fríggjadagur 9. mai 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 88 - 9. mai 2008
CO2-útlátið var
høvuðsevnið í Miðla-
húsinum í Vágsbotni
í gjárkvøldi.
Umhvørvistiltakið
var ein partur av
umhvørvisvikuni
hjá kommununi,
sum er hesa vikuna.
Jesper Theilgaard,
veðurmaður á
Danmarks Radio, helt
fyrilestur um CO2-
útlátið kring heimin
og tess ávirkan á
Føroyar.
Fýra stuttfilmar um
umhvørvið vóru
vístir, sum fram-
haldsskúlanæmingar
høvdu gjørt til
endamálið. Bárður
Johannesen spældi til
tiltakið
Bjørk Olsen
bjork@sosialurin.fo
Tórshavnar kommuna skip
aði í gjárkvøldið fyri einum
umhvørvistiltaki í Miðla
húsinum í Vágsbotni í Havn
sum ein partur av umhvørv
isvikuni. Tiltakið byrjaði
við fýra stuttfilmum, sum
tveir framhaldsskúlaflokkar
høvdu gjørt til endamálið í
samstarvi við Ikon og Klipp
fisk. Tey ungu høvdu fingið
loyvi at filma í ein dag og
fingu síðani tveir dagar at
klippa og redigera. Filmar
nir eydnaðust sera væl.
Ruskløgreglan
fangaði
fólk, ið tveitti rusk á gøt
una.
– Tak teg saman, og – Ger
tín part, var millum annað
sagt í filmunum. Moralurin
var greiður, og boðskapurin
kom fram. Filmarnir vístu,
hvussu hvør einstakur borg
ari kann vera við til at verja
umhvørvið. Filmarnir eydn
aðust sera væl.
Jesper Theilgaard helt
fyrilestur um CO2útlátið
kring allan heimin, og
hvussu útlátið m. a. ávirkar
Føroyar. Jesper Theilgaard
er veðurmaður á Danmarks
Radio, men hevur eisini
starvast í Føroyum, tá ið
hann var á flogvøllinum
vesturi í Vágunum í 1979.
Føroyar eru tískil ikki heilt
ókendar fyri hann. Jesper
Theilgaard
greiddi
frá,
hvussu CO2útlátið kann
ávirka Føroyar.
Størstu veðurlagsbroyt
ingar vera ikki at merkja í
Føroyum, so leingi Golf
streymurin enn drívur um
Føroyar, greiðir hann frá.
Djúpri lágtrýst og hægri
vindmegi fara vit tó at
merkja um eystara partin av
Atlantshavinum.
Størsti trupulleikin hjá
Norðurlondum verður, um
allur ísurin á Norðpólinum
bráðnar. 1½ millión fer
metrar av ísinum á Norð
pólinum bráðnaði á sumri í
2007. Ísurin er tó komin aft
ur í vetur, men Jesper Theil
gaard greiðir frá, at hesin
ísurin er nýggjur og bráðnar
tískil lættari enn gamal ísur.
Júst hetta vísir, hvussu við
brekið umhvørvið er, og
hvørjir vandar vit liva við,
um vit ikki eru tilvitað um,
hvussu vit fara við okkara
umhvørvið.
Jesper Theilgaard greiddi
frá teimum ymisku ástøð
unum um orsøkina til Glo
bal Warming, sum eru kom
nar seinastu árini.
– Tó eri eg vísur í, at
CO2útlátið hevur størstu
ávirkanina, sigur hann.
Annika Berg er verkætl
anarleiðari á umhvørvis
deildini
hjá
Tórshavnar
kommunu og fyriskipari av
umhvørvisvikuni. Hettar er
triðja árið, tiltakið er fyri
skipað. CO2útlat er evnið
á umhvørvisvikuni í ár.
Endamálið er at kunna før
oyingum um veðurlagsstøð
una og greiða teimum frá,
hvussu tey kunnu hjálpa at
skerja CO2útlátið.
– Politikarar tosa málið
hjá fólkinum, og tosar fólk
ið við atliti til umhvørvið,
so gera teir tað eisini, sigur
Annika Berg.
Íslendingar skylda nógv
Seðlabanki Íslands ávarar nú um, at nógvir íslendingar
kunnu fáa ilt við at gjalda síni lán, tí rentan hækkar,
samstundis sum húsavirðið fellur. Ein nýggj uppgerð hjá
bankanum vísir, at nógvir íslendingar skylda munandi meiri
nú enn fyri bara fáum árum síðani. Í árunum frá 1999 til
2005 vóru tað 7.000 pør, sum skyldaðu meiri enn tað, tey
áttu. Tað talið er nú 8.500, og samstundis er talið á
einstaklingum í somu støðu økt úr 8.500 upp í 25.000.
Dávið Oddsson er stjóri í íslendska
Seðlabankanum (Mynd: Morgunblaðið)
Landsstýrið skal frá
Í Nuuk hava nógvir veljarar vent
landsstýrissamgonguni bakið, eftir at tað kom fram, at
landsstýrið hevði selt leiðandi politikarum og
embætismonnum almenn hús fyri lítið og lætt. Ein
løgfrøðingakanning hevur seinni staðfest, at sølurnar
vóru ólógligar, og ein onnur frágreiðing er á veg. Men
veljararnir í Nuuk hava tikið støðu, tí ein nýggj
meiningakanning vísir, at heili 63 prosent av
veljarunum har halda, at landsstýrið eigur at fara frá.
Jesper Theilgaard, veðurmaður á DR:
– Størstu veðurlagsbroytingar
verða ikki at merkja í Føroyum
CO2-útlát:
Orkuútgerð: 25,9 %
Flutningur: 13.1 %
Ídnaður: 19.4%
Landbúnaður: 13,5%
Burturbeining: 2,8%
Skógbúnaður: 17,4%
Veðurloftið:
Køvievni: 78%
Súrevni: 21%
Annað: 1%
Jesper Theilgaard, veðurmaður á Danmarksradio, helt fyrilestur í Miðlahúsinum í Vágbotni í gjárkvøldið.