fríggjadagur 9. mai 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 88 - 9. mai 2008
Felix van den
Gein hevur valt
føroyskan politikk
og ríkisrættarligu
støðuna millum
Føroyar og Danmark,
sum evni til sína
høvuðsuppgávu
FERÐAMAÐUR
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
- Føroyar eru lítið kendar í
Hollandi, men eg var á vitj-
an her í 2006 og bleiv longu
hugtikin av oyggjunum tá.
Tað var undir einum túri í
Skottlandi og Hetlandi, at
áhugi mín fyri Føroyum
varð vaktur.
Tann 23 ára gamli lesandi
úr Hollandi, Felix van den
Gein, er sum flestu lands-
menn
hansara
ógvuliga
fryntligur at práta við. Felix
lesur við Lærda Háskúlan í
Utrecht í Hollandi. Sjálvur
er hann úr býnum, Waal-
wijk. Høvuðsfakið hjá Fe-
lixi er Social Antropologi.
Útbúgvingin er skipað á
tann hátt, at fyrst tekur hann
trý ár bachelor og síðani
tvey ár master. Við útbúgv-
ingarenda gera tey lesandi
eina høvuðsuppgávu. Tey
fáa fýra mánaðir til at gera
høvuðsuppgávuna.
Føroyskan politikk
- Tey flestu velja ta løttu
loysnina og skriva eina høv-
uðsuppgávu úr Hollandi.
Men eg fyri mín part vildi
gera okkurt nýtt og slóð-
brótandi. Føroyar hava havt
mín stóra áhuga, síðani eg
var her á fyrsta sinni í 2006,
og tí havi eg valt at gera
eina høvuðsuppgávu um
føroyskan politikk, og ta
ríkisrættarligu støðuna mill-
um Føroyar og Danmark.
Holland er eisini eitt
kongaríki, og eins og Dan-
mark, so hevur Holland eis-
ini atlond, sum hoyra til hol-
lendska kongaríkið, hvørs
borgarar hava hollendskan
ríkisborgararætt, eins og
føroyingar og grønlendingar
hava danskan ríkisborgara-
rætt. Hesi atlond fáa eisini
eina ríkisveiting úr Hol-
landi, eins og Føroyar og
Grønland fáa eina ríkisveit-
ing úr Danmark. Aruba og
Niðurlendsku
Antilurnar
liggja í karabiska havinum
og hava eisini eitt stýrislag,
sum minnir nógv um heima-
stýrislógina.
Hitt allar partar
Felix hevur uppsøkt fólk úr
øllum flokkum úr øllum
Føroyum, og í ymiskum
aldri. Hann hevur havt sam-
røður við yvir 30 fólk. Hes-
ar samrøður koma at spæla
ein avgerandi leiklut í høv-
uðsuppgávuni, sum Felix
skal verja yvir nøkrum
opponentum á Lærda Há-
skúlanum í Utrecht. Hetta
fer so at henda seinni í ár.
Felix hevur møtt fólkum í
Føroyum, sum eru ógvuliga
ójavn á máli um tann ríkis-
rættarliga spurningin. Hann
hevur bitið merki í, at t.d. í
Javnaðarflokkinum og í
Fólkaflokkinum er rættiliga
vítt spenni millum sjónar-
miðini innanfloks, tá tað
kemur til tann ríkisrættarliga
spurningin. Men Felix hev-
ur eisini lagt dent á at gera
samrøður við vanlig fólk,
tað eru ikki bara politikk-
arnir, sum koma til orðanna
í høvuðsuppgávuni.
Er eisini myndamaður
Høvuðsuppgávan er sjálv-
andi aðalorsøkin til, at Felix
er komin til Føroya, men
hann er eisini ein ógvuliga
dugnaligur og íðin mynda-
maður. Hann hevur tikið
túsundtals myndir úr Føroy-
um, og fleiri av teimum
bestu hann hevur tikið, eru
at finna á heimasíðuni
w w w. f l i c k r / p h o t o s /
felixgein. Har sæst, at Felix
hevur bitið merki í lutir,
sum vit, sum hava heima í
Føroyum so mangan yvir-
síggja. Ein og hvør, sum er
áhugaður í myndum, eigur
at fara inn á heimasíðuna.
- Tað er spennandi at
verða myndamaður í Føroy-
um. Her eru so nógv góð
motiv, og so er tað hetta
spennandi og umskiftiliga
ljósið tit hava her.
Felix letur ongan iva
verða um, at áhugin fyri at
taka myndir, eisini var eitt
gott alibi at koma til Føroy-
ar.
Møguleikar
Felix sær góðar møguleikar
í at fáa hollendingar til Før-
oyar at ferðast. Hollendingar
ferðast nógv í t.d. Skottlandi
og Írlandi, tí teimum dámar
so væl fríu og vøkru náttúr-
una. Hann heldur, at vakra
landslagið, villa náttúran
og tann ótrúliga fríska luft-
in, er nakað sum hevði hóv-
að nógvum hollendingum.
Men høvuðstrupuleikin er
sjálvandi, at alt ov fá kenna
nakað til Føroyar í Hollandi.
Sjálvt lærarnir við Lærda
Háskúlan í Utrecht stóðu
spyrjandi, tá Felix segði, at
hann fór at skriva høvuðs-
uppgávu um Føroyar. Felix
heldur tað kundi verið eitt
gott uppskot, at umboð fyri
føroysku
ferðavinnuna
møttu upp til onkra ferða-
vinnumessu í Hollandi fyri
at marknaðarføra Føroyar.
Unnustan hjá Felixi tekur
eina útbúgving innan ferða-
vinnuna, og er Felix spentur
uppá hvat unnustan fer at
siga um Føroyar, sum ferða-
mannaland.
Fótbólturin
Hóast tað ikki gongur ov
væl hjá føroyska fótbólts-
landsliðnum, so undirstrikar
Felix, sum so mangur annar
fremmandamaður, at tey
flestu, sum hava hoyrt um,
ella kenna til Føroyar, eru
fólk, sum eru áhugað í fót-
bólti. Sjálvur er Felix ein
íðin RKC Waalwijk-við-
haldsmaður, og hevur hann
havt sesongkort í fleiri kapp-
ingarár, og er hann enntá
farin til fleiri útidystir. RKC
hevur spælt í næstbestu fót-
bóltsdeildini í ár, men nú í
næstum skulu teir leika
tveir upp- og niðurflytingar-
dystir ímóti ADO den Haaq,
um rættin at sleppa at spæla
í
Heiðursdeildini,
sum
hollendingar nevna fremstu
fótbóltsdeildina. Felix veit
eisini, sum aðrir fótbólts-
áhugaðir hollendingar eg
havi møtt, at føroyski lands-
liðsleikarin, Súni Olsen hev-
ur spælt við FC Zwolle í
Hollandi.
Felix hevur ikki verið til
nakran
landsdyst
hjá
hollendska
landsliðnum
enn, men koma Føroyar og
Holland í bólk saman, er
hann púra ivaleysur í, at
hann fer til dystin.
Hollendingur
skrivar høvuðs
uppgávu um
Føroyar
Felix van den Gein lesur antropologi í Hollandi og hevur valt sær føroyskan politikk og
ríkisrættarligu støðuna sum høvuðsuppgávu
Mynd: Jens Kristian Vang
Munch setti met
Verk hjá norska listamálaranum Edvard Munch gerast altsamt
betur og betur umtókt, og tað kom eisini til sjóndar á einum
uppboði hjá teirri kendu uppboðssøluni Sotheby’s í New York
mikudagin. Verk hjá Edvard Munch eru ikki vanlig á almennum
uppboðum, men hesaferð var málningurin ”Genturnar á brúnni” á
sølulistanum. Hann fór fyri milliónir krónur, og tað er næstan
tríggjar ferðir tað, sum málningurin varð seldur fyri seinast.
Málningurin ”Genturnar á brúnni”,
sum Edvard Munch málaði (Mynd: Vísir)
Keyptu smugl frá russum
Løgreglan í íslendsku bygdini Húsavík legði í gjárkvøldið hald á
brennivín og sigarettir, sum fólk høvdu keypt umborð á einum
russiskum trolara, sum liggur við bryggjuna har. Talan var um
tíggju litrar av vodka og átta kartengur av sigarettum. Tað tók
løgreglan, og keypararnir fáa bót. Fyri tveimum árum síðani var
hesin sami trolarin í Íslandi, og tá legði løgreglan hald á
løgreglan 40 litrar av brennivíni og 1.400 kartengur av
sigarettum.