Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mai 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 88 - 9. mai 2008 SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Samstarv og ábyrgd Norðurlendskt samstarv er aktuelt í hesum døgum, og orsøkin er sjálvsagt, at í dag er 25 ára hátíðarhaldið hjá Norðurlandahúsinum hildið við, at nýggi tilbygningurin við heitinum Athøll alment verður tikin í nýtslu. Flestøll munnu vera samd um, at norðurlendskt samstarv hevur stóran týdning fyri okkum. Vit kunnu leggja afturat, at alt altjóða samstarv hevur týdning í eini tíð við globalisering og altjóðagerð. Hvat er tað so heilt ítøkiliga, sum ger, at eitt nú norðurlendska samstarvið hevur týdning fyri Føroyar og føroyingar? Tað er lítið at ivast í, at ein orsøk til, at norður- lendskt samstarv verður mett at hava stóran týdning, er ikki bert mentanarligi skyldskapurin, men at hetta samstarv mangan gevur eitt gott fíggjarligt íkast til eitt nú mentanarligt virksemi. Føroyskir játtandi myndugleikar eru sum kunnugt sera pírnir við at stuðla mentan og list. Lítið samsvar er millum øll tey vøkur politikaraorð um týdning av mentan og list og so viljan at rinda tað, sum hetta økið veruliga hevur tørv á. Tað er tí ikki so løgið, at serstakliga menta- og listafólk fegnast um norðurlendska mentanar- samstarvið. Ein stórur partur av mentanarligum verkætlanum seinastu árini hevði ikki kunnað latið seg framt uttan stórtøknan norðurlend- skan fíggjarstuðul. Føroyingar hava í ártíggjur notið stóra vælvild frá norðurlendska ment- anarsamstarvinum. Hetta er sjálvsagt bara gott, og peningurin er væl untur. Men, um tað er vorðið soleiðis, at føroyskt mentanarligt virksemi mestsum er bundið av útlendskum stuðuli, so setur hetta samstundis okkara mentanarpolitisku armóð í hámynd, í relieff. Føroyingar, sum hjá norðurlendskum grunnum og puljum søkja stuðul til framúr góðar mentan- arligar verkætlanir, kunnu greiða frá, hvussu tað kenst samstundis at noyðast at greiða frá, at heima fekst einki ella í mesta lagi nøkur súmbolsk oyru. Hetta lagið gongur ikki í longd- ini. Vit kunnu ikki í longdini fíggja okkara mentanarlív fyrst og fremst við norðurlendskari ella danskari vælvild. Vit eiga sjálv at fíggja okkara mentanarlív og stuðulin uttaneftir skal vera íkastið, sum skal tryggja, at vit varðveita sambond úteftir, menna netverk og mynda tað samstarv, ið er ein fortreyt fyri góðum úrslitinum. At enda: bert alt gott um Norðurlandahúsið, týdningur tess fyri mentan og list okkara kann ikki yvirmetast, sum vit hava víst á í serblað okkara um húsið. Men kanska skuldu vit nýtt tey komandi tjúgufimm árini til at taka fulla og heila ábyrgd av okkara egna mentanarlívi, meðan Norðurlandahúsið verður hornateinur í mentanarligarligum virksemi vent móti útheiminum. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Niels Petersen niels@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00­13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Ávirkan Heilaga Andans Og tey hildu fast saman um læru ápostlanna og samfelagið og breyðbrót­ ingina og bønirnar. Men ótti kom á eina og hvørja sál, og mong undur og tekin vórðu gjørd av ápostl­ unum. Men øll tey, sum trúðu, hildu saman og høvdu alt í felagi; og tey seldu ognir sínar og góðs sítt og býttu tað sundur millum øll, eftir tí, sum ein og hvør trongdi. Og hvønn dag hildu tey sær samhug­ að støðugt í halgidóminum og brutu breyðið heima við hús og fingu føði sína við gleði og í hjartans einfaldi, og tey lovaðu Guði og høvdu yndi hjá øllum fólki­ num. Men Harrin legði hvønn dag nøkur aftur at teimum, sum verða frelst. Áp. 2, 42­47. Vit halda nú hvítusunnu til minnis um Heilaga Andan sum á hvítusunnu kom niður yvir ápostlarnar við einum slíkum mátti, at alt bleiv fullkomuliga broytt í teirra lívið. Men tað er ikki einans á hvítu­ sunnu, at Heilagi Andin er virksamur. Eisini í dag síggja vit virkmingin av Heilaga Andanum ímillum okkara, soleiðis at menniskju broyt­ ast fullkomuliga, tildømis síggja vit menniskju hoyra Guds kall, venda um og verða frelst, tað er eisini nakað, sum kemur til sjóndar á ein ella annan hátt í lívinum. Tað fyrsta sum hendir, er at Gud setir sítt søkiljós á eitt menniskja, so at tað kemur í neyð av sínari synd og vendir sær til Gud og biður um hjálp og fær fyrigeving fyri sína synd og verður eitt nýtt menn­ iskja við trúgv á Jesusar fullgjørda verk á Golgata. Síðani fari eg at ynskja øllum, á sjógvi og landi eina gleðiliga hvítusunnu í Jesu navni og skal eg enda við einum hvítusunnusálmi sum eg havi yrkt til hvítusunnuna 2008. Hvítusunnan KjARtAN StAKKSUNd Hvítusunnusálmur Lag: Kom Andi Guds. Bf. 101. Dk. 190.191 1. Kom Halgi Andi frá tí høga, so mannatungur mega gløða; við Halgum eldi her á fold, sum sólin vermir undir mold; kom Halgi Andi lat oss sjá, tað offurlamb á Golgata. 2. Kom Halgi andi, oss at lýsa, so at vit vegin beinan vísa; heim í Guds sæla Páradís, tær verið lov og tøkk og prís; um allar ævir syngja tá, við einglum Guds, halleluja. Friður bleiv eg á fremmandari grund. Ljósið skein bjart, so tað sveið í nakkanum. Tað føldist sum ein sitrón lá á eygnasteininum. Fanans lort, øll árini vóru geld, nyttuleys. Tóm av vónum, naiviteti,treytaleysum áliti. Spiltur stinkandi greytur, sum onkur hevur miðið í. Tað luktar av landi, ikki mínum, men mammons landi. Fá tær eitt lív áðrenn ov seint er. h. j. k. Mouritsen Frá ongum til alt Í sambandi við viðmerk­ ingar um at Kringvarpið ikki sendi frá 100 ára haldinum í Tvøroyrar Kirkju Kristi Himmals­ ferðardag, skal eg gera vart við, at vit eisini harmast um hetta. Vit høvdu sjálvsagt sent frá hesum – um vit vóru kunnað um hetta tiltakið framman­ undan. Sjónvarpið hevur líka síðani byrjanina í 1984 varpað guðstænastur og møtir inn í stovurnar hjá fólki. Hesar sendingar eru tiknar upp kring alt landið, og vit hava helst verið í øllum kirkjum og flestu samkomuhúsum upp til fleiri ferðir. Hendan hátíðardagin varð sent úr Sørvági í staðin fyri av Tvøroyri. Tí skal hetta eisini vera ein áheitan á tey, sum varða av kirkjum, samkomuhúsum og tílíkum, um vinarliga at kunna okkum um slík tiltøk í góðari tíð frammanundan. 100 ára hald á Tvøroyri Kringvarp Føroya IvAN NIcLASEN Lesið Sosialin - so eru tit við