fríggjadagur 9. mai 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 88 - 9. mai 2008
13
viðmerkingar
Føroyingar eru norður
lendsk tjóð og norður
lendski samleikin millum
føroyingar er sterkur.
Hóast vit av formligum
orsøkum enn ikki hava
fullan limaskap í norður
lendska politiska sam
starvinum, so taka vit fult
og heilt lut í mentanar
samstarvinum. Alla staðir,
har vit møta í norðurlend
skum samstarvi, tað verði
seg politiskt ella mentanar
ligt, kenna vit okkum
vælkomin.
Í øllum norðurlenskum
høpi møta vit stórum tokka
og ektaðum og livandi
áhuga fyri landi, mentan
og list okkara. Føroyingar
hava fingið norðurlendskar
virðislønir fyri listarlig
avrik innan fleiri lista
greinir. Hetta merkir, at vit
ikki bert taka ímóti men, at
vit hava eins nógv at geva
okkara norðurlendsku
brøðratjóðum og
alheiminum.
Tað vakra og byggilistar
liga meistarverkið í Gunda
dali er tí ikki bert ein
stórfingin bróðurlig gáva
frá Norðurlandaráðnum og
Norðurlendska Ráðharra
ráðnum til Føroya fólk og
til hinar norðurlendsku
tjóðirnar.
Norðurlandahúsið er eisini
eitt livandi prógv um
vinalag millum brøðra
tjóðir og eitt prógv um
tann stóra týdning, sum
mentan og list hava fyri
okkum menniskju. Tað er tí
ikki av tilvild, at mentanar
samstarvið er ein horna
steinurin í samstarvinum
millum norðurlendsku
tjóðirnar.
Tað er torført við orðum
at lýsa tann stóra týdning,
ið Norðurlandahúsið hesi
25 árini hevur havt fyri
okkum føroyingar. Húsið
er vorðið savningarstaðið
hjá okkum. Her hava fólk
fingið listarligar upp
livingar fyri lívið, her hava
verið altjóða ráðstevnur og
fundir, sum hava flutt mørk
og sett Føroyar á heims
kortið. Her hava verið
tiltøk og samkomur, sum
hava savnað fólk úr øllum
landinum. Í húsinum hava
verið ógloymandi løtur, har
okkara egnu listafólk innan
vakrar og tignarligar karm
ar hava fingið høvi at vísa
landsmonnum, hvat tey
duga og megna. Í húsinum
hava Norðurlond givið
okkum tað besta, ið tey
kunnu bjóða. Húsið er tí
ein fongur og ein stoltleiki
fyri alt Føroya fólk.
Norðurlandahúsið er
eisini við at gerast eitt
aktiv og ein sterkur pallur
hjá føroyingum í sambandi
við tær avbjóðingar og teir
møguleikar, sum altjóða
gerðin gevur okkum. Í
hesum høpi hevur víðkanin
av húsinum serstakan
týdning, og vit eru Norður
landa Ráðharraráðnum
sera takksom fyri tað álit
og stórtøkni, sum her er
víst okkum – sama vælvild
og sami tokki sum fyri
tjúgufimm árum síðan.
Vegna landsstýrið takki
eg Norðurlandahúsinum
fyri farnu tjúgufimm árini
og ynski húsinum, stýri
num, starvsfólkum, brúk
arum og øllum Norður
londum hjartaliga til lukku
við ynskinum um, at húsið
eisini í framtíðini skal
megna at virka til gleði og
gangs fyri allar
norðurlendsku tjóðirnar og
annars øll, sum leita
hendan vegin at kunna seg
við okkum í Útnorðri.
Kvøðan frá løgmanni, nú Norðurlandahúsið verður 25 ár:
Livandi prógv um vinalag
løgmaður
Jóannes
eidesgaard
Góði løgmaður
Tú tykist ikki sørt firtin í
viðmerking tíni til lesara
bræv mítt. Tað var als ikki
ætlanin at stoyta teg, eg
vildi bara minna teg á eitt
lyfti tit góvu áðrenn valið,
og beint eftir valið viðvíkj
andi útlendskari
arbeiðsmegi.
Okkum varð lovað, at tað
skuldi gerast undir skip
aðum viðurskiftum. Tað
kann vera, at tit tóku feil, tá
ið tit lovaðu hetta. Kanska
vistu tit ikki, hvat tit lovaðu.
Ella kann tað vera, at tit
lovaðu hetta, so fakfeløgini
tagdu upp undir valið.
Eg veit tað ikki – men
lyftir vóru givin – sum ikki
vísa seg at halda, tí varð
ein viðmerking skrivað
týsdagin, og tí haldi eg, at
tú skalt fáa hetta svar.
Skipaði viðurskifti
Tað einasta fakfeløgini
hava eftirlýst viðvíkjandi
spurninginum um útlend
ska arbeiðsmegi eru skip
aði viðurskifti. Tað eru tit
– tann politiski myndug
leikin sum kunna gera
hetta. Fakfeløg gera síná
millum sáttmálar við
arbeiðsgevarar, vit hava
ikki lóggávu myndugleika.
Vit halda heldur ikki, at
tað er ov nógv at krevja, at
einstakir bólkar ikki hava
framíhjárættindi til arbeiði.
T.v.s. at teir føroyingar og
teir útlendingar, ið vænt
andi skulu arbeiða lið um
lið, fáa somu rættindi.
Fastlønarsáttmáli
Tá ið víst verður á bræv frá
formanninum í arbeiðs
gevarafelagnum um, at tey
binda seg til eina tilgongd
viðvíkjandi fastlønarsátt
mála – so vil eg bara
viðmerkja, at handa
tilsøgnin, er ikki annað enn
eitt ætlanarskriv. Tilsøgnin
er ikki bindandi á nakran
hátt, og tað kann vísa seg
at vera ein trupulleiki.
Framíhjárætturin er ikki
uppstaðin av sáttmálum.
Framíhjárætturin er upp
staðin av lóggávuarbeið
num, sum politiski myndug
leikin hevur framt.
Tað eru tit, sum í lóg
gávuarbeiðnum geva nøkr
um fólkum í hesum føri
útlendskari arbeiðsmeg eini
rættindi og so restina av
arbeiðsmegini – tvs føroy
ingum ongi rættindi. (Eg
haldi tað er rætt, at fólk eru
tryggjaði nøkur rættindi
so sum at kunna forsyrgja
sær sjálvum – tað skulu
bara ikki vera framíhjá
rættindi, sum ganga út yvir
føroyska arbeiðsmegina.)
Tú hevur rætt í, at frægast
hevði verið, at fingið ein
ordiligan fastlønarsáttmála
– spurningurin hevur leingi
verið frammi, og er um
røddur undir sáttmálasam
ráðingum.
Fyri einum árið síðani
(tá ið 3 ára sáttmáli var
gjørdur) vóru so grund
leggjandi ósemjur um,
hvørjar meginreglur skulu
liggja til grund fyri fast
lønarsáttmálanum, at
vónleyst var at fara víðari í
spurninginum.
Um viðurskiftini eru
broytt hetta seinasta árið
veit eg ikki – sambært
almennum úttalilsum hjá
landsins stórsta arbeiðs
gevara, so kemur tað ikki
upp á tal at gera fastlønar
sáttmála.
Fiskavirkisskipanin
Í fiskavinnuni í Danmark
er tað Akassin, sum
borgar fyri, at flakafólk eru
fastlønt.
Tá ið einki arbeiði er á
fiskavirkjunum í dk, so
verða arbeiðsfólkini send
heim, og Akassin rindar
lønarískoyti, sum er 90%
av vanligu lønini – t.v.s.
vikulønin er tá um 3600 kr.
Hevur ein persónur for
vunnið 1000 kr í tí vikuni,
so rindar Akassin 2600 kr,
hevur ein persónur for
vunnið 2000 kr, so rindar
Akassin 1600 kr, hevur
persónurin forvunnið 0 kr,
so rindar Akassin 3600 kr.
Akassin kann nýtast í 30
vikur í eitt 2 ára skeið, og
fólk eru at rokna sum tøk,
tá ið tey fáa lønarískoyti úr
Akassanum.
Í Føroyum hava vit fiska
virkisskipanina hjá ALS,
sum í mesta lagi gevur
2300 kr um vikuna. Nógv
fáa munandi minnið, tí
útrokningargrundarlagið,
tá ið tey fáa fyrstu ferð úr
skipanini er ikki nóg gott.
Fólkini í fiskavirkisskipan
ini eru bundin at sínum arb
eiðsgevara, og eru ikki tøk.
Framíhjárættur
Eg vóni harra løgmaður, at
tú hevur eina back up ætl
an, um samráðingarnar við
arbeiðsgevararnar um fast
lønarskipan ikki bera á
mál, tí spurningin um fram
íhjárættin hava tit skapt.
Megna fakfeløgini ikki
at fáa loysnirnar, so eru tað
tit, ið mugu borðreiða við
teimum, tí tað eru tit, sum
skapa framíhjárættin so
einfalt er tað.
Eg hevði vónað, at eg
kundi skrivað, at loysnin
um útlendsku arbeiðs
megina lá í hondunum á
arbeiðsgevarunum, men
teir eru ikki bundnir á
nakran hátt.
Tit hava ikki treytað
tykkum tað í lógini, ið nú
liggur í løgtinginum, at
sáttmálar skulu gerast, sum
tryggja bæði føroyingum og
útlendingum, áðrenn latið
verður meir upp. Tí kenna
arbeiðsgevararnir ikki stór
vegis trýst á sær, nú sam
ráðast skal um fastlønar
sáttmála í fiskavinnuni.
Tú tosar um longu
tilgongdina í útlendinga
málinum. Spell at tíðin
hetta seinasta árið síðani
grein 9a kom fram ikki var
nýtt til at smíða fylgilógir
og møguliga at hugsa
øðrvísi á økinum. Við at
gera tingini røtt frá byrjan
kann sleppast undan fleiri
av klassisku brotunum á
lógir, sáttmálar og faklig
rættindi.
Tað eru ikki fakfeløgini,
ið skulu lastast fyri, at
arbeiðsmarknaðurin ikki er
latin upp. Tað einasta vit
hava biði um er, at tað
verður undir skipaðum
viðurskiftum.
Endaviðmerkingar
Annars hevur tú – harra
løgmaður – hug at fýlast á
mítt »gleps«, sum tú nevnir
viðmerkingina – og tú
biður um arbeiðsfrið. So
leingi vit hava skrivi og
talufrælsi, so ætli eg at
nýta høvi at tala og tala at!
Hetta serliga, tá ið tað
viðkemur viðurskiftunum
hjá løntakarunum, sum eru
limir í Samtak.
Sum ovasti politiski
myndugleikin eigur tú at
tola, at mál, ið tit arbeiða
við, verða viðgjørd, og at
tað verður kjakast um tey í
almenna rúminum.
Tann dagin, tú ikki tolir,
at spurnartekin verða sett
við málini, og tann dagin,
tú ikki tolir, at vit kjakast
um spurningarnar – tann
dagin er hóskandi at gevast
í politikki, um tú virkar í
einum samfelagið, sum
byggir á fólkaræðiligar
meginreglur.
Yvir til tygara – harra
løgmaður
Skipaði viðurskifti – tað er alt, harra løgmaður
samskipari í Samtak
sonJa J.
Jógvansdóttir
Í Fólkatinginum í dag
atkvøddi undirritaði
saman við donsku
stjórnini og feldi eitt
andstøðuuppskot, ið
gekk ímóti einum
stjórnaruppskoti um
at leggja dent á sjálv
støðugar próvtøkur á
donskum universitet
um. Talan er fyrst og
fremst um eina
atkvøðu fyri at tryggja
borgarligu stjórnini
stuðul í einum máli,
sum andstøðan gjørdi
til eina politiska
styrkiroynd
Samgonga og andstøða í
Fólkatinginum brustu
seinnapartin í dag sam
an í einari politiskari
styrkiroynd, sum sam
gongan – og harvið
stjórnin hjá Anders Fogh
Rasmussen – vann.
Undirritaði var við í
hesi styrkiroynd og
atkvøddi saman við
stjórnini.
Málið, ið stríð stóð
um, var eitt andstøðu
uppskot, ið var sett sum
mótuppskot móti einum
stjórnaruppskotið. Í
stuttum snýr uppskotið
hjá stjórnini seg um, at
donsk universitet fram
eftir skulu leggja størri
dent á stjálvstøðugar
próvtøkur heldur enn
bólkapróvtøkur.
Framman undan
atkvøðugreiðsluni í
Tinginum hevði and
støðan uppsagt avtalur
nar um "clearing" í
hesum máli og greitt
boðað frá, at ætlanin var
at leggja stjórnina undir
trýst og helst vinna
meiriluta.
Undir slíkum umstøð
um er støðan hjá undir
ritaða greið. Ein borgar
lig stjórn við positivum
og mennandi Føroya
politikki, skal ikki koma
í minniluta og harvið
nervast, um mín atkvøða
kann forða fyri tí.
Tí atkvøddi eg saman
við stjórnini í hesum
máli. Úrslitið av atk
vøðugreiðsluni var, at
84 atkvøddu ímóti og 81
atkvøddu fyri. Harvið
fall andstøðuuppskotið.
Eftir hetta varð stjórnar
uppskotið samtykt.
Hóast talan er um eitt
sokallað innanríkis
politiskt mál í Danmark,
er málið kortini ikki
meira innanríkispolitiskt
enn so, at hvør einasti
føroyingur á donskum
universitetum verður
fevndur av tí.
Grundleggjandi havi
eg ta hugsan, at vit í
útbúgvingarskipanini
eiga at leggja høvuðs
dent á sjálvstøðug avrik
og próvtøkur. Hinvegin
eigur møguleiki fram
vegis at verða fyri felags
projektum og góðum
samstarvi millum tey
lesandi. Stjórnarupp
skotið tryggjar hesi
bæði, og tí eri eg fegin
um, at stjórnaruppskotið
nú er samtykt.
Ein atkvøða fyri
stjórnini
løgtings- og
fólkatingsmaður
edmund
Joensen