fríggjadagur 9. mai 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 88 • 9. mai 2008
Vikuskifti
12
Til tær fimm á Farita
Nú mugu tit lurta. Her er
heilsanin, sum tit hava saknað
leingi.
Heilsan hin, sum einki sigur
Lag: Carola/ Invincible
Dag eftir dag syrgir hon fyri, at
fólkið sleppur fram at Rás2 við
sínum ynskjum og heilsanum.
Mirjam Pætursdóttir er ein
av kendu røddunum á Rás2.
Seinastu tey árini hevur hon lisið
lurtaraynski í Ynskiløtuni, sum
verður send hvønn seinnapart.
- Mær dámar væl at lesa
lurtaraynski og spæla sangirnar,
sum fólk vilja hoyra. Hetta eru
tímarnir hjá lurtarunum, og tí
fáa teir júst tann tónleikin, sum
teir vilja hava. Onkur heldur, at
tónleikurin er keðiligur, men tað
er bert ein máti at broyta tað
– tað er at ynskja okkurt annað,
sigur Mirjam Pætursdóttir.
Tað eru liðin tvey ár, síðani
hon fyrstu ferð kom á Rás2 at
starvast.
- Eg søkti eitt starv sum vertur
til eina morgunsending, og eg
var til samrøðu, men fekk ikki
starvið. Tá Rás2 so nakað aftaná
søkti eftir onkrum at taka sær av
Ynskiløtuni, royndi eg aftur, og tá
varð eg beinanvegin biðin um at
koma til arbeiðis, greiðir Mirjam
frá.
- Eg havi altíð havt áhuga fyri
miðlum og kreativum arbeiði,
so eg eri fegin um, at eg fekk
møguleikan at starvast á Rás2.
Síðani oktober í fjør havi eg
arbeitt fulla tíð á Rás2, og tað
hevur mær dámt sera væl, sigur
hon.
Til allar lurtarar
Tit mugu hava tað gott.
Ein, ið keðir seg
Lag: Busta Rhymes/Break Ya Neck
Ræðist ikki tøknina
Mirjam Pætursdóttir er 23 ára
gomul og ættað úr Leirvík. Hon
býr framvegis í Leirvík og ferðast
hvønn dag millum Leirvík og
Miðlahúsið í Vágsbotni, har Rás2
heldur til.
Eftir fólkaskúlan fór Mirjan í
studentaskúla á Kambsdali, og
har tók hon studentsprógv. Eftir
tað hevur hon havt fiskaarbeiði í
Leirvík og arbeitt í handli í Gøtu.
Fyri tveimum árum síðani fekk
hon arbeiði á Rás2 og hevur verið
har síðani.
Í fjør fór Mirjam undir lesnað
uttanlands, men tað var ikki
akkurát nakað fyri hana, og hon
kom heimaftur eftir nakrar vikur.
Síðani hevur hon glett lurtarar hjá
Rás2 við at spæla teirra ynski og
lesa teirra heilsanir.
- Seinnapartin sendi eg
Ynskiløtan, men eg fáist eisini
við ymiskt annað á Rás2. Eg
geri lýsingar, og mánadag sendi
eg morgunsending saman við
Magna Høgnesen. Tað kann
verða rættiliga strævið at fáast
við lýsingarnar, meðan tað er
eitt sindur meira avslappandi at
lesa heilsanir í Ynskiløtuni, sigur
Mirjam.
Hon smæðist heldur ikki fyri at
seta seg inn í tøknina á Rás2.
- Tá eg byrjaði á Rás2, skuldi
eg beinanvegin læra meg at
senda einsamøll. Tað var eitt
sindur trupult at byrja við, men
nú havi eg vant meg við tað, og
tað er eingin trupulleiki at passa
teknikkin, meðan eg sendi. Eg eri
eisini ofta teknikkari, tá vit senda
morgunsendingina mánamorgun,
sigur Mirjam.
Stórur áhugi fyri
Ynskiløtuni
Lurtaraynskini til Ynskiløtuna
á Rás2 verða send umvegis
teldupost, heimasíðuna hjá
Rás2 ella við faxi, og áðrenn
sendingin fer í luftina klokkan 13
hevur Mirjam valt millum mongu
ynskini og funnið sangirnar fram
á telduni.
- So at siga allar dagar er fult
av ynskjum, og seinna partin
av vikuni koma ofta sera nógv
ynski til sendingina. Eg royni sum
frægast at velja burturúr, og ofta
taki eg føðingardagsheilsanir
ella ynski í sambandi við serligar
dagar framum, sigur Mirjam
Pætursdóttir.
- Tað er fleiri ferðir komið fyri,
at fólk hava ringt at skelda, tí tey
eru misnøgd við onkra heilsan,
sum tey hava fingið. Tað er altíð
onkur, sum roynir at misbrúka
Ynskiløtuna við at senda ynski
upp á nakkan av onkrum, men vit
Mirjam um Liverpool FC
Eg haldi við Liverpool, og eg fylgi væl við teimum. Eg síggi
næstan hvønn dyst, sum teir spæla. Nú dyrka øll Fernando
Torres, men mær dámar betur Steven Gerrard. Eg rokni
við, at tað fer at ganga ordiliga væl hjá Liverpool næsta
kappingarár. Aftaná Liverpool dámar mær Aston Villa.
... um tónleik
Mær dámar ymsan tónleik. Eg lurti nógv eftir tónleiki frá
teknifilum- til dømis Lion King, Brother Bear og Pocahontas.
Mær dámar eisini sera væl The Beatles og rockbólkin
Muse, og eg lurti eisini eftir swing-tónleiki við til dømis
Michael Bublé og Frank Sinatra.
Mirjam í tænastu
hjá fólkinum
Mirjam Pætursdóttir eigur røddina, sum
hvønn seinnapart gerandisdagar lesur
heilsanir í Ynskiløtuni á Rás2. Henni
dámar væl at taka sær av lurtaraynskjun
um, men onkuntíð kemur tað fyri, at fólk
ringja at skelda hana, tí tey hava fingið
onkra óynskta heilsan
Samrøða
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Fólk senda heilsanir umvegis teldupost, heimasíðuna hjá Rás2 ella fax, og Mirjam má við hvørt velja og vraka, tí so
nógv ynski koma til sendingina, at pláss er ikki fyri øllum
Mynd: Jens Kristian Vang