fríggjadagur 9. mai 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 88 • 9. mai 2008
Vikuskifti
9
Genislav Naidenov úr Bulgaria hevur gjørt nógv burtur úr at pynta
andlitið hjá sær, og han hevur so nógvar piercingar og tatoveringar, at
hann var við í einari altjóða kapping í Sofia um vikuskiftið. Tað kann
væl verða, at hann liggur væl fyri í teirri kappingini, men nú kann ikki
verða nógv eftir at pireca...
skemt
Í rangastrúpan
Er okkurt komið í rangastrúpan, er hetta komið
heilt skeivt í hálsin. Og soleiðis er eisini við
teimum útsagnunum, sum vit hava prentað
niðanfyri. Eisini hóast hesar útsagnir eru á
prenti. Samstundis sum vit prenta hesar, vilja
vit við hesum senda eina áheitan til lesarar
okkara um at siga frá, um líknandi skeivleikar
ella bara løgnar útsagnir eru at síggja í prentaðu
miðlunum. Fráboðanir um hetta kunnu sendast
okkum við bæði bræv- og telduposti.
Roykja uttan royk
»...roykávaringin fer í gongd, tá fólk standa og roykja tætt við
sjálvtøkuna - eisini, um eingin roykur er.«
Dimma.fo
Stakkals sandoyingar
Annar av brasiliumonnunum, Rodrigo, hevur klárað seg væl á
liðnum higartil, og sunnudagin skeyt hann útjavnandi málið fyri
KÍ til 1-1 ímóti sandoyingum. Men hjá hinum sandoyinginum
hevur gingið knapt so væl. Hann hevur havt eitt sindur ilt við at
bitið seg fastan á besta liðið, og nú skilst á brøgdum, at hann
helst er á veg heimaftur til Brasilia.
Norðlýsið
Arbeiðir hann á Strandferðsluni?
Bryan Adams broytir ferðaætlanina
Olivant
Hvussu skjótt fiska teir?
Søkt verður eftir Elektrikara til danskan rækjutrolara, sum fiskar í
Grønland sum skjótast.
ÚF
Vorðið sum neyt
Neyt í Toftabø, Vestmanna til sølu. Um hóskandi boð fæst. Vídd
41 fermetrar, í tveimum hæddum. Matr. nr. 201.
Lýsingartorgið
Nú skulu politikkarnir geva makan upp. Vit
onnur hava langt síðani uppgivið politikkarnar!
MAKAN til frekleika hava landsstýrisfólkini ikki
hoyrt um áður!
Fyrr var tað meira óMAKAleyst at gerast landsstýrisfólk!
Ómaksgjald ella MAKAgjald?
Nú brýtur í bæði borð hjá sjómonnum, bæði bylgjur og HórALDUR?
Sjómenn fara í land vegna (Hór)aldur!
Tað nyttar einki at práta við HB-arar í hesum døgum, teir eru púra MÁL-leysir
Nógvir møguleikar í fótbólti
- Hann dugir so ótrúliga væl at spæla fótbólt.
- Hvat skal hann so gera, tá hann blívur gamal og nærsýntur
- So kann hann verða dómari
Kekkur á 1700
milliardir
Ein ungur maður helt, at hann skuldi snýta seg
til pengar, og hann gjørdi eina heilhjartaða
roynd í Chase Bank í Fort Worth í Texas. 21 ára
gamli Charles Ray Fuller møtti í bankanum við
einum kekki, sum hann skuldi innloysa. Kekkurin
var á 180 milliardir pund – svarandi til góðar
1700 milliardir krónur. Kekkurin skuldi verða frá
hansara vermóðir, og sambært unga manninum,
hevði kvinnan givið honum kekkin, so hann kundi
byggja sítt dreymastudio. Fuller var meldaður til
løgregluna, og nú skal hann inn at sita – ikki í
einum studio, men í einum fongsli.
Leyst og fast um
stórt og smátt
Nú má vera nóg
mikið