fríggjadagur 9. mai 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 88 • 9. mai 2008
Vikuskifti
10
Í farnu viku var 60 ár síðan stat
urin Ísrael var settur á stovn. Og
fleiri sendingar eru settar á skrá
í sjónvarps og útvarpsrásum í
okkara parti av heiminum. Ísrael
eigur eitt serligt stað í hjartanum
hjá mongum føroyinginum. Fleiri
hava í sínum ungu árum verið á
Kibbutz. Bæði føroysk streingja
og barnakór syngja sangir á
hebraiiskum. Og fleiri, fleiri
føroysk ferðalið hava eftir hondini
vitja í Heilaga Landinum.
Men, meðan hátíðarhaldið
av at tað er 60 ár síðan staturin
Ísrael var stovnaður, fer fram, so
markera palestinar eisini dagin.
Fyri teimum kallast hendingarnar
kring hendan dagin »alNakba«,
sum merkir »vanlukkan«.
»al-Nakba« -
vanlukkan
Síðst í 19. øld, tá ið jødar í Evropa
fyri fyrstu ferð fluttu til Palestina
í størri tali, var økið uppdeilt
í smærri eindir, at líkna við
kommunur, sum so vóru stýrdar
úr Konstantinopel, Beirut og
Damaskus. Í økinum í 1880unum
búðu umleið 450.000 palestinskar
arabarar og 25.000 jødar, harav
teir allarflestu ultraortodoksir
og ikki tjóðskaparsinnaðir við
búðstaði í býnum Jerusalem,
Hebron, Safed og Tiberias.
Síðst í 19. og fyrst í 20. øld
var samleikin hjá palestinskum
arabarum ikki sum eitt fólk, sum
fyrst og fremst var palestinskt,
men heldur sóu teir seg sum
sáttar av Osmanska Ríkinum og
samstundis sum limir í einum
stórum islamskum samfelag.
Sostatt hevði ein palestinsk
statseind sum so ongantíð virkað,
valdið var sum heild útynt út frá
øðrum stórbýum. Samleikin hjá
palestinsku arabarunum var, í
tí lokala, knýttur at teirra býum
og bygdum, klanum og familju
– ikki at palestinska fólkinum,
hetta kom tó seinni. Rættiliga
valdssætið hevði gjøgnum
tíðirnar antin verið í Damaskus,
Beirut, Kairo ella Konstantinopel.
Hinvegin vóru jødisku niður
setarar við eitt partar av einum
lítlum jødiskum samfelagi og
afturat vóru teir flestu dugnaligir
bøndur. Afturat hesum vóru
osmansku myndugleikarnir ikki
seinir við at selja byggiloyvir og
jørð til tilflytarar við pengum.
Flestu jødar fóru av evropeiska
meginlandinum antin til USA ella
til Stórabretlands, men at byrja
við fóru einstakir til Palestina.
Seinni vaks hendan tilflytingin
– sí faktaboks.
Sum innflytingin av jødum tók
dyk á seg, so tilsvarandi vaks
mótstøðan ímóti hesi gongd.
Serliga í tíðini eftir 1. Veraldar
bardaga, tá ið bretar tóku við
valdinum í økinum. Í árunum
193639 var arabiskur uppreistur
ímóti Yishuw, sum var navnið
á jødiska samfelagnum tá.
Mótmælisgongur vóru hildnar
og ófriðurin vaks. Í hesi tíðini
harnaði hetta nýggja stríðið
millum palestinskar arabarar
og jødar, og smærri vápnaðir
yvirgangsbólkar vóru skipaðir á
báðum síðum og fingu vaksandi
stuðul frá fólki. Herímillum var
Haganah ein kendur bólkur,
sum var virkin, tá ið palestinskir
arabarar vóru riknir frá heimi,
úr 49 bygdum í árunum millum
194749.
1947-49: 700.000
flóttafólk
Ísraelskar søgubókur, eisini
skúlabøkur, hava í flestu førum
lagt tað fram, at tey 700.000
Miðeystur
Johan Jacobsen
johan@sosialurin.fo
60 ár síðan kríggið
60 ár síðan stovnanina av ísraelska statinum – Fyri tað eina fólkið
var tað frelsa frá náðileysum óndskapi í Evropa, meðan fyri hitt
fólkið ein ólukka