Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mai 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 88 • 9. mai 2008 Vikuskifti 13 ... um at ferðast til arbeiði Eg ferðist hvønn dag millum Havnina og Leirvík, og tað tekur ein tíma hvønn veg. Eg koyri ikki altíð sjálv, men tað er nokk so strævið at ferðast fyri tað. Sjálvandi havi eg vant meg eitt sindur við tað, men eg kundi gott hugsa mær at roynt at búgva í Havn. ... um góðgæti Eg eti alt ov nógv bomm. Eg keypi bomm so at siga hvønn dag, so eg eri alt for ósunn. Men eg royni so hinvegin at renna ein túr hvønn dag. Tá onkrir barnagarðar vitja í Miðlahúsinum, verða tey send inn til mín fyri at fáa bomm. Navn: Mirjam Pætursdóttir Aldur: 23 ár Bústaður: Leirvík Starv: Rás2 Útbúgving: Studentsprógv Fakta royna sum frægast at ansa eftir, at slík ynski ikki fara út í luftina, sigur hon. - Um okkurt ynski er eitt sindur keðiligt, so taki eg tað ikki við, men ofta eru tey rættiliga óskyldug. - Eg havi eisini sjálv dummað meg onkuntíð og sagt okkurt, sum eg ikki skuldi havt sagt, men tað er ein partur av senda so nógv beinleiðis. Kann tað ikki verða keðiligt at lesa heilsanir upp dag eftir dag? - Mær dámar tað sum heild væl, men onkuntíð kann tað blíva eitt sindur troyttandi, men so fái eg onkran at loysa meg av. Til synirnar hjá mær Tann eini í Havn og hin í Suðuroy. Vil bara siga, at eg elski tykkum yvir alt. Spæl sangin Sonur Mín. Heilsan mamma Mirjam Pætursdóttir er vertur í Ynskiløtuni á Rás2, og tað dámar henni væl Myndir: Jens Kr. Vang