Torkil gjørdist formaður. Eg komi ongantíð at gloyma tað nevndina við Torkil, saman við Esm­ ar Simonsen, sála og Miu á Lakjuni, sála, og Kristinu Toftegaard, sála. Øll høvdu sett sítt álit á Jesus. Og øll vóru samd um, at finna fram til tað besta fyri skúlan, tí vit ásannaðu, at skúlin hevði stak góðar lærarar. Í nevndini valdaði altíð gleði og semja. Øll vóru líka við øll. Tað var ikki einans tær hjartagóðu prædikur, ið Torkil gav okkum øll árini, men eisini teir vøkru sálmarnir og sangir, ið hann hevur umsett til okkara mál. Eisini allar tær greinar­ nar, ið hann hevur umsett og sett í Sunnudagsblaðið, tær hava hjálpt mongum at sett sítt álit á Jesus. Okkara góði vinur og prestur verður saknaður av mongum av okkara landsmonnum. Syng kirkjulið, syng gleðisong við andarødd um tún og ong, far syngjandi tín vin at ynna, úr deyða kemur teg at finna! O, sæla páskamorgunstund mær gyllir lund. Ærað verður minni títt. Símun P. Poulsen Nøkur minningarorð um Torkil Beder, prest Hjalmar varð føddur 26. juni 1930 og andaðist 30. august 2007. Nú eg eri 84 ár, kann ein vera útsettur fyri at missa fleiri góðar arbeiðsfelagar og vinir. Eg kom at kenna Hjalmar í sam­ bandi við arbeiðararørsluna. Vit vóru nógv saman fyri at tingast um ymiskar spurningar, ið vit meintu ikki vóru í lagi fyri arbeiðararnar. Og altíð spurdist okkurt gott burtur úr. Hjalmar var ein persónar, ið segði sína hugsan um málini. Men best kom eg at kenna hendan góða vin, tá ið vit komu í nevndina fyri Felagslonina hjá Fuglafjarðar Pensjónistafelag. Tað mugu vera fáar nevndir, ið høvdu so gott arbeiðsstig sum hend­ an. Ein, ið gjørdi hetta góða arbeiðs­ lagið, var Hjalmar. Góði Hjalmar, eg sakni teg sum ein arbeiðskammerat. Lat sannleiksorð títt lýsa til himmals okkum heim, tann rætta vegin vísa til sælu og til gleim í Harrans vakra himmalstað, har øll Guds børn tær prísa og takka nátt sum dag. Hjalmar, friður veri við minni tínum. Símun P. Poulsen Minningarorð um Hjalmar Joensen í Fuglafirði Nøkur minningarorð yvir tríggjar enn, ið eg havi verið saman við í ymiskum arbeiðum. Dagurin 10. mai. Gordianus, deyður í umleið 362. Heiðin rómverskur embætismaður, sum gjørdist kristin og varð hálshøgdur. 11. mai. Mamertus, deyður í 475. Biskupur í Suðurfraklandi. Hann varð tikin av døgum. 12. mai. Pancratius, deyður í umleið 300. 13 ára gamal drongur, sum varð tikin av døgum fyri trúar sakir. 13. mai, Ingenuus. Rómverskur kristin hermaður, sum keisarin Decius læt drepa. Hans Thomsen úr Sumba andaðist í Hamm­ erfest mánadagin, 63 ára gamal. Elsa Dasic andaðist týs­ dagin í Keypmannahavn, 71 ára gomul. Jarðar­ ferðin verður úr Nasareth kirkju, Riesgade, týsdagin 13. mai kl. 14. Jóhanna Mathea Skaale, Tórshavn andaðist mána­ dagin, 101 ára gomul. Jarðarferðin verður úr kirkjugarðskapellinum fríggjadagin kl. 15. Sung­ ið verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Johonnu, kunnu lata ellis­ heiminum í Havn eina peningagávu, konta í Eik Banka. Amanda Jacobsen, happ­ adráttsseljari, ættað úr Saltangará búsitandi í Tórshavn, andaðist á Landssjúkrahúsinum sunnudagin, 86 ára gom­ ul. Jarðarferðin verður úr Havnar Kirkju fríggja­ dagin kl 13. Andlát og jarðarferðir Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu, tá okkara elskaði maður, pápi, verpápi, abbi, langabbi og bróðir Arnfrið Heiðar Bjørnsson andaðist og varð jarðaður. Tøkk til Hera Joensen, sangarar og kirkjutænarar. Tøkk fyri blómur og kransar og stóra tøkk til tykkum øll, sum hjálptu til við ervinum. Hjartans tøkk til øll tykkum, sum fylgdu honum til hansara síðsta hvíldarstað. Oda, Elsa Helga, Hallberg, Ólafur og Guðlaugur við familjum Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá elskaði pápi, verpápi,abbi og langabbi okkara Hjalmar Danielsen Skála andaðist og varð jarðaður. Ein serstøk tøkk til tykkum á Eysturoyar Røktar- & ellisheimi og til tykkum á B8 og B6, sum við umsorgan vóru um pápa og okkum øll hansara síðstu tíð á foldum. Tøkk til Henning Bøgesvang og Jógvan Fríðriksson fyri góð og troystarrík orð í kapelli og kirkju. Tøkk til kirkjutænarar, sangarar, gravarar og tykkum, sum bakaðu og á ymsan hátt hjálptu til við ervinum. Tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir og peningagávur til kirkjuna á Skála. Tøkk øll tit mongu, sum komu í kapellið og tykkum,sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað her á fold. Vit ynskja øllum eina gleðïliga hvítusunnu. Familjunnar vegna Andrass,Pállfríða,Jóhanna og Pætur