Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mai 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 88 - 9. mai 2008 Stelkur og Bakur í Saltangará Ísfiskatrolararnir Stelkur og Bakur landa í Saltangará í morgun. Teir hava 590 kør, harav 40- 42 kør eru av toski. Restin er upsi. Samlaða veiðan hjá skipunum er 370.000 pund. Bakur og Stelkur hava roynt í umleið eina viku. Fyrr í hesi vikuni landaðu eisini nøkur onnur skip í Saltangará. Á landingarmiðstøðini hjá Beta siga tey, at ísfiskatrolararnir Heykur og Falkur vóru týsdagin við 340.000 pundum. Váðasteinur, sum roynir við línu, hevur landað 40.000 pund, og trolbáturin Sigrun hevur landað 24.000 pund. Ein landing hevur verið aftrat hesa vikuna. Tað var garnabáturin Vesturland, sum landaði 5.000 pund av havtasku. Vesturland breyt túrin av, tí skipið eitt skifti skal loysa av sum vaktarskip í frálandavinnuni. Tá vit frættu úr Saltangará í morgun, væntaðu tey ikki nakran bát komandi týsdag, sum er fyrsti arbeiðsdagur eftir hvítusunnuna. Aðrastaðni í blaðnum er greinastubbi um leirvíkstrolararnar, sum landa gulllaks í Saltangará í dag. Umframt at vera fiskivinnubýur okk­ ara, ber Klaksvíkin nú eisini heitið „heilsubýur“. ­ Hetta er eitt gott tiltak, sum eg vóni at aðrar kommunur fara at herma eftir, sigur Hans Pauli Strøm, heilsumálaráðharri Heilsa Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Mynd: Høgni Thomsen Klaksvík: - At Klaksvík er vorðin heilsubýur okkara, er einki minni enn ein sól- skinssøga, sigur landsstýris- maðurin. Hans Pauli Strøm var í góðveðrinum í morgun í Klaksvík, í samband við at átakið hjá Fólkaheilsuráðn- um og Klaksvíkar kommuna varð staðfest. Í hesum sambandi varð ein snotuligur faldari lagdur fram, um hvussu Klaksvík hevur og eisini í framtíðini fer at gera sítt til at liva upp til hetta tignarliga heitið. - Ein faldari er sjálvandi bert eitt pappír, men aftan- fyri henda faldarin liggur ein stórur vilji at føra og útinna ein veruligan heilsu- politikk. - Og mín vón er, at hetta ikki bert verður nakað sum skal sermerkja Klaksvík. Mít hægsta ynski er, at aðrar kommunur frætta um hetta sama, og snøgt sagt fara at herma eftir tykkum, sigur Hans Pauli Strøm og vísir til tey mongu heilsutilboðini, sum longu finnast her. Nevnast kann, at Klaksvík hevur lagt stóran dent á kunning um tubbaksroyking; var fyrsti býurin sum tók við hugskotinum um heilsurenn- ingar, og hevur haraftrat ein Húsarhaldsskúla og eitt sjúkrahús sum leggja stóran dent á arbeiðið við øktari fólkaheilsu. - Eitt heilsugott lív er vert at stremba eftir hjá hvørjum einstøkum, tí tað kastar fyri- munir av sær á øllum økj- um, slær heilsumálaráðharr- in fast. Venja, svimja og ganga Tíðindafundurin í morgun var hildin í samband við heilsuátakið „Klaksvík - ein heilsubýur“ sum Klaks- víkar Býráð og Fólkaheils- ráðið skipa fyri. Undir framløguni varð ofta tikið til nýggja faldarin, har alskyns møguleikar eru í kommununi at betra um heilsuna. Her verður nevni- liga víst á hópin av leiðum og støðum í Klaksvík, har góðir møguleikar eru fyri skeiðum, og støðum har ein t.d. kann venja, svimja og ganga. Faldarin er gjørdur við atliti at MARK-kanningun- um, sum eru í Klaksvík í løtuni, og vísir eisini á fleiri heilsuvinarlig átøk, sum býurin, einstaklingar og feløg kunnu bjóða fram, nú Klaksvík fyllir 100 ár. Millum hesi spennandi tiltøkini er ein heildagsútferð runt Kalsoynna, skræddara- seymaðar útferðir eftir egn- um ynski og baðiland við heilsukliva og øku. Bóklingurin inniheldur eisini hentar upplýsingar um gongutúrar út á Oyrar ella niðan á Háls, roykisteðgi- skeið, klænkiskeið, góð ráð til tann góða matpakkan, motiónsfótbóltur og skeið til tey, ið vilja læra at matgera og annað gott. Mugu gjarna herma eftir Klaksvík Heilsu­ býir í øðrum londum Skagen/Kragerø: Tað eru ikki bert føroyingar sum nú fáa møguleika at vitja og gera brúk av tænastum í einum føroyskum heilsubýi. Hesin møguleikin er longu til staðar í tveimum grannalondum okkara - Skagen í Danmark og Kragerø í Noregi - sum báðir bera heitið heilsu- býir. Skagen líkist rættiliga nógv Klaksvík við tað at fiskivinna og fiskiídnað- urin eru fíggjarliga grundarlagið undir tilver- uni hjá mongum menn- iskjum. Og sum teir sjálvir siga: - Skagen er stak væl egnaður, tá talan er um heilsu. Havið, ljósið, luftin og náttúran er eitt eindømi. Umframt hetta hevur býurin eitt ríkt mentanar- lív, 100 ára royndir at tæna teimum ferðandi, nógvar møguleikar at yvirnátta og góðar møgu- leikar hjá fólki at keypa feskan fisk. - Hetta er alt slíkt sum ger sítt til, at Skagen kann gerast heilsubýur - ella kur-býur - nr. 1 í Danmark, verður sagt haðani. Norski býurin Kragerø hevur eisini eina spennandi søgu, sum í stóran mun snýr seg um skipaferðslu, ídnað og ferðavinnu. - Innan heilsu, trivnað og vælveru hevur Krag- erø møguleikan at standa sum einarin millum norskar býir. Tað snýr seg um góðsku og entusi- asmu. Vit hava bæði tvey í kommununi, og tí átti tað at borið til eisini hjá okkum, verður sagt úr Kragerø. Heilsugóður matur úr sjónum Klaksvík: Eitt tað fyrsta tiltakið í stóra átakinum fyri betri fólkaheilsu, verður longu týsdagin í komandi viku. Tá verður nevniliga eitt skeið í, hvussu ein ger heilsugóðan mat burtur úr fiski. Skeiðið verður á Klaksvíkar Sjómansskúla og er ókeypis. Lærari á skeiðnum verður - ikki óvæntað - Jákup Ziskason, og vendir sær serliga til tey ið starvast sum skipskokkar. Men er pláss, kunnu onnur eisini tilmelda seg hjá Jákupi sjálvum. Skeiðið byrjar kl. 15 og tá tað endar kl. 18 verður høvið hjá fólki at fáa smakkiroyndir av úrslitinum. Skeiðið verður eisini hildið í samband við 100 ára haldið hjá Klaksvíkar kommunu. ” Eitt heilsugott lív er vert at stremba eftir hjá hvørjum einstøkum, tí tað kastar fyrimunir av sær á øllum økjum Hans Pauli Strøm, heilsumálaráðharri Sunnur og góður matur er partur av einum skilagóðum heilsupolitikki, kom fram á tíðindafundinum í Klaksvík í morgun - høgrumegin: Dávur Winther; Guttorm Sørensen frá Treysti; Hans Pauli Strøm, heilsumálaráðharri; Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri; Katrin Mørkøre frá Fólkaheilsuráðnum og Jóhanna á Tjaldrafløtti frá Húsarhaldsskúlanum Mynd: Høgni Thomsen - Nú mugu øll hesi góðu hugskotini førast út í lívið, sigur borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen, sum her situr undir liðini á heilsumálaráðharranum, Hans Paula Strøm