fríggjadagur 9. mai 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 88 - 9. mai 2008
Síðst í mánaðinum
letur café-líknandi
matstovan Patio
upp. - Vit fara at
leggja stóran dent
á høga góðsku og
góða tænastu, siga
eigararnir, systkini
Sigrun og Kári
Davidsen
MATSTOVA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað verður smíðað og mál
að av øllum alvi á niðastu
hædd í bygninginum beint
niðanfyri AUTO. Hølini
hava tikið skap og sjálvt um
tú ikki visti tað, kundi tú
gitt, at talan er um eina mat
stovu. Ella eina matstovu/
café/barr, sum eigararnir,
systkini Sigrun og Kári
Davidsen kalla tað.
Kári
Davidsen
hevur
starvast nógv innan yrki, tá
hann læs jura niðri í Dan
mark,
meðan
Sigrun
Davidsen er meira óroynd á
økinum.
Vit meta avgjørt, at tað
er tørvur á einum staði í
býnum, sum er eitt millum
ting millum pylsuvogn og
fýrastjørnaða
matstovu,
sigur Kári Davidsen.
Hann verður bert við sum
eigari. Til gerandis starvast
hann sum sakførari í Dan
mark.
Sjálvt umhvørvið verður
annarleiðis enn vit vanliga
síggja í Føroyum. Talan verð
ur um eina meira nýmótans,
trendy innrætting av hølun
um, sigur Sigrun Davidsen,
sum verður dagligur leiðari
á Patio.
Tey ætla at leggja stóran
dent á høga góðsku og góða
tænastu.
Vit fara eitt nú at serút
búgva okkum innan kaffi
brygging. Tað skilst á
útlendingum, at tað ber ikki
til at fáa ein góðan café
latte í Føroyum, sigur Kári
Davidsen.
Tey bæði rokna við, at
fáa brúk fyri umleið 20
fólkum tilsamans at starvast
á Patio, og tey allarflestu
eru longu sett í starv.
Skeinkiloyvi
Tað fer so at bera til at fáa
mong ymisk sløg av kaffi á
Patio, umframt at tú kanst
keypa tær ein betri bita.
Matarkortið er í løtuni við
at verða fínpussað, og ann
ars vilja tey ikki enn siga,
hvussu tað fer at síggja út.
Men tað verður eisini ein
triði møguleiki hjá gestun
um.
Vit fara eisini at hava
eina barr við barrvørðum,
og ætlanin er at hava leingi
opið um vikuskiftini, sigur
Kári Davidsen.
Tey hava fingið prinsipielt
skeinkiloyvi.
Endaligt skeinkiloyvi
fáa vit ikki fyrr enn hølini
eru liðugt inrættað, sigur
Sigrun Davidsen.
Tað verður ikki loyvt at
roykja innandura, men tað
bøtist við, at gjørd verður
ein terassa við markisu utt
anfyri, og har verða borð og
stólar sett upp, so har ber til
at roykja hjá teimum, sum
hava trongd fyri tí.
Vit rokna við at hava
pláss fyri 50 gestum at sita
innandura, og vænta at eini
2030 fólk kunnu sita uttan
dura, sigur Sigrun David
sen.
Nýggja caféin/matstovan/
barrin letur upp síðst í mán
aðinum.
Nýtt tilboð til matglaðar føroyingar
Tað eru systkini Sigrun og
Kári Davidsen, sum eiga
nýggju matstovuna við Niels
Finsensgøtu
Mynd: Jens Kristian Vang
Polarhav og Stjørnan í Saltangará
Leirvíkstrolararnir Polarhav og Stjørnan landa í Saltangará í morgun. Hetta er fjórði túrurin
hjá teimum á gulllaksaveiði. Veiðan er 620 kør, og tað eru eini 370.000 pund tilsamans.
Skipini, sum hendan túrin hava roynt í eina viku, taka 750 kør tilsamans, so teir eru ikki
fulllastaðir. Teir báðar fyrstu túrarnar, sum vardu í umleið eina viku hvør, vóru skipini full
undir lúkurnar. Á landingarmiðstøðini hjá Beta í Saltangará siga tey, at svartkjaftur hevur
verið uppi í gulllaksinum, og hetta hevur tarnað skipunum nakað. Vestmenningur og Fram,
sum eisini hava lagt um til gulllaksaveiði, eru júst byrjaðir at fiska. Skipini hava verið ein
stuttan túr, har tey hava roynt útgerðina, og nú eru tey so farin útaftur at royna. Ætlandi fara
Vestmenningur og Fram at leggja veiðina upp til nýggja gulllaksavirki í Vestmanna.
Jacob Vestergaard er
ikki serfliga imponer-
aður av svarinum hjá
løgmanni, sum hann
skírir »ógvuliga tunt«
POLITIKKUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Í stuttari viðmerking til
Sosialin sigur Jacob Vester
gaard, at svarið hjá løg
manni ikki er serliga ítøki
ligt.
Svarið er ógvuliga tunt.
Løgmaður viðgerð als ikki
trupulleikarnar.
Í
staðin
sigur hann, at hann ikki
kann viðgera privat viður
skifti hjá Torbjørn Jacobsen,
men tað er í stórari andsøgn
við tað sum hendi Jóhan
Dahl, har tað júst vóru priv
atu viðurskiftini, sum førdu
til, at løgmaður loysti hann
úr starvi, sigur Jacob Vester
gaard.
Víðari vísir Jacob Vester
gaard á, at løgmaður hevur
alment heitt á landsstýrisfólk
um at upplýsa alment um
teirra privatu viðurskifti og
heitt á løgtingsformannin
um at heita á tinglimir um
at gera tað sama.
So í stuttum kann sigast,
at svarið hjá løgmanni er
ein slutur fyri ein slatur,
sigur Jacob Vestergaard,
løgtingslimur hjá Fólka
flokkinum, sum setti fyri
spurningin fram.
Ein slutur fyri
ein slatur
Jacob Vestergaard er ikki serliga nøgdur við svarið, sum løgmaður gav honum upp á fyrispurning
um privatu viðurskiftini hjá Tórbjørn Jacobsen