Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mai 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 88 - 9. mai 2008 Ein sjálvsútnevndur ákæri hevur gingið leysur í politisku skipanini síðani CHE-samgongan varð skipað. Aloftast insinuerar hann kyniskt og konvert- erar pástaðið slatur og sleyg til dómar yvir onnur. Undirritaði hevur staðið fyri skotum nú í eitt fjerð- ingsár. Ein landsstýris- maður skal pr. definitión hava tjúkka hvølju, og tað er heldur ongin trupulleiki í hesum førinum, men helst er tað neyðugt við eini rættleiðing, nú hesin stórsnútaði akramaðurin er farin at blanda seg uppí mín heilt persónliga búskap. Og mína egnu gjaldsmentan. Ongin orsøk er til at presentera mannin, hann er alkendur, og hevur alt sítt vaksna lív liva av danskari løn fyri at hevja og verja danskan yvirvalds- rætt í Føroyum. Sum politimaður undir tí danska justitsministaranum. Sum handlangari hjá imperia- listiska valdsmaskinarínum í Keypmannahavn. Í einum fyrispurningi til løgmann, og uppaftur verri í onkrum boulevardmiðli, hevur hann í eina tíð róð frammundir, at undirritaði ikki hevur goldið fyri tey nú so famøsu partabrøvini í AP, sum vóru keypt sambært sáttmála dagfestur 4. november 2004. Táið ein maður fer so langt í royndini at skaða ein annan mann, má man loyva sær at ivast í, um hesin er rætt- skikkaður. Jacob Vester- gaard roynir tilvitað at oyðileggja lívið hjá persón- inum handan landsstýris- mannin, Tórbjørn Jacob- sen, sum vónandi eisini skal liva eitt lív eftir at hansara almenna tænasta í Fiski- og Tilfeingismála- ráðnum er ein farin tíð. Politisturin av Økrum insinuerar beinleiðis, at undirritaði er ein skulda- reyv sum ikki gjaldi mínar rokningar. Tíanbetur havi eg ongantíð havt nakað við hendan danska politistin at gera, á persónligum støði, og rokni eg við, at hetta skoðsmálið, sum skulda- reyv og ringur betalari, er munandi betri millum tey sum eg havi samstarva við í 52 ár. Hevur gjaldførið annars verið til tað, havi eg sjáldan sovið eina nátt omaná eini ógoldnari rokn- ing, skal eg heilsa og siga akramanninum, og hesi partabrøvini eru onki undan- tak, hóast Vestergaard í fyrispurninginum til løg- mann spyr í 3. spurningi: ”Hevur løgmaður kannað um partabrøvini í P/F Atlantskolvetni eru goldin P/F Kongshavnar Útgerðar- felag við reiðum peningi ella á annan hátt, og um ikki, ætlar løgmaður so ikki at kanna, hvussu goldið var fyri partabrøvini?” Fyri endaliga at prógva, at hesin tilvitað sáddi ivin bara er enn ein roynd at dálka undirritaða, og sum eitt svar uppá kryptisku orðingina í viðmerking- unum: ”Ein annar spurn- ingur sum hevur tikið seg upp (hvør man hava íspunn- ið spurningin (tj)?), er, hvussu Tórbjørn Jacobsen, rindaði fyri partabrøvini.” leggi eg hervið part av kontuavriti frá Eik-Banka, sum er prógv um, at peningurin varð goldin kontant hin 8. november 2004. Og skuldi smiðju- meistarin av Økrum havt sama ivan um pápa mín, sum um meg sjálvan, so kann hann fáa eina váttan fyri, at hann hevur goldið somu upphædd kontant dagin eftir tvs. hin 9. november 2004. Hetta skriv er eittans skrivað sum verja fyri tað ítøkiliga persónliga álopið, um at undirritaði skal vera runnin undan einari rokn- ing á eina hálva millión krónur fyri sløkum 4 árum síðani. Øllum hinum spurningunum og teimum politisku viðurskiftunum rokni eg við at løgmaður tekur sær av á tingi ídag. Vónandi er smiðjumeist- arin í slatri og sleygi, sum eittans útmerkaði seg við einum hendinga sjaldnum smiðjuleigumálið á Tvør- oyri, í síni landsstýris- mannatíð, nøgdur við svarið. Líkamikið hvussu hann fer at geberda sær frameftir verða hetta tey einastu og seinastu orðini higani um hetta málið. Smiðjumeistarin av Økrum Tórbjørn jacobsen Í kjalarvørrinum av, at sjúkrahúsverkið liggur í fíggjarligum andaleypi, um fíggjarmálaráðharrin hevur “makt sum hann hevur akt”, hevur heilsumálaráð- harrin relancerað tankarnar um eina flytan av fakmørk- unum, sum eina bjarging- arætlan fyri lamskotnu skútuna. Kann neyvan skiljast annarleiðis, enn at hugsað verður, at hetta er ein “bíligari” loysn enn verandi skipan í sjúkra- húsverkinum,- og hevur í øllum førum flutt fokus burtur frá einum heilsu- politiskum tjaki til at síggja út, sum um tað er stríð millum fakbólkarnar í sjúkrahúsverkinum, sum eru ein forðan fyri bjarg- ingarroyndini. Tá so heilsumálaráð- harrin konkretiserar sínar tankar við at melda út, at nú eru sjúkrarøktarfrøð- ingarnir vorðnir so góðir til sjúkrarøkt, at tey skulu gera okkurt heilt annað, nevniliga læknaarbeiði, so er sjálvsagt at fakfelagið ressast við og reisir seg á fakligu bakbeinini. Ikki tí at tankarnir eru nýggir. Í grundini eru tað heldur ikki tankar hjá heilsmála- ráðharranum sjálvum, men hann hevur tikið teir úr teknokratiska álitinum um framtíðar sjúkrahúsverk frá 2007. Har verður hetta útgreinað nærri, primert sum eitt átak fyri at bøta um læknatrotið. Fakligu økini, og sostatt eisini mørkini, eru fast- sligin í tí vit vanliga kalla “autorisatiónslógunum”, har m.a. verður staðfest, at tey, sum átaka sær lækna- arbeiði uttan at hava autor- isatión sum lækni, kunnu verða dømd fyri kvaksalv- arí. Tó so at læknar hava møguleika at “útdelegera” ymsar uppgávur til onnur, - men viðgerðarliga ábyrgd- in liggur føst. Tað vil í stuttum siga, at ein flyting av fakmørk- unum, ella broyting av fakøkjunum hjá læknum og sjúkrarøktarfrøðingum, krevur eina broyting av autorisatiónslógunum. Tá vit eru undirløgd donskum lógum á hesum økinum, liggur avgerðin um hetta eina heilt aðrastaðni enn her. Tjakið her gerst tí minni áhugavert. Tankar um at flyta fak- mørk eru eisini frammi aðrastaðni, og t.d. í Dan- mark situr ein arbeiðsbólk- ur og hyggur at um broyt- ingar í autorisatiónslóg- unum skulu gerast, tí t.d. sjúkrarøktarfrøðingar har hava ynski um at fáa loyvi til at ordinerað summi sløg av heilivági. Er tað tað hann vil? Spurningurin er so, um tað er ein verulig flytan av fakmørkunum, sum heilsu- málaráðharrin ynskir, ella um hann bara hevur verið óheppin við at stuðla seg til eina teknokratiska for- mulering í staðin fyri at leita sær heilsufakliga ráðgeving til at hyggja at uppgávuloysnunum í sjúkrahúsverkinum? Hetta er tíverri ein óheppin tendensur vit eisini hava sæð í grannalondum okkara, har sokallaða DJØFiseringin av heilsu- verkinum er vorðin alsamt sterkari. Hetta at “økonom- ar og juristar” fáa alsamt størri ávirkan á tann heilsupolitiska partin av verkinum, meðan tær heilsufakligu tilráðingarnar viga alsamt minni. Fari at loyva mær at halda, at tað sum heilsu- málaráðharrin vil, bara er, eins og í sjúkrahúsverkun- um rundan um okkum, at hyggja eftir um vit gagn nýta starvsfólkatilfeingið á best møguligan hátt. Tí tað gera vit neyvan, um vit skulu brúka royndirnar aðrastaðni frá. Læknar vilja gera læknaarbeiði Tað er vælkent, at vit í Føroyum hava nógv færri heilsustarvsfólk í mun til íbúgvaratalið enn í granna- londum okkara. Tað er galdandi fyri so gott sum allar starvsfólkabólkar í verkinum. Hett ger m.a. at nógvar uppgávur verða loystar á einum hægri “kompetensu-støði” enn neyðugt. Eingin ivi um, at læknar fegnir vilja sleppa at gera læknaarbeiði. Men fleiri staðni mugu teir brúka fitt av síni tíð til at sita og skriva journalir o.t. í hond, tí onkur hevur avgjørt, at skrivarar ikki skulu verða til taks aftaná vanliga dag- tíð. Læknar mugu brúka part av síni tíð til at ganga runt á sjúkrahúsum og leita eftir journalum, tí onkur hevur avgjørt at eingin piccolina er aftaná dagtíð. Dømini eru fleiri og gald- andi fyri aðrar fakbólkar eisini. Sjúkrarøktarfrøðing- ar brúka tíð til at arkivera blóðroyndarseðlar, bíleggja mat, útfylla rúgvuvís av formularum, avkálka kaffimaskinur, tøma skrellispannir etc., sum onnur kundu tikið sær av. Hetta verður loyst, tá talgild heilsuskipan kemur, vilja summi vera við. Royndir aðrastaðni vísa tó, at tá koma nýggjar tíðar- spillur, sum t.d. at læknar- nir skulu brúka alt ov nógv av sínari tíð til at bíða eftir at rætta skermmyndin kem- ur fram, tí tann tekniska útgerðin ikki er optimal ella skipanin krevur alt ov nógv “músaklikk” til simplar handlingar. Tað henda nógvar broyt- ingar á heilsufakliga, nýggj tøkni, nýggir viðgerðar- møguleikar o.t., og gera hetta eisini at onkrar av tradionellu læknaaupp- gávunum kunnu onnur hjálpa til við, - um neyð- uga kompetansan finst, - ella um tað eru fíggjarligir møguleikar at skipa kom- petansumenning. Tað kann frígeva læknatíð til aðrar læknauppgávur. Læknar kunnu altíð lata uppgávur til onnur teir hava álit á og sum hava neyðuga førleik- an, - men viðgerðarliga ábyrgdin er altíð læknans. Tílíkar uppgávu “deleger- ingar” eru ikki nakað nýtt fyribrigdi, og verða eisini brúktar í stóran mun, - eisini á Landssjúkrahúsi- num. Tær krevja ikki nakra flytan av fakmørkum ella broytingar av autorisatións- lógunum. Men tær krevja at fakliga kompetansan er til steðar og at sjúkrahús- verkið hevur góðar fíggjar- ligar møguleikar til dygd- armenning, - nakað, sum ikki hevur verið raðfest serliga ovalaga í játtan- unum til verkið. Dygdarmenning Hetta við at gagnnýta tilfeingið á rættan hátt er ein av hornasteinunum í dygdarmenning av heilsu- verkinum, t.v.s. betri viðgerð til sjúklingarnar. Tíverri blanda politikarar hetta ofta saman við, at hetta eisini er ein sparing. Tað er sjáldan, at so er. Aðrastaðni hevur verið arbeitt við hesum í longri tíð, og í t.d. í Danmark situr eina arbeiðsbólkur og hyggur at hesum í løtuni og væntast at koma við einum tilmæli seinni í ár. Eisini hevur forsætisráð- harrin havt ein persónligan umboðsmann á ferð í landinum at finna “góð dømi” um hvussu man best gagnnýtir tilfeingið, og er komin ein áhugaverd frágreiðing um hetta, sum vit eisini kunnu læra nógv av. Onkrastaðni eru gjørd- ar royndir við skaðastov- um, sum bara eru mann- aðar við sjúkrarøktarfrøð- ingum, tí læknatrotið hevur gjørt hetta neyðugt. Roynd- irnar eru ymiskar hvussu hetta hevur hilnast, men eitt av úrslitunum er, at tað sumstaðni er ein dýrari loysn enn vanligu skaða- stovurnar, - at tað kostar meira fyri hvønn viðgjørd- an sjúkling. Tað er tí umráðandi, at tá hyggjast skal eftir uppgávu- býtinum í sjúkrahúsverki- num, so er hetta sum ein liður í dygdarmenningini av viðgerð og røkt, - og ikki nakar liður í eini forhastaðari spariætlan ella fíggjarligari bjarginga- roynd. Trúgvi allir fak- bólkar í verkinum eru hugaðir í at dygdarmenna verkið og vilja gera sítt til at hetta kann fara fram, men loyvi mær at ivast í at nakað gott kann spyrjast burtur úr dygdarmenning samstundis sum tað verður tikið fíggjarligt kvørkratak og politisku útmeldingar- nar eru, at alt skal vera á “stand by” – tað er køvandi fyri allan framburð. Ynskiligt hevði verið at fingið eitt tjak um hvat føroyingar ynskja av heilsu- verkinum í framtíðini, og hvat hildið verður um, at somu fólk, sum fyri fýra mánaðum síðani reistu landi á tamp og stóðu á nakkanum á hvørjum øðrum við fyrigyklanum um at tey vildu menna og styrkja sjúkrahúsverkið, - nú hava lagt fram eina sláturætlan, sum feiðar alla menning av borðinum? Læknar skulu gera læknaarbeiði! formaður í Læknafelagnum Tormóður sTórá viðmerkingar