fríggjadagur 9. mai 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 88 • 9. mai 2008
Vikuskifti 11
Fimm bylgjur av jødiskum innflytarum
undan 1948:
Fyrsta bylgja, 1882-1903: uml. 35.000, úr Russiska Ríkinum
og nakrir úr Yemen
Onnur bylgja, 1904-1914: 40.000, úr Russiska Ríkinum
Triðja bylgja, 1919-1923: 40.000, úr Russlandi
Fjórða bylgja, 1924-1929: 82.000, úr Póllandi og Ungarn
Fimta bylgja, 1929-1939: 250.000, úr Týsklandi og
Eysturevropa
Sætta bylgja, 1933-1948: uml. 110.000 jødar, úr Póllandi og
Eysturevropa
Palestinsk flóttafólk eftir 1948:
Stutt eftir kríggið í 1948 gjørdust 700.000 palestinar
flóttafólk. Í dag metir mann, at fleiri enn fýra milliónir eru
palestinsk flóttafólk í útlegd og higartil eru hesi statsleys. Í
dag búgva yvir 20.000 palestinar í Danmark.
Fakta
» ...í økinum í 1880unum búðu umleið 450.000
palestinskar arabarar og 25.000 jødar «
palestinsku flóttafólkini fóru frá
teirra heimi av egnum vilja ella tí
teirra leiðarar góvu teimum boð
um tað. Hetta kemur eisini fram
í kendu skaldsøguni eftir Leon
Uris »Exodus«. Uris skrivar at
»tað er heilt víst og skjalprógvað,
at arabisku leiðararnir ynsktu at
vanliga fólkið fór úr Palestina fyri at
gera hetta til eitt politiskt eldfimt
mál og eitt hernaðarligt vápn«.
Benny Morris eitur umstríddi
ísraelski søgufrøðingurin, sum
í 80unum viðgjørdi hetta evnið
kring flóttafólkini. Hansara
arbeið hevur verið við til at
broyta ísraelska søgufrøði og
eisini ávirka almennu fatanina
av føðingini hjá tjóðini Ísrael.
Tað, ið mann fekk burturúr
kanningararbeiðinum hjá Morris
gav einum illgruna um at etnisk
útreinsan var farin fram í hesum
árunum.
Kelda: »Blood and Sand«, David
Remnick, 5. mai 2008, The New
Yorker