fríggjadagur 9. mai 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
8
Nr. 88 • 9. mai 2008
Í næstsíðstu viku ko±mu brasilsku
myndugleikarnir fram á meiri enn
1.100 fólk, ið arbeiddu sum trælir
í einum stórum vakstrargarði í
frumskóginum. Fyri einum góðum
mánaði síðani fann kinesiska
løgreglan 370 fólk, sum arbeiddu
sum trælir á einari tigulsteina
verksmiðju.
Trupulleikin við trælahaldi er
serliga stórur í Suðurasia, men
trælahald er eisini rættiliga
vanligt í Latínamerika, nøkrum
londum í Afrika, men eisini í
Miðeystri og í Evropa arbeiða fólk
undir viðurskiftum, sum kunnu
samanberast við trælahald.
STstovnurin fyri arbeiðsviður
skiftum, ILO, hevur leingi roynt
at arbeiða ímóti trælahaldi, og
fyri tveimum árum síðani kom
stovnurin við einari frágreiðing
um støðuna kring heimin. Í hes
ari frágreiðingini stóð, at 12,3
milliónir fólk arbeiða sum trælir
ymsastaðni í heiminum, men mað
urin, sum legði frágreiðingina til
rættis, Roger Plant, ásannar, at tað
veruliga talið er uttan iva størri.
Vit vita ikki við vissu, at træla
hald er ein veksandi trupulleiki,
tí eingin veit tað. Síðani vit
gjørdu metingina, sum umfataði
allan heimin, hava vit arbeitt við
at kanna viðurskiftini í teimum
einstøku londunum. Eitt nú eru
vit komin eftir, at tað eru millum
25.000 og 40.000 trælir í Brasil,
og vit frætta eisini javnan, at
myndugleikarnir hava funnið træl
ir og fríað teir, sigur Roger Plant
við Aftenposten.
Lønin dregur
Roger Plant heldur, at trælahald
er ein bygnaðartrupulleiki í nútím
ans búskapinum, sum lutvíst
stavar frá fortíðini og lutvíst frá
degnum í dag, og sum stendst av
altjóðageringini.
Lønarmunurin er so stórur, at
fólk váða nógv. Eitt nú vita vit,
at kinesarar hava goldið manna
smuglarum 60.000 dollarar fyri at
verða smuglaðir úr Kina til USA,
og tað
sigur seg sjálvt, at tá er vandin
fyri misnýtslu stórur. Vit vita
eisini, at vandin fyri misnýtslu
veksur, tá myndugleikarnir royna
at forða fremmandafólki inn
ferðarloyvi. Men vit kunnu basa
hesum, tí hetta er ein bardagi,
sum heimssamfelagið kann vinna,
sigur Roger Plant.
Hann vil ikki siga, hvar træla
hald er mest vanligt, ella hvørji
lond eru serliga ring at samstarva
við fyri at fáa enda á trælahaldi
num. Hinvegin vil hann fegin vísa
á, at ILO hevur gott samstarv við
Brasil, Kina, Pakistan, Vietnam
og Peru.
Upplýsing hjálpir
Sum nevnt hava myndugleikarnir
í Brasil og Kina júst fríað hundrað
tals trælir. Roger Plant sigur
við Aftenposten, at felags fyri
hesi fólk er, at tey eru viðkvom
og koma úr fátækum korum
og ofta eisini úr fjarskotnum
útjaðaraøkjum. Kina og Brasil eru
stór lond, og nógvastaðni liva fólk
í fátækradømi. Trælahald hevur
ikki verið dagligt umrøðuevni,
men í Kina eru tey nú farin at
tosa um tað. Í Brasil byrjaði hetta
tosið fyri 10 árum síðani.
Roger Plant sigur, at tað er sera
umráðandi, at myndugleikarnir
taka sær av teimum, sum
verða fríað úr trælahaldi, tí
annars er stórur vandi fyri, at
tey enda aftur sum trælir. Tí
leggur ILO stóran dent á at
samarbeiða við fakfeløgini og
lokalar felagsskapir. Í Brasil,
India, Pakistan og í Moldova
hevur ILO skipað fyri stórum
upplýsingarátøkum í sjónvarpi,
á flogvallum og aðrastaðni,
og ætlanin er at brúka somu
framferð í Kina.
Fyri fimm árum síðani
var tað næstan eingin, sum
tosaði um trælahald. Men
viðurskiftini broytast, og í dag
verður nógv tosað og skrivað um
mannasmugling og annað, sum
hevur samband við trælahandil
og trælahald. Eisini fjølmiðlarnir
gera meiri burtur úr evninum,
sigur Roger Plant hjá ILO.
(Kelda: Aftenposten)
Milliónir arbeiða
framvegis sum trælir
Minst 12,3 milliónir fólk ymsastaðni kring heimin arbeiða
hvønn dag sum trælir í vakstrargørðum, námum,
verksmiðjum, sum húskallar ella sum skøkjur
Hesin drongurin arbeiðir í kolavinnuni í Tanzania (Mynd: ILO)
Teir flestu trælirnir arbeiða í
teirri privatu vinnuni, og ILO
heldur, at 1,4 milliónir fólk og
serliga ungar kvinnur virka
sum trælir í skøkjuvinnuni
kring heimin.
2,5 milliónir fólk arbeiða
sum trælir eftir boðum frá
almennum myndugleikum ella
hervaldinum.
Í Suðurafrika eru kvinnur
serliga meint raktar orsakað
av mismuni millum teir ymsu
ættarbólkarnar.
Minst 2,5 milliónir fólk verða
flutt millum landspartar og
lond ímóti teirra vilja, og í
nógvum førum enda tey í
kynsligari misnýtslu. Tí mælir
ILO altjóða myndugleikum til
at leggja størri dent á at forða
tílíkum fólkaflutningi.
Fakta
Trælahald
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo