Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mai 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 88 • 9. mai 2008 Vikuskifti 14 Í Sørpun, soleiðis eitur staðarnavnið, í haganum omanfyri Miðalsbrekku í Vestmanna, liggur ein fótbóltsvøllur Fyri stuttum hevur felagið hjá harumonnum í Vestmanna bygt eina bjálkasmáttu, sum teir ætla at hava felagsvirksemi í. Húsið er bygt í ovara endanum á sjálvum fótbóltsvøllinum. Eitt sera snotuligt hús, sum teir kunnu verða stoltir av. Sandurin brúktur og vøllurin hvarv Tað kann tikjast løgið, at ein vøllur liggur í 187 m hædd í haganum omanfyri vestmanna, men sum altíð, so er ein forkláring til alt. Seinast í átjanhundraðtalinum og fyrst í nítjanhundraðtalinum bleiv stóri sandurin inni á Fjørð í Vestmann brúktur til fótbólt hjá dreingjum og gentum. Dreingir spældu serliga fótbólt og genturnar meira hondbólt. Sandurin bleiv nógv brúktur, sum eitt spælipláss verður brúkt í dag. Onkuntíð vórðu dystir spældir. Á myndum, sum eru fingnar til vega, sæst, at nógvir áskoðarar vóru til dystirnar. Broytingartíðir merktu Føroyar tá, tí fyrst í 30-unum og inn í 40 -ini í seinastu øld byrjaðu fólk at brúka sement ístaðin fyri timbur at byggja hús við. Eisini bleiv nógv sement brúkt til vegir og nýgerðir í bygdini annars, og sostatt høvdu tey eisini brúk fyri nógvum sandi. Tá kommunan og privatfólk byrjaðu at brúka av sandinum inni á Fjørð, minkaði hann so skjótt, at hetta fór at merkjast hjá ungdóminum. Tess meira sandur bleiv tikin,tess minni bleiv plássið at spæla hond og fótbólt á, tí sjógvurin kom bara longur og longur niðan. Umsókn um lendi Í byrjanini av 1944 settu menn seg í samband við Hagastýrið fyri Neshaga í Vestmanna, og í dag finst eisini leigursáttmálin ímillum Vestmanna Ítróttarfelag og Neshaga frá 25. sept 1944, har Hagastýrið letur VÌF leiga økið í Sørpun. Tá fótbóltsfelagið Æsir í 1994 gav eitt lokalt blað út í vestmanna, var ein samrøðu við vestmenningin Árna Petersen sála. Hann varð í 1944 settur formaður fyri verkætlanini í Sørpun. Í samrøðuni sigur Árni, at hetta var ein spennandi uppgáva. Vit byrjaðu beinanvegin, tá leigusáttmálin var undirskrivaður, at arbeiða. Vit vóru 7 mans at gera vøllin. Lendið var soleiðis háttað, at vit máttu spreingja niðaneftir og brúktu grótið til ífyllu omaneftir. Spreingievnið til hetta arbeiði fekk VÌF sum studning frá Vestmanna Kommunu, fyrst fyri 373 kr. og í mai 1945 boðaði kommunan frá, at teir áttu eina heila 500 punds tunnu av VÍF fekk spreingievni frá Vestmanna Kommunu Nostalgi Birgir W. Høgnesen birgir@sosialurin.fo Her á 187 metra hædd liggur vøllurin. Í baksýni sæst partur av Miðalsbrekku og Vestmannasund